Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. oktober 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 6. partur Sambandsflokkurin reinan meiriluta Í seinasta parti varð greitt frá, tá ið Kristian Djurhuus varð uppstillaður til løgtingsvalið fyri Oliver Effersøe, sum helst varð kroystur at leggja frá sær. Tað er grund til at halda, at tað hevur neyvan dámt Oliver Effersøe, at Kristian Djurhuus gjørdist hansara eftirmaður. Honum dámdi tað nevniliga stak illa, at Kristian gjørdist hansara eftirmaður sum sýslumaður í 1920. Hetta merkti eisini viðurskiftini teirra millum, sum tað er lýst í endurminningunum hjá Kristiani. Afturat hesum kom at Effersøe var ikki tann, sum dugdi at savna sær atkvøður. Hann hevði avgjørt ikki fólkatekki. Hetta gav at býta í 1918, tá ið hann var nýggjur formaður í Sambandsflokkinum. Onkuntíð fekk Sambandsflokkurin allar teir umdømisvaldu tingmenninar í Suðuroy. Í 1918 fingu teir bert ein, meðan sjálvstýrisflokkurin fekk tríggjar. Hetta tryggjaði Sjálvstýris­ flokkinum reinan meiriluta á tingi, bert fáar dagar eftir at flokkurin á fólka­tings­valinum hevði mist sítt umboð, Edvard Mitens, til Sambands­flokkin. Sambandsflokkurin hevði eisini havt eitt vánaligt val í 1928. Frá at fáa 13 av 23 tinglimum í 1924, og harvið greiðan meiriluta, fóru teir nú niður á 10 av 23. Oliver ikki afturvaldur í landstingið men kom kortini inn Hetta gjørdi eisini tað, at Oliver Effersøe ikki varð valdur í Lands­ tingið aftur í 1928. Tá valdi ting­meiri­ lutin Jóannes Patursson. Men kortini kom Oliver aftur í landstingið í 1929. Hetta hendi á tann hátt, at tá ið hann ikki varð valdur av føroyingum í landstingið, gjørdist hann varamaður hjá danska vinstraflokkinum. Tá ið ein av teirra gomlu limum í lands­ tinginum doyði, tók Oliver við sum danskur landstingsmaður. Nú vóru tískil tríggir føroyingar í ríkisdegnum. Andrass Samuelsen var nevniliga tá í fólkatinginum. Dimmalætting hevði tá eina grein, har teir heittu á Jóannes Paturs­son um at samstarva við tann meira roynda Effersøe í landstinginum. Oliver Effersøe var eisini blivin sjúkligur. Hann møtti als ikki á tingi seinastu tvey árini og hevði varamann fyri seg. Umframt hetta búði hann tá í Danmark, so tað vóru góðar grundir hjá Sambands­flokki­ num fyri at fáa eitt nýtt og yngri valevni í Suðuroy. Løgtingsvalið í 1932 gjørdist eisini ein sigur fyri Sambandsflokkin. Teir fingu 11 av 21 tinglimum og harvið aftur meirilutan. Oliver Effersøe doyr Longu tann 20. mars 1933 doyr Oliver Effersøe 12 dagar undan hans­ ara 70 ára føðingardegi. Heilsan var farin at svíkja eini tvey ár framm­an­ undan, men hann var komin hampi­ liga væl fyri seg aftur. Nú hevði hann fingið lungnabruna og hetta gjørdist hansara deyði. Tað er ikki so løgið, at Dimma­ lætting er full av lovorðum um Oliver og hansara virki. Blaðið skrivar m.a., at “med Lands­tings­ mand Effersøe er en af de største og mest fremragende Personligheder i vort Samfund gaaet bort.” Umframt kann Dimmalætting endurgeva ein hóp av eftirmælum, sum Oliver fekk í donskum bløðum og frá donskum politikarum eisini frá Stauning forsætismálaráðharra, sum segði seg hava “en betydelig Sympati for den noble Mand. Efter­ haanden fik man et indtryk af Stejl­hed hos ham, men det hængte sikkert sammen med hans færøske Natur.” Formaðurin í Landstinginum Jørgen Jensen Klejs segði m.a. um Oliver: “Effersøes Virksomhed i det Offentliges Tjeneste var præget af overordentlig Samvittigheds­ fuldhed, og hans Gerning saavel i Lands­tinget saavel i Folketinget, hvor han fik Sæde i 1906, og hvis Viceformand han var i flere Samling­ er, som senere her i Tinget, bar vidne om, at Færøernes Interesser blev varetaget med Indsigt og Kyndighed paa en Maade, som Øerne kunde være tjent med.” Rytter gevur sjálvsagt eisini Oliver eitt gott ummæli. Hann hevði jú verið amtmaður í Føroyum, og tá drógu teir eina línu í stríðnum móti sjálvstýrismonnum. Tað sum annars kemur fram í minningarorðunum er tað, sum fyrst og fremst eyðkendi Effersøe, nevniliga hansara arbeiði fyri “sam­ hørighed” við Danmark. Har var eingin slingur í valsinum! Hann var rokn­aður at vera “en god dansk mand”, samstundis sum hann var “en god færing.” Christmas Møller, konservativi leiðarin, segði, at “der var noget fint og fornemt og tilbageholdende over hele Effersøes Personlighed, som bevirkede, at han ... aldrig nogensinde for Befolkningen kom til at staa paa en mere fremtræd­ ende Plads.” Møller tekur annars til hvussu gott umboð Oliver hevði verið fyri Føroyar. Arbeiddi væl fyri Føroyar Samb. Andrass Samuelsen hevði Effersøe dugað væl at arbeiða fyri Føroyar. Eitt dømi var, at hann í 1913 fekk gjøgnumført eina havnarlóg, og eftir henni vóru nógvar havnir bygdar í Føroyum. Oliver fekk eisini æruna fyri sum fólkatingsmaður, at lógin um bann fyri fríari sølu av rúsdrekka varð sett í verk í Føroyum. Tað vóru fleiri minningarorð í donskum bløðum sum Dagens Ny­heder, Berlingske Tidende, Ros­ kilde Dag­blad og Viborg Stifts Folkeblad. Landstingslimurin J.V. Christen­ sen skrivaði í Ringsted Folketidende, at Effersøe “led ofte under et tungt Sind, og det kunde gøre, at han virkede mere afvisende end han i virkeligheden var. Kom man ham paa nærmere Hold mærkede man hans varme Hjerte – først og fremmst over for de Øer, som havde al Hans Kærlighed. Stórsligin jarðarferð Oliver varð jarðaður frá Ordrup Kirke norðanfyri Keypmannahavn, har hann búði. Nógvir av spíssunum í donskum politikki fylgdu honum. Prósturin Munck segði umframt at umrøða hansara almenna virki, at “Effersøe var en stærkt indadvendt Mand, for hvem Hjemmet og hans Kære betød saa overordentligt meget. Det levede han i, og der hent­ede han sin Kraft og Glæde. Men det var ogsaa der han hentede sin store Sorg ved hans elskede lille Drengs Død for 11 Aar siden.” Millum berararnar vóru Svenn­ ing Rytter og Andrass Samuelsen. Effersøe-ættin: Tá ið føroyingar fingu eitt eyka umboð í Ríkisdagin Við løgtingsvalið í 1932 fór Oliver Effersøe burtur úr føroyskum politikki. Bert eitt ár seinni doyði hann sum umboð fyri Venstre í landstinginum. Tá varð hann heiðraður um alt kongaríkið Oliver Effersøe á yngri árum Oliver Effersøe varð jarðaður úr Ordrup Kirke fylgdur av oddamonnum í danska samfelagnum