Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Vælkomin heim Sæborg!! Tað er mær ein stór æra og heiður, at kunna vegna Eystur­ kommunu, ynskja tykk­um øllum, eigarum, reiðar­ríði og manning, hjartaliga til lukku við skipinum, og hjartaliga vælkomin heim til Føroyar. Tað harmar meg at eg var burturstaddur, og tískil ikki hevði møguleikan at vera sama við tykkum á tí stóra degnum, tá Sæborg kom heim til Føroyar. Sæborg er eitt úrslit av einum áhaldandi og fram­ haldandi endurnýggjan og nýhugsan, hjá einum felag, sum hevur dirvið, árræði og hegni til at bróta upp úr nýggjum. Einum felag, sum ikki letur seg kúga av nýggjum avbjóðingum, men tekur tær til sín. ”Enn eru knotur í Føroy­ skum kongum…” hetta kunna vit staðfesta. Júst meðan fíggjarkreppan herj­aði uppá tað harðasta, frætt­ist tíðindir úr Leirvík, at Supply Service hevur gjørt avtalu um 3 nýggj veitingarskip. Ein íløga uppá áleið 1. mia. kr. Eldborg er longu farin í vinnu. Hon kom á sumri 2009. Tann 24 septembur 2011 kom Sæborg heim til Føroyar, og longu á vári 2012 kemur Sjóborg í flotan. Sjóborg var sjósett leygar­ dagin tann 17 sept. 2011 í Turkalandi. Heimurin og Føroyar hava ikki heilt fóta sær aftur eftir fíggjarkreppuna. Men tað eru løtir sum hesar, ið geva mót, vón og árræði til at ”bróta upp ermar”, og sum fuglurin Fønix, ressast aftur úr ”øskuni”. ” Enn eru knotur í Føroysk­ um kongum”. Tit birta ein ljós og eina nýggja vón, ið í hesum døgum er hart tiltrongd, fyri alt Føroya land. Takk fyri tað. Hetta reiðarí byrjaði í 1970 í Leirvík. Tað fyrstu tíðina var talan um smærri skip og bátar, sum í høvuðsheitunum fiskaðu runt Føroya land. Men sum tíðin gekk, mentist felagið, og hava uml. 30 skip verið tilhoyrandi felagnum á ein ella annan hátt. Hesi skip hava fiskað norðanfyri okkum, og heilt suðri við Afrikonsku strendurnar. Reiðarríðið hevur verðuliga verið slóbrótandi í sínum virksemi, og hevur havt dirvið og árræði at roynt nýggjar leiðir. Nú vit skriva 2011 hava eigaranir aftur væl og virðuliga tora og brotið upp úr nýggjum. Tvey nýmótans veitingarskip eru longu bygd, og triða er á veg. Onki minni enn ein bragd, og føla vit í Leirvík ein stóran stoltleika av, at felagið er heimahoyrandi í Leirvík. Nógvir leirvíkingar hava gjøgnum ár og dag vunnið sær til lívsins uppihaldi umborð á tykkara skipun. Hetta eru vit øll sera takksom fyri. Røturnar til Leirvíkar hava altíð verið sterkar í felagnum, og er tað uttan iva tí at tit í meira enn 40 ár dagliga hava ferðast til Leirvíkar, har reiðarríðið er heimahoyrandi. Tit hava ongatíð gloymt, hvar tit koma frá. Hetta er góður viðførningur at hava við í skjáttuni, og eru vit her í Lerivík sera stolt av tí. Dugnaskapur, árræði og dirvið eru trý lyklaorð eg vil nýta til at lýsa tykkum aftanfyri nýggja Sæborg. Eftir at tann siðbundna fiskivinnan í longri tíð hevur havt tað trupult, hava tit víst dirvið at bróta upp úr nýggjum. Men dirvið í sjálvum sær, er ikki nokk. Dugnaskapur og árræði skal eisini til, fyri at náa á mál. Hesar eginleikar hava tit ferð eftir ferð prógva fyri føroya fólki, at tit í stóran mun hava. Tá tað hevur gingið ímóti, so hevur man dirvið, árræði og hegni til at koma gjøgnum mótgangin, og tað sterkari enn man var áður. Sæborg er seinasta dømi uppá hesar førleikar. Eitt nýtt stásuligt skip, við øllum nýmótans hentleikum. Eitt skip, sum er bygd til at klára allar tær avbjóðingar, ið framtíðin vil seta innan hesa vinnum. Alt frá umstøðum til mannskapið, umhvørvið og tøkni annars. Tað er ikki hvørjari kommunu beskorið, at taka ímóti trimum nýggjum skip­ um í so stutta tíð. Á summri 2009 kom Eldborg, á várið 2010 kom Tróndur í Gøtu, og tann 24 septembur 2011 høvdu vit tað æru, at kunna taka ímóti Sæborg. Hesum nýggja og stásuliga skipið hjá Supply Service í Leirvík. Eg skal vegna Eystur­ kommunu ynskja tykkum øllum, eigarum, manning og starvsfólkið annars, hjarta­ liga til lukku við skipinum, og Guds signing í framtíðini. Jóhan Christiansen borgarstjóri, Eysturkommuna Ein heilsan til Supply Service í Leirvík Zakarias Wang Hvat er óðalsrættur í veru­ leikanum? Eitt vita vit í hvussu so er, og tað er, at óðalsrætturin er eldri enn statsvaldið. Okkara forfedrar, sum settu seg niður í hesum óbygda landi, gjørdu jørðina til sína ogn við at leggja sítt arbeiði í hana. Tað er ein manna­­rættur at eiga seg sjálv­an og sína arbeiðsmegi, og við at leggja sítt arbeiði í jørð, sum eingin eigur framm­ an­undan, gerst hon ogn hjá tí sum hevur arbeitt hana. Á henda hátt gjørdist øll jørðin óðalsjørð, og tey sum áttu hana, ráddi yvir henni og nýttu hana á tann hátt, sum tey hildu loysa seg best fyri seg sjálvi og síni børn. Ein partur av ognar­rætti­ num er at kunna lata ognina til onnur, sum tí gerast óðals­ menn. Tað vanliga er, at tað eru børnini sum fáa jørðina, og tey afturfyri taka sær av foreldrunum, tá ið tey eru vorðin gomul og ikki orka at arbeiða longur. Her er í veruleikanum tal­ an um sølu av jørð, tí tann sum eigur, ger ein sáttmála við onnur – í hesum føri børn síni – um at tey fáa jørðina, og fyrri eigarin fær mat, klæði og tak yvir høvdið afturfyri. Men hvat um ein óðals­ maður eingi børn hevði? So kundu onnur koma upp á tal at bjóða eigaranum nóg góðar treytir, og tað var greitt, at sjálvt um jørðin á henda hátt skifti hond, so helt hon fram við at vera óðalsjørð. Tað var hon um ein annar í bygdini keypti hana, men uttanbíggjarjørð er sanniliga gomul í Føroyum sum Føroyingasøga sigur frá. Har verður sagt at Tróndur í Gøtu hevði leiglendingar. Úr miðøldini hava vit nøkur brøv, sum snúgva seg um at føroyingar áttu jørð í Hetlandi og í Noreg, og somu­ leiðis vóru fleiri norskar aðals­ ættir, sum áttu jørð í Føroy­um. Tað er ein sjálv­fylgja, at hend­ an jørðin var óðalsjørð, og at leiglendingar arbeiddu hana. Men hvat nú um kirkjan fekk hendur á jørðini? Helt hon so uppat at vera óðals­jørð? Tað hevur ikki verið hildið, tí eingin munur var millum kirkjuna og aðrar eigarar. Hvat so við kongi? Kongur var ein løgfrøði­ ligur persónur, og tað vald hann hevði, var litið honum til av teimum, ið høvdu nakað at siga í landinum, fyrst og fremst av óðalsmonnunum. Sigast kann, at kongur var ein stórur aðalsmaður, og óðalsjørð hansara var rikin á nágreinliga sama hátt sum tann hjá Gøtutróndi. Framvegis liva vit undir eini skipan, har vit hava eitt stýri, sum eigur ein stóran part av tí óðalsjørð, ið er í landinum. Nú siga vit ikki, at eigarin er kongur, men at tað er ein serligur grunnur, sum valdu politikarar okkara ráða yvir, sum eigur henda partin av óðalsjørðini. Samanbera vit støðuna hjá okkum við ta í hinum Norð­ur­londum, so er tann stóri munurin, at har hevur kongsvaldið latið jørðina frá sær og latið teimum, ið arbeiddu jørðina, hana til ogn­ar. Hetta hevur verið gjørt út frá tí sannføring, at tað ikki er skilagott hjá almenn­ um myndugleikum at reka vinnulívið, tí har skulu nógvar avgerðir takast við stutt­um skotbrá, og tað ber ikki til hjá tí almenna at bera seg nóg skjótt at. Henda einskilingar­ tilgongd hevur verið til mikið gagn fyri vinnulív og og livikor í hesum londum. Spennandi er, nær polit­ iska skipan okkara fer at koma til ta viðurkenning, at alneyðugt er hjá okkum at bøta um lívskor fólksins við at sleppa burtur úr tí ótíðar­ hóskandi skipan vit hava við festarum og traðarmonnum, sum ikki eiga ta jørð teir arbeiða. Er kongsjørðin óðalsjørð?