fríggjadagur 14. oktober 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Dáttligt kom tað á, tá tað
frættist sunnudagin, at Joen
Pauli hevði lagt árarnar
inn. Tær árar, sum hann so
dúgliga hevði brúkt til tað
síðsta.
Joen Pauli hevði júst fylt
72 ár, nú hann fór um sýn.
Hann hevur verið nakað
merktur av sjúku tað sein
astu tíðina, men fyri bert
nøkrum vikum síðan hevði
hann fingið góð boð. Hann
var so himmalska glaður um
hesi boð, og hevði bjartar
vónir um framtíðina.
Joen Pauli var føddur
í Miðvági í 1939. Har vaks
hann upp.
Sum ungur hevði hann
ymisk fyrifallandi arbeiði á
landi, ofta saman við pápa
sínum Edvardi. Teir vóru sam
an í Borgshavn nøkur summ
ur. Joen Pauli sigldi eisini
nøkur tíðarskeið seinni í lívi
num, m.a. við W.U. Hammers
haimb og Giljanesi.
Joen Pauli hevði sera gott
handalag, tí var tað natúrligt,
at hann fór í smiðjulæru hjá
Steingrim.
Tá Joen Pauli var komin til
mans, fór hann til Danmarkar
at lesa til maskinverkfrøðing.
Heimafturkomin fekk hann
arbeiði á teknistovuni hjá
J.K. Joensen í Miðvági.
Joen Pauli var undan
gongumaður á sínum øki.
Hann hevur verið við til at
menna nógvar maskinur til
vinnulívið. Tá svartkjafta
vinnan byrjaði, var Joen Pauli
við til at útvikla og betra um
fabrikkina á Giljanesi og
fleiri øðrum skipum.
Joen Pauli hevur eisini
verið við til at menna maskin
urnar á Teymavirkinum í
Runavík.
Eitt gott dømi um, hvussu
hegnigur Joen Pauli var, eru
hús hansara, Tey fyrstu av
sínum slag í bygdini, sum
hann hevur teknað saman
við konu síni Jónrith. Húsini
smíðaði hann við hjálp frá
pápabeiggjanum Palla. Tey
standa sum ein prýðiligur
varði yvir tey bæði.
Joen Pauli sat í komm
unustýrinum í Vága komm
unu, nú hann doyði. Hann
sat fyrstu ferð í kommunu
stýrinum í Miðvágs komm
unu sum varalimur í val
skeiðinum frá 1997 til 2000.
Á valinum í 2000 var hann
valdur, og hevur hann sitið
í kommunustýrinum síðan.
Hann var borgarstjóri í Mið
vágs kommunu valskeiðið
frá 2000 til 2003.
Joen Pauli var sera nógv
avhildin og virdur, bæði sum
borgarstjóri og sum komm
unustýrislimur. Hann var
altíð væl fyrireikaður og ná
greiniligur í málsviðgerðum.
Hann ynskti altíð málini væl
lýst, áðrenn støða var tikin.
Sveinastykkini hjá Joen
Paula í kommunalpolitikki
eru ivaleyst Gamli Skúli í
Miðvági, sum var gjørdur til
barnagarð og nýggi barna
garðurin “Miðgarður”, har
Joen Pauli var formaður í
bygginevndini. Joen Paula
untist tíverri ikki at vara
við, tá “Miðgarður” var tikin
alment í nýtslu. Tá lá hann
á sjúkrahúsinum. Hann sat
eisini í bygginevndini fyri
nýggja skúlan á Giljanesi.
Stóra
hjartamálið
hjá
Joen Paula var MB. At vinna
hesum felag sømdir, stríddist
hann hart fyri. Joen Pauli var
sjálvur ein av bestu fótbólts
leikarunum hjá MB á yngri
døgum. Eisini róði hann við
áttamannafarinum Miðvingi
í fimti- og seksti árunum. Ta
tíðina, tá Miðvingurin vann
nærum hvørja ferð.
Joen
Pauli
undirvísti
nakrar tímar um vikuna í
motorlæru í Miðvágs/Sanda
vágs Skúla. Hann hevði sera
gott tak á ungdóminum, og
var nógv avhildin sum lærari.
Undirtøkan fyri motorlæru
var óvanliga stór tey árini.
Joen Pauli var ein klókur,
róligur, siðiligur og sterkur
maður,
sum
virdi
sínar
arbeiðsfelagar.
Hann
var
sera góður í ráðum, og nógv
avhildin bæði av politikarum
og av starvsfólkinum hjá
kommununi.
Vit minnast hann við virðing
og takksemi.
Vága kommuna
Til minnis um Joen Paula Frederiksen í Miðvági
Føðingar
26. september fingu Elisabeth
Wennerstrøm og Petur Juul
Johannesen, Tórshavn, tvíburð
ar, gentu og drong. Gentan vig
aði 3025 gr. og var 50 cm long,
og drongurin vigaði 3250 gr. og
var 52 cm langur.
29.
september
fingu
Elin
Heinesen og Jóhan Petur Holm,
Keypmannahavn, eina dóttur.
Hon var 56 cm long og vigaði
3900 gr.
1. oktober fingu Marita Magna
dóttir
og
Egil
Eysturberg,
Hvalba, eina dóttur. Hon var 53
cm long og vigaði 3220 gr.
2. oktober fingu Karl og Kristina
Leonsson, 160 Argir, ein son.
Hann var 52 cm langur og vigaði
3440 gr.
6. oktober fingu Susana og Jón
Durhuus, Veracruz Mexico, eina
dóttur. Hon var 46 cm long og
vigaði 2750 gr.
6. oktober fingu Anna Elisabeth
Iversen og Jan Dam, Keypmanna
havn, eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3240 gr.
21. september fingu Durita Samuelsen og Petur
Mohr Dam, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 4000 gr.
5. september fingu Lina Rasmussen og Jóhan
Helmsdal, Keypmannahavn, eina dóttir. Hon var
51 cm long og vigaði 3086 gr.