fríggjadagur 14. oktober 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hesin er prentaður í 6.500
eintøkum og verður í løtuni
seldur í durasølu kring land
ið.
– Javni ger eitt ótrúliga
stórt og gott arbeiði fyri at
bøta um korini hjá teimum
menningartarnaðu. Tí hava
vit í Kiwanis gjørt av lata
tykkum hesa peningagávuna
upp
á
50.000
krónur.
Hetta segði forsetin í Kiwanis
Føroyar, Torkil Skála, tá hann
á
samkomu
mikukvøldið
í
Kiwanishúsinum
í
Jøkustræti 4 í Havn handaði
umboðum frá Javna kekkin
við teimum hálvthundrað
túsund krónunum.
– Vit eru sera takksom
fyri gávuna, sum í fyrsta
atløgu fer til at gjalda fyri
framleiðsluna av álmanakk
anum, sum í hesum døgum
verður seldur við dyrnar
hjá fólki kring landið, segði
Sigrun Wardum, forkvinna í
Javna, í sambandi við hand
anina.
Avlopið av álmanakka
søluni fer millum annað til
at fíggja ráðstevnu um fra
mhaldandi skúlagongd og
til mennandi tiltøk fyri fólk
um við menningartarni, sum
verður komandi ár.
Kiwanis, ið hevur sum
høvuðsendamál at betra um
umstøðurnar hjá børnum í
Føroyum, letur javnan gávur,
ið fyrst og fremst koma frá
árligu jólatræðssøluni og frá
einum føroyskum báti, sum
á hvørjum ári verður lutaður
burtur á Ólavsøku.
Felagsskapurin
hevur
millum annað latið pening
til spælistovu á Landssjúka
húsinum, Hotel Tórshavn
í Keypmannahavn og Sjó
mansheimið Ørkina í Reykj
avík. Ein annar partur av
hjálpararbeiðinum
er
at
stuðla familjum við til dømis
faðir-
ella
móðirleysum
børnum.
Orðið »kiwanis« stavar úr
indianskum máli og merkir
»vit byggja«.
Gáva
Torkil Skála, forseti í Kiwanis Føroyar, handar her umboðum fyri Javna við Sigrun Wardum,
forkvinnu, á odda, ein kekk upp á 50.000 krónur
Fiskivina
Gulllaksavirkið Tavan í Leirvík hevur havt nøkur sera góð ár
Tavan 21
miljónir
í avlopi í
tvey ár
So
ymsar –
og tó!
Roykt kjøtpylsa kallað aftur
Stongdu vertshús
Javni stórfingna
gávu frá Kiwanis
VÆLGERÐ Mikudagin handaði Kiwanis Føroyar
Javna ein kekk upp á 50.000 krónur, sum
felagsskapurin ætlar sær at nýta til at rinda
framleiðsluna av árliga álmanakkanum
fiskivinna Gulllaksavirkið
Tavan í Leirvík hevur havt fleiri
góð fylgjandi ár, men bestu
árini hjá felagnum í avlopi
eru árini 2009 og 2010
Kjøtbúðin í Havn hevur kallað aftur
saltaða roykta kjøtpylsu.
Orsøkin er, at sjúkuelvandi bakterianis
monocytogenes er ávíst í vøruni, sum
hevði haldføri til 8. november.
Vøran seld í Miklagarði, FK og flestu
matvøruhandlum í landinum.
Sjúkueyðkennini av eitranini kunnu
vera leyst lív og influensakend infektión
til blóðeitran og /ella menigitis. Eyðkennini
kunnu vísa seg frá nøkrum fáum døgum
upp til tveir mánaðir eftir smittu.
Ráðini til brúkaran eru at lata vøruna
aftur til handilin ella tveita hana burtur.
Politiið í Havn stongdi sein
astu natt eitt útskeingar
stað, sum hevði opið longur
enn loyvt
Klokkan tvey seinastu
nátt fekk politiið í Havn eina
klagu um harðan tónleik
frá einum útskeingarstaði
í Havn.
Politiið
fór
á
vitjan
og kom eftir, at har varð
skonkt framvegis, hóast
vertshúsið
skuldi
verið
stongt á midnátt.
Umberingin var, at har
var eitt privat ball, men
loyvi varð ikki søkt um tað.
Tí snaraði politiið lykilin
um.
Tíðindaskriv: Vit ynskja
at gera vart við, at stórur
týdningur
er
á
øktari
kynsjavnvág, har politiskar
avgerðir
verða
tiknar,
soleiðis at tær samfelagsligu
raðfestingarnar í Føroyum
frameftir í størri mun verða
til gagns fyri bæði kvinnur
og menn.
Vit stilla upp fyri allar
politiskar flokkar, og vit fara
sjálvsagt at umboða okkara
flokkar á tingi. Men hinvegin
ynskja vit at samstarva um
viðurskifti og um evni, sum
eftir okkara tykki higartil
ikki hava fingið tað neyðuga
uppmerksemið í politisku
skipanini.
Vit siga tí allar:
Ja til íverksetan, eisini
fyri kreativar vinnur!
Ja til betri kor fyri støk
foreldur!
Nei til kynsligan ágang!
Nei til fátækradømi fyri
kvinnur í aldurdóminum!
Hesin listin er langt frá
troyttur, men neyðugt er at
byrja onkunstaðni.
Lat okkum gera okkurt
annað, enn tað vit plaga.
Lat okkum seta krossin fyri
øktari kynsjavnvág á tingi.
Gott val!
Kvinnur, sum stilla upp
fyri A, B, C, D, E, F og Ht
koyrikortið í hálvt ár fyri
fyrilitsleysa
koyring,
tá
hann yvirhálaði ein bil við
ein gonguteig, har ein kona
skuldi yvur um vegin við
barnavogni.
Hendingin fór fram í apr
íl í ár, tá maðurin kom koyr
andi eftir Hoyvíksvegnum
norðureftir. Hann yvirhálar
ein bil, sum var steðgaður
við ein gonguteig. Maður
in, sum yvirhálar, varnast
ikki, at ein kona er á veg út á
gonguteigin í vinstru síðu.
Maðurin játtaði seg sek
an í fyrilitsleysari koyring.
Ákærin mælti til, at
maðurin fekk eina bót upp
á 1500 krónur og skuldi har
aftrat missa koyrikortið í
hálvt ár. Orsøkin til, at hann
skuldi missa koyrikortið var,
at hann hevði ein annan
ferðsludóm frá mars 2008,
har hann hevði fingið treyt
aða frádøming av koyrikort
inum fyri ov nógva ferð.
Ein av treytunum var, at
hann ikki mátti bróta ferðsl
ulógina næstu trý árini, og
tá hendan royndartíð ikki
var av, misti maðurin koyr
ikortið í hálvt ár.
Maðurin tók við dómi
num.
Vilmund Jacobsen
Fiskaframleiðsla í Føroyum
hevur sum heild ikki sæð
sínar bestu dagar í fleiri ár.
Tó hava nøkur virkir havt
avlop í rakstrinum, eitt nú
virkir, sum virka saltfisk.
Onnur virkir, sum hava
virkað
tær
traditionellu
fiskavørurnar, eru farin av
knóranum. Soleiðis fór alt
virksemi hjá Faroe Seafood
av knóranum fyri sløkum
ári síðan. Her skulu vit tó
leggja aftrat, fleiri skip eisini
hingu uppi í virkseminum
hjá samtakinum.
Tað fiskavirkið, sum sæst
burtur úr øllum hinum, er
Tavan í Leirvík, sum seinastu
tvey árini hevur havt sera
góð úrslit.
Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri í Tavuni, er ikki mað
urin við teimum stóru orðu
num, men hann upplýsir, at
avlopið í 2009 var 10,8 miljónir
krónur, og rakstrarúrslitið í
fjør var 10,3 miljónir krónur.
- Hetta eru tvey sera góð
ár, men í løtuni dugi eg ikki
at meta um, hvussu árið 2011
fer at vignast, sigur stjórin í
Tavuni í Leirvík.