mikudagur 12. oktober 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 12. oktober 2011 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Um tað eydnast B36 at vinna 19.
sigurin í Sørvági í dag, so verður FM
heitið heilt tætt undir borðinum, og
so fer millum lítið og einki at leypa
av hjá 07 Vestur, áðrenn tað verður
greitt, at liðið skal niður í næstbestu
deildina.
Hugburðurin hjá 07 Vestur hevur
ikki verið góður seinastu ferðirnar.
Nú er einki sum eitur. Í Vágum
vísa tey á, at B71 vísti í Gundadali,
at B36 er at tosa við. Hjá 07 Vestur
eru Eli F. Hansen, sum seinast var
leikbannaður, og málverjin Kristian
Joensen, sum var burturstaddur,
tøkir aftur.
Tríggjar tær seinastu ferðirnar
hevur tað verið strevið hjá B36:
Teprir sigrar á B68 og B71 og tap í
Gundadali ímóti EB/Streymi, og tað
hevur borið við sær, at tað millum
tey, sum ikki taka undir við B36,
hoyrist um gummibein og gummi
royk!
Teir í B36 vilja fegnir hava FM
spurningin
avgreiddan
undan
síðsta umfari, tá ið HB verður á
skránni. Odmar Færø er komin heim
úr Skotlandi, og Símun Joensen er
tøkur aftur eftir leikbann. Høgni
Eysturoy er leikbannaður hesa
ferð.
joannes@sosialurin.fo
Tað nærkast
bæði hjá
07 og B36
07 Vestur-B36 Teir á oddaliðnum hava seinnapartin møguleika
at staðfesta, at tað á ongan hátt er gummiroykur í Gundadali
B36 hevur møguleika at staðfesta, at tað á ongan hátt er talan um
gummibein, tá hvíta oddaliðið vitjar 07 Vestur í Sørvági
Mynd: Álvur Haraldsen
12 lond
klár til EM
Fótbóltur Seinasta umfarið
í EM undankappingini í fótbólti
var spælt í gjárkvøldið, og nú er
greitt hvørji tey tólv londini eru, ið
sleppa beinleiðis til EM endaspælið
í Ukreina og Póllandi, og hvørji tey
átta eru, sum skulu berjast um fýra
tey seinastu atgongumerkini
Tróndur Arge
Fyrstu londini at fáa pláss í
EM endaspælinum komandi
summar vóru Ukreina og
Pólland. Tey eru vertir fyri
kappingini og sleppa sostatt at
luttaka í endaspælinum.
Undan umfarinum í gjár
kvøldið var greitt, at Týskland,
Spania, Ongland, Italia og
Holland høvdu vunnið seg
víðari sum vinnara av sínum
bólkum. Eftir seinastu umfarið
er eisini greitt, at Russland,
Grikkaland, Frakland og Dan
mark vinna sínar bólkar. Við
sigrinum á Hollandi gjørdist
Svøríki besti 2’arin og kemur
somuleiðis beinleiðis víðari til
endaspælið.
Tey átta londini , ið skulu
berjast um fýra tey seinastu
atgongumerkini, eru Portugal,
Koratia, Írland, Bosnia, Tjekkia,
Turkaland,
Montenegro
og
Estland.
Lutakastið
verður
hósdagin um hvør skal møta
hvørjum.
trondur@sosialurin.fo
Hesi lond eru kom í
EM-endaspælið 2012:
Vertir:
Ukreina og Pólland
Bólkavinnarar:
Týskland, Russland,
Italia, Frakland, Holland,
Grikkaland, Ongland,
Danmark og Spania.
Besti 2’ari: Svøríki
Tey, ið skulu spæla
um at koma víðari:
Portugal, Kroatia, Írland,
Bosnia, Tjekkia, Turkaland,
Montenegro og Estland
Við 2-1 sigri á Portugal í Ítróttarparkini, vissaði
Danmark sær pláss til EM2012 sum bólkavinnari