fríggjadagur 14. oktober 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tavan hevur
sett met í nøgd
Gulllaksavirkið í Leirvík hevur ongantíð áður tikið ímóti so nógvari rávøru sum í
vertíðini ár, og ongantíð áður hevur miðalprísurin á gulllaksi verið so høgur sum í ár
Vilmund Jacobsen
12.400 tons. Tað er nøgdin
av gulllaksi, sum Tavan í
Leirvík hevur keypt og virk
að til fars í vertíðini, sum nú
er liðug. Besta árið í nøgd
frammanundan var 2009,
tá fiskiskapurin eisini var
sera góður. Hetta árið keypti
virkið 11.200 tons av gull
laksi.
Orsøkin til, at nøgdirnar í
ár eru størri enn nakrantíð,
er, at fiskiskapurin hevur
verið góður, og haraftrat
hevur virkið at kalla burtur
av keypt fiskin hjá fýra ís
fiskatrolarum heldur enn
trimum, sum undanfarin ár
hevur verið tað vanliga.
– Vit hava keypt fiskin
hjá Polarhavi og Stjørnuni –
og hjá Eysturbúgvanum og
Vesturbúgvanum, sigur Jóan
Magnus Rasmussen, stjóri í
Tavuni.
Virkið í Leirvík keypti
fyrstu gulllaksalastina í ár
longu hin 4. apríl, og seinastu
landingarnar til virkið í
heyst vóru hin 3. oktober.
Vertíðin hevur soleiðis vart
í eitt hálvt ár.
Nógv virksemi
– Tað hevur verið nógv at
gera á virkinum í vertíðini.
Vit hava arbeitt við tveimum
vaktum á 10 tímar hvør vakt
in. Á hvørji vakt eru eini
30 fólk og samlaða talið av
fólki, sum soleiðis hevur
verið á lønarlista hjá Tavuni
í vertíðini í ár, liggur onku
staðni millum 60 og 70, tá
umsitingin er tald við.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at hetta er fyrsta árið,
at Tavan hevur keypt gull
laks hjá fýra skipum yvir
eina so langa tíð.
Seks skip eru á gull
laksaveiði og Vestmenningur
og Fram, ið eru teir, sum
higartil ikki eru nevndir í
greinini, hava burtur av land
að til Faroe Pelagic í Kolla
firði.
– Avreiðingarprísurin á
gulllaksi í ár hevur ligið eini
45 oyru hægri enn nakað
annað ár. Tað merkir, at
skip og manningar hava
fingið 4 krónur fyri kilo alla
vertíðina. Tað er ikki ringur
gulllaksaprísur, heldur stjór
in í Tavuni.
Hann leggur aftrat, at
veiðan hjá skipunum hevur
verið góð í ár – og kanska
heldur betri enn í fjør.
MSC-góðkenning
Umframt tey 12.400 tonsini
av gulllaksi, sum Tavan hev
ur keypt í ár, hava Vestmenn
ingur og Fram helst landað
eini 7.000 tons í Kollafirði.
Hetta gevur út við 20.000
tons tilsamans, ið er tað, sum
fiskifrøðiliga
ráðgevingin
sigur vera ráðiligt at fiska av
gulllaksi í eini vertíð.
Teir, sum eiga skipini og
virkini, sum keypa fiskin,
hava eina sínámillum avtalu
um, at samlaða veiðan eftir
gulllaksi skal ikki fara yvir
tey 20.000 tonsini, sum mett
verður kunnu fiskast – uttan,
at veiðan tá gongur út yvir
fiskastovnin.
Jóan Magnus Rasmussen
sigur, at partarnir arbeiða
saman við DNV, Det Norske
Veritas, um at fáa gull
laksaveiðina undir Føroyum
MSC-góðkenda.
– Vit vænta, at henda góð
kenning verður komin í hús,
áðrenn vertíðin byrjar aftur
í apríl komandi ár, leggur
hann aftrat.
Noreg størst
Vit spurdu eisini stjóran,
hvussu tað gongur at selja
farsið, sum virkið framleiðir
úr gulllaksi.
– Jú, tað hevur gingið
rímiliga væl. Vit hava avtalur
um levering heilt fram til
næstu vertíð, og vit vænta,
at tá gulllaksaveiðan byrjar
aftur, er alt, sum nú liggur
á goymslu, selt, sigur Jóan
Magnus Rasmussen.
Nógv tað størsta keyp
aralandið til gulllaksafars úr
Leirvík er Noreg, men felagið
hevur eisini týdningarmiklar
marknaðir í eitt nú Svøríki,
Danmark og Bretlandi.
vilmund@sosialurin.fo
Ivasamt
við upsa
rávøru
í vetur
Eins og onnur ár, fer
gulllaksavirkið Tavan
í Leirvík aftur at virka
upsa í vetur og fram til
næstu gulllaksavertíð.
Ivasamt er tó, hvussu
verður
við
rávøru
grundarlagnum,
nú
Polarhav og Stjørnan,
sum áður vóru grund
arlagið undir ráfiskatil
gongdini hjá Tavuni, nú
skulu landa í Klaksvík.
Í
summarhálvuni
er tað gulllaksur – og í
vetrarhálvuni upsi.
– Vit plaga at hava
tey flestu fólkini, sum
arbeiða hjá okkum í
gulllaksinum, eisini við
í upsanum. Vit royna
eisini mest møguligt
at arbeiða í tveimum
vaktum, tá upsavirk
semið er, men tá er dag
vaktin vanliga longri
enn kvøldvaktin.
Jóan Magnus Ras
mussen, stjóri í Tavuni,
sigur, at tey plaga at
keypa eini 2.000 tons
av upsa, sum vetrar
hálvárið gongur.
Hann vísir á, at onn
ur ár hava Polarhav og
Stjørnan eisini verið
høvuðsgrundarlagið
undir
rávøruni,
tá
upsavertíðin er fyri,
men í vetur verður tað
ikki so.
Polarhav og Stjørn
an hava nevniliga skift
eigara og eru ikki long
ur heimahoyrandi í
Leirvík.
– Skipini hoyra nú
heima í Klaksvík og
soleiðis, sum vit hava
skilt, skulu tey nú
verða við til at tryggja
Kósavirkinum rávøru.
Stjórin vísir á, at
Tavan tí noyðist út at
leita sær eftir upsará
vøru hjá øðrum skip
um.
– Hvussu hetta fer
at eydnast, vita vit av
góðum grundum ikki
í løtuni, men vit ætla
okkum at royna, sigur
Jóan Magnus Rasmus
sen, stjóri í Tavuni í
Leirvík.
vilmund@sosialurin.fo
Tað hevur verið
nógv at gera á virkinum
í vertíðini. Vit hava
arbeitt við tveimum
vaktum á 10 tímar hvør
vaktin
VIRKSEMI
Nógv gulllaksavirksemi hevur verið á Tavuni í Leirvík í ár, og virkið hevur sett nýtt met í rávørunøgd
Mynd: Vilmund Jacobsen
STJÓRI
Jóan Magnus Rasmussen er stjóri í Tavuni