mikudagur 12. oktober 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Andrass Samuelsen talaði eisini
á grøvini.
Eftirmælið hjá Tingakrossi:
Mikukvøldið frættist úr Keyp
mannahavn, at Oliver Effersøe,
landstingsmaður var deyður. Hann
hevði verið sjúkur leingi og seinasta
árið kom hann mestsum einki á
ríkisdagin.
Í føroyskum politikki, sum
eini 30 ár hevur verið merktur av
honum, var hann langt síðan bara
eitt navn.
Tað var úti móti heysti 1905, at
Dimmalætting skrivaði, at Oliver
Effersøe var borin til ein hægri sess
enn løgtingssess. Hann sat tá saman
við Jóannesi Paturssoni sum løg
tingsmaður fyri Suðuroynna, men
var annars lítið gitin sum annað
enn politimeistari á Tvøroyri.
Várið aftaná, í 1906, var fólka
tingsval. Hann fekk tá ríkisdags
sessin við slíkt buldur og gný, sum
eingin hevur minst í Føroyum fyrr.
Hann var annars vanur at herska
og fáa tað fram, hann setti sær fyri í
sínum dagliga gerningi.
Hesar gávur dugdi hann at nýta
millum teir føroysku veljararnar.
Hann hevði sett í seg at vinna
ríkisdagsessin, og hann vann hann.
Hann hevði stórt álit á sær sjálvum,
óivað væntaði hann at kunna gera
stórverk sum fólkatingsmaður.
Tað stóð ikki um samband og
sjálvstýri, tá hann bjóðaði seg fram.
Nú var tað honum um at gera at
koma í sessin, og hann kom.
Her skal ikki kannast um
Oliver Effersøe man hava hildið
seg vera á beinari leið, tá hann
gjørdist sambandsmaður og helt
fram við at vera tað. Avgjørt er, at
henda politiska leiðin hevur verið
honum eitt vónsvik. Tað mátti taka
honum hart at síggja “sambandið” í
afturgongd aftaná hansara óføra 25
ára strev fyri at halda tí uppi.
Hann kundi, um hann nakrantíð
hevði trúð á sambandsins reina
sigur í Føroyum, havt væntað,
at sjálvstýrisrørslan fór at verða
køvd longu við tey fyrstu valini
aftaná 1900. Men hvat hendi?
Meðan Effersøe í 1906 hevði 70% av
Føroya veljarum við sær, fall hann
sum føroyskur ríkisdagsmaður fyri
fáum árum síðani og átti ongan
álitismann at styðja seg til val til
løgtingsmann í 1932.
Tað mátti verið tungt hjá manni
num at uppliva hetta aftaná eitt
meira enn 25 ára stríð. Tungt á
gamalsaldri at hava upplivað sítt
egna politiska fall og ikki minni
tungt at vita sær, at hansara egnu
menn nú noyddust at fara undir
tað tilboðið, sum hann til æviligar
tíðir við so stórum veldi helt seg
hava dripið í 1906.
Nú fekk hann at kenna, at skeivt
var stýrt. Og tað hevur sviðið til
Føroyar og føroyingar. Í 1906 var
okkum í boði í bestu vinavoldum
frá danskinum at samráðast við teir
um Føroya frama í komandi árum.
Hvør hugsandi maður má bera sorg
um at føroyingar skuldu fáast til at
spilla hesi góðu boð og spilla tey so,
at bragdið ikki verður afturbøtt í
mannaminni.
Eingin mann hava havt tyngri
stríð av úrslitinum frá 1906 enn
maðurin sjálvur. Tað er gjørt sum
gjørt er. Hann fekk roynt seg, nú
hevur hann fingið frið.
....
Úr Keypmannahavn varð fjarritað
mánadagin: Effersøe fór til gravar
í dag. A. Samuelsen segði á grøv
ini, at hann vildi ganga í hansara
politisku fótaspor “saa længe For
udsætningerne er tilstede.” Hann
lítur ikki ov nógv á sambandið!”
Gjørdist Oliver ov
sambandskur
Júst hetta seinasta er rættiliga
áhugavert. Tingakrossur heldur,
at Andrass var ikki fremmandur
fyri tí tanka, at eina ferð mátti
Sambandsflokkurin koma at geva
seg
í
sjálvstýrisspurninginum.
Hetta fór eisini at gangast soleiðis.
Bert 15 ár seinni gjørdist Andrass
Samuelsen okkara fyrsti løgmaður
við einum sjálvstýri, sum var nógv
meira umfatandi enn tað Oliver
Effersøe bardist ímóti í 1906. Og so
ikki at tala um Sambandsflokkin í
dag við hansara yvirtøkum. Oliver
hevði vent sær í grøvini!
Mindestenen over
Landstingsmand Effersøe
Árið eftir, at Oliver doyði fekk hann
stein settan á grøvina. Í hesum
sambandi var eitt hátíðarhald, sum
Dimmalætting greiðir frá:
Den 8. Marts 1934 blev der paa
Landstingsmand Oliver Effersøes
Grav paa Ordrup Kirkegaard afdækk
et en Mindesten i overværelsen af en
del af Afdødes Slægt og Venner. Ved
denne Lejlighed blev der udtalt nogle
Mindeord af Landstingsmandens
Enke, fru Selma Effersøe, og Første
lærer Oluf Skaalum, Hareskov.
Fru Effersøes Tale var personlig
præget, og hun udtalte henvendt til
Datteren Signhild:
I dag for et Aar siden mistede Du
din kære Fader, og hans Minde maa
du altid holde i Ære. Det var ikke
alene over for dig, at Fader var god
og kærlig. Det var ogsaa imod din
Broder Gudmund, som nu hviler ved
Siden af Fader, og mod din Søster
Sigrid, som opholder sig saa mange
Mil herfra (í San Francisco í USA),
men som er hos dig i Tankerne.
Aarene gaar, og Minderne vil
blegne, men jeg har sat denne Sten
paa Faders Grav som et varigt
Minde om en kær og omsorgsfuld
Mand og Fader. Jeg ved, at du lille
Signhild vil værne om denne Sten
og frede om den lille Plet, og jeg
tror og haaber paa, at du altid vil
holde i Ære det Navn, du bærer og
aldrig glemme den Rod hvoraf du
er rundet.
Æret være din Faders Minde.
Síðani hevði fyrstilærarin Skaalum
ein røðu, sum man vera tað síðsta,
sum alment er sagt um Oliver
Effersøe. Hann segði:
Fæ dør,
Frænder dør
Ogsaa du skal Døden smage,
Eet ved jeg som aldrig dør
Dommen over hver en Død
Saadan kvad de gamle, og vi maa
sande, at Ordene gælder endnu.
Oliver Effersøe har faaet sin Dom
her mellem de Mennesker hvor
han virkede. Dommen er hans
Eftermæle.
Som et Tegn paa dette Efter
mæle, der ikke dør, har hans
Hustru rejst denne Sten paa hans
Grav. Stenen er symbolet paa det
uforgængelige.
Spørger man saa: Hvordan lød
hans Eftermæle? Da maa Svaret
blive: Det var enstonende fra alle
Munde. Han var Færøerne og han
var Danmark en god Søn.
Trúfastur altíð var maður,
Vildi ei bróta sítt orð.
Vi, der var hans Venner og
gemmer de mange og intimeste
Minder om ham i vore Hjerter og
i vore Tanker, vi ved, at han var os
altid trofast, og at altid kunde stole
paa ham. Han var fast og stærk som
Klippen, her er rejst paa hans Grav.
Og naar alle de mange deroppe
paa de smaa Atlantsøer, som han
viede alt sit Virke, og som han nær
ede en brændende Kærlighed til, de
vidste og de følte, at Oliver Effersøe
kunde de trygt stole paa, og at han
altid var rede til at yde dem den
Bistand, der kunde Skaffes. Han var
ogsaa her fast som Klippen.
Og hernede hvor han fik sin
Grav, havde han mange Venner.
Her i Danmark følte alle, at Oliver
Effersøe kunde man trygt stole
paa i den Gerning han ydede uden
Svig.
Verk hans vil tí standa eins og
steinur hesin gjøgnum øldir."
Síðan varð steinurin eftir umbøn av
frú Effersøe avdúkaður av Skaalum
og Andrass Samuelsen.
Tingakrossur helt, at Oliver Effersøe var meira sambandskur
enn sjálvur Andrass Samuelsen. Her er Andrass í Grønlandi á
grøvini hjá systkinabarni Oliver, Poul Müller, kolonistjóra
Danski forsætisráðharrin Stauning helt, at
Oliver Effersøe var “en nobel Mand.”
Svenning Rytter, fyrrverandi
amtmaður í Føroyum,
var við til at bera Oliver
Effersøe til gravar
Oluf Skaalum, fyrrverandi
blaðstjóri á Dimmalætting,
helt seinastu minningarrøðuna
um Oliver Effersøe
Í komandi og seinasta parti
verður millum annað komið
aftur til søguna um Kammu
Effersøe Kryssing, sum fekk
tept kong Kristian