mikudagur 12. oktober 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hóast EB/Streymur hevur vunn
ið tíggju ferðir á rað, so er tað
framvegis soleiðis, at teir í Sunda
lagnum stríðast fyri at halda tørn
um silvurkrónurnar heldur enn at
vera á gullplássinum.
– Hesin veruleikin sigur, hvussu
framúr støðugir teir í B36 hava verið.
Teir eru framvegis stórfavorittar at
vinna FM, men sjálvandi skulu vit
gera okkara og harvið syrgja fyri at
vera klárir, um tað óhugsandi skuldi
komið fyri – at B36 kiksar.
Finnur Justinussen hjá Víkingi
er toppskjútti í bestu deildini. Sein
astu umførini hevur hann ikki
skorað, og tað er longu greitt, at
Finnur fer ikki at økja um leiðsluna
á máltindinum í Streymnesi, har
málmaskinan hjá heimaliðnum,
Arnbjørn Hansen, bíðar. Finnur
Justinussen er leikbannaður í dag.
Tí verður Páll Klettskarð fremsti
maður hjá Víkingi.
Saman við EB/Streyma venjar
anum, Heðini Askham, vóru tríggir
spælarar hjá Víkingi í síðstu viku
í Danmark við U-21 landsliðnum.
Umframt Páll Klettskarð vóru tað
Kaj Leo í Bartalsstovu og Erling
Jacobsen, sum noyddist skaddur av
vøllinum. Erling er ikki førur fyri at
spæla í dag.
Allir hjá EB/Streymi eru tøkir.
Eisini Pauli G. Hansen sum hevur
verið skaðaplágaður.
joannes@sosialurin.fo
Eftir at tað leingi hevur verið
lítið sannførandi, eydnaðist
tað NSÍ at vinna fulla úrtøku í
grannauppgerðini í Gøtu. Har
við er mest sum eingin møgu
leiki fyri, at NSÍ skal missa
fjórða plássið, og sigurin í
Sarpugerði vóna teir í Runavík
hevur stimbrað undir stríðs
viljan og harvið møguleikan at
vinna á HB.
Hóast NSÍ fyrsta hálva
tíman í Gøtu sá gult tríggjar
ferðir, so eru allir teir, sum vóru
við í Sarpugerði, tøkir hesa
ferð. Haraftrat er miðverjin
Petur Pauli Mikkelsen við
aftur. Hann var sjúkur, tá ið
teir vunnu í Gøtu. Í síðstu viku
var toppskjúttin Klæmint A.
Olsen við U-21 landsliðnum í
Aalborg.
Eftir heimasigurin á 07
Vestur er bjargingin nærri
hjá HB, men tað er framvegis
møguleiki fyri, at tað kann ger
ast meiri spennandi, enn teir í
sigursvanda felagnum áður
hava vitað um. Hetta er síðsta
ferðin, at HB skal út á bygd.
Í tveimum teimum seinastu
umførunum bíða KÍ og B36 í
Gundadali.
Sjálvandi ætla teir í HB sær
at vinna í Runavík, men tað
hevði ikki verið roknað sum
kiksað roynd, um tað eydnaðist
at fara suður aftur við einum
stigi.
Allir teir HB spælararnir,
sum vóru við til at vinna á 07
Vestur, eru tøkir í dag. Teitur
Gestson, Rógvi Holm og Hallur
Hansson vóru í síðstu viku við
U-21 landsliðnum í Aalborg.
joannes@sosialurin.fo
NSÍ fingið
nýtt mót
Vodafonedeildin upptakt
NSÍ-HB Hjá meistaraliðnum er
dagsskráin at taka fyrsta stigið
á veg ímóti bjargingini, sum
kanska ikki er so langt burtur
Toppskjúttin
er leikbannaður
EB/Streymur-Víkingur Eftir tíggju sigrar á rað
bíðar EB/Streymur eftir Víkingi, sum framvegis hevur
lítlan møguleika at røkka silvurkrónunum
B68 hevur 26 stig, og ÍF hevur 25
stig. Bæði liðini kenna tað framvegis
brenna undir sær, og bæði liðini
eiga framvegis á at spæla ímóti 07
Vestur, sum er favorittur at flyta
niður.
Trý stig í oyggjauppgerðini á
Svangaskarði seinnapartin kunnu
bera rættin at halda fram í bestu
deildini við sær.
Um metast skal út frá fyrr í ár, so
eru fuglfirðingar favorittar. ÍF vann
í fyrsta umfari 4-3 á Toftum, og tveir
dagar undan Ólavsøku vann ÍF 3-1 á
heimavølli ímóti B68.
Hjá B68 er Remi Langgaard tøkur
aftur, eftir at hann var leikbannaður
í Klaksvík. Hesa ferð er Jóhan
Dávur Højgaard leikbannaður. Venj
arin, Bill Jacobsen, var í síðstu viku
í Aalborg saman við André Olsen
hjá B68 og Karl Løkin og Dánjali
á Lakjuni hjá ÍF og hinum á U-21
landsliðnum.
Stóri spurningurin í Fuglafirði
er, um Chris Muomaife verður før
ur fyri at spæla. Hann hevur ikki
vant nakað serligt, men teir vóna,
at hann verður við, og tað er ikki
so undarligt, at fuglfirðingarnir
seta sítt álit á Chris. Hann hevur í
fimtan dystum skorað tólv mál, og
millum hesi teljast fýra ímóti B68!
Allir hinir ÍF spælararnir eru
tøkir.
joannes@sosialurin.fo
Chris hevur
takið á B68
B68-ÍF Í Fuglafirði vóna teir, at Chris verður førur fyri at
spæla seinnapartin, tá ið fuglfirðingar á Svangaskarði
fara at stríðast fyri at vinna á B68 fyri triðju ferð í ár
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 B36
24
18
4
2
55
23
32
58
2 EB/Streymur
24
18
2
4
60
27
33
56
3 Víkingur
24
16
4
4
51
27
24
52
4 NSÍ
24
9
8
7
52
43
9
35
5 KÍ
25
9
4
12
44
45
-1
31
6 B68
24
7
5
12
40
41
-1
26
7 HB
24
7
5
12
42
48
-6
26
8 ÍF
24
7
4
13
34
38
-4
25
9 07 Vestur
24
5
6
13
26
60
-34
21
10 B71
25
3
2
20
24
76
-52
11
Vodafonedeildin
Allir mans eru tøkir hjá
heimaliðnum, meðan
gestirnir mugu kempa um
tunnu silvurvónina uttan
toppskjúttan í Vodafonedeildina,
Finnur Justinusen
Mynd: Álvur Haraldsen
Klæmint A. Olsen var við U-21 landsliðnum í Aalborg í síðstu viku
Mynd: Álvur Haraldsen