fríggjadagur 14. oktober 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bárður Oskarsson er høvund
ur og teknari við fýra barna
bókum, ið Bókadeild Før
oya Lærarafelags gevur út.
Forlagsstjórin
Niels
Ják
up Thomsen sigur, at tað er
einki at ivast í at tann bókin,
sum seinastu árini er so nógv
mest eftirspurd er hin fyrsta
hjá Bárði, »Ein hundur, ein
ketta og ein mús«, sum fyrstu
ferð kom út í 2004.
– Tað var ikki í mínum
tonkum at verða týddur
og raka ein fremmandan
marknað, sigur Bárður Osk
arsson í samrøðu við Nám í
Frankfurt.
– Mín ætlan var heldur
ikki at gera eina avgjørt før
oyska barnabók, men heldur
eina bók, sum bjóðaði før
oysku barnabókini av, tað vil
siga at barnabókin í sniði og
innihaldi, talar til eitt ávíst
øki, sum kann vera Føroyar,
men tó ikki er bundin at Før
oyum.
Barnabøkur eru ofta so
lokalar og nema við við
urskifti sum tað kenda
og trygga. Eg gangi eftir
einum breiðari máli í
mínum bókum, har
vit eru leys av mentan og
búskapi og bindingum til
samfelagið, men vil heldur
raka hitt einstaka menniskj
að. Tí skal søgan vera einføld,
bæði í teksti og tekningum.
Higartil er bøkurnar hjá
Bárði Oskarsson umsettar til
íslendskt, dansk og franskt.
Á bókamessuni eru samráð
ingar við forløg um útgávur
á svenskum, týskum, italsk
um, enskum, ísraelskum og
koreanskum máli.
– Øll hesi sambond høvdu
ikki verið knýtt, um vit ikki
møttu á árligu bókamessuni í
Frankfurt, sigur Bárður Osk
arsson.
Hetta er eitt ævintýraland
Kommunan keypt Mentanarhúsið
bókmentir – Árliga bóka
messan í Frankfurt hevur alt
at týða fyri meg sum høv
und og teknara í útheiminum,
sigur Bárður Oskarsson við
heimasíðuna hjá Námi
Bókmentir »Mindblowing«, sigur Oyvør Dam Lassen, sum er bókavørður í Námi. Hon
er fyrstu ferð á bókamessu í Frankfurt, ið hon metir sum eitt slaraffenland, tikið beint úr
øllum ævintýrabókum
– Tað heilt serliga er at
síggja alt, sum hevur
við bøkur at gera, á
einum stað. Ikki minst
at møta rithøvundum og
forløgum, sum eg dagliga
samstarvi við, segði Oyvør
Dam Lassen í samrøðu við
Bigir Kruse á heimasíðuni
hjá Námi í gjár.
–
Her
eru
eisini
prentarar,
umsetarar,
innbindarar
og
nýggj
tøkni sum e-bøkur og
talgild leitiamboð, stutt
sagt alt, ið hevur við
bøkur og bókasavnsyrkið
í dag at gera.
– Beint nú var eg á einum
fyrilestri, Navigating the
Semantic Web, um at leita
á netinum. Har lærdi eg
um viðurskifti, sum eru
nýggj og viðkomandi fyri
allar bókavørðar og okkum
í Námi, so vit kunnu gera
okkara skrásetingararbeiði
betri og effiktivari, sigur
Oyvør
Dam
Lassen.
Á bókamessuni fái eg
eisini nýtt innlit í arbeiðið
hjá okkara ritstjórum og
hvussu arbeitt verður við
bókum, bæði heima og í
fremmandum
londum.
Sum heitið sigur, er hetta
ein messa, við stórum denti
á sølu og marknaðarføring.
Tað er serliga spennandi,
tí tað er so langt frá
mínum
dagliga
arbeiði
á
bókasavninum,
sum
er ein ókeypis tænasta
til
skúlaverkið,
sigur
Oyvør Dam Lassen, ið er
bókavørður í Námi, sum
er avmyndað undir einum
enskum sitati eftir Halldór
Laxness:
»Whoever
doesn’t
live
in
poetry
cannot
survive here on earth«.
Fuglafjarðar býráð sam
tykti á fundi mikukvøldið
einmælt at keypa Mentan
arhúsið.
Sjónleikarfelagið
átti
húsið.
Norðoya
Sparikassi
hevði pantið í húsinum, og
býráðið hevur samráðst
við sparikassan, og Fugl
afjarðar kommuna yvir
tekur nú pantið upp á fýra
milliónur krónur. Harvið
verður sparikassin loystur
frá Mentanarhúsinum.
Sigurð Simonsen, borg
arstjóri sigur, at kommun
an nú fer at umvæla húsið
og gera tað liðugt, sum
ongantíð var fullført. Tað
arbeiðið er mett at kosta
2,3 mió. krónur.
Býráðið hevur ikki tikið
støðu til, um kommunan
sjálv skal reka húsið, ella
um uppgávan skal latast
upp í hendurnar á øðrum.
Bøkur hjá Bárði vekja
áhuga í Frankfurt
Oyvør Dam Lassen, bókavørður á Námi, er við á
bókamessuni í Frankfurt
Mynd: Birgir Kruse
Mykinesleiðin
verður nú
boðin út av
nýggjum
Starndferðslan hevur
boðið út siglingina til
Mykinesar frá næsta
ár at rokna og trý ár
fram.
Í 2006 varð Myki
nesleiðin boðin út til
privat felag at røkja.
Síðani
hevur
leiðin
verið røkt av Sp/f
Mykines við M/S Bryn
hild 2006 – 2010 og av
Samtakinum Sjóferðir
við Silju Star og Froyi
í 2011.
Nú verður leiðin so
boðin út av nýggjum
galdandi frá 2012 og trý
ár fram við møguleika
fyri at leingja sáttmál
an fram til 2016.
Siglt verður í høv
uðsheitinum tveir túr
ar um dagin í fýra mán
aðir um árið, sum er frá
1. mai til 31. august.
Umframt
hetta
verður eisini siglt í
heystfrítíðini.
Boðin
út um
aftur
Sigla
í fýra
mán
aðir