Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 (Hendan greinin er óhóskandi fyri útisetar, sum umhugsa at flyta heim). Sum eg var glað hendan dagin. Onkur hevði stovnað ein bólk á Facebook undir heitinum "Svakir føroyskir prísir". Her kunnu øll leggja mynd­ir og søgur inn um prís­ ir, sum eru heilt av leið. Til dømis, at mjólkin kostar 11- 13 krónur í Føroyum, meðan hon fæst fyri eina trilli­runda fimm­krónu í syðra partinum av ríkinum. Tað er í tøkum tíma, at føroyingar vakna og gera uppreistur móti prísstøðinum her á landi. Eitt er, at hundadýru prísir­ nir styggja útisetar frá at flyta heim. Teir eru eisini við til at reka fólk av landinum, og gera tað óhuga­­ligari hjá okk­um øðrum, sum royna at fáa ting­ ini at fungera her heima. Havi gjørt nøkur rokni­ stykki, sum siga nakað um, hvussu hundadýrt tað er at keypa inn í Føroyum. Taki støði í mær sjálvari, familja við trimum stórum børnum. Skulu vit til dømis keypa 3 litrar av mjólk dagliga, er kostnaðurin 1000 kr. um mán­að­in. Sostatt skal eg tjena nærum 2000 kr. áðrenn skatt til mjólk til eina barna­ familju. Skulu vit øll fimm hava tilmæltu nøgdirnar av frukt og grønt dagliga, kemur hetta lættliga upp á 3000 kr. um mánaðin. So her skal eg tjena úti móti 6000 kr. áðrenn skatt!! Lagnunnar speisemi vil tað eisini soleiðis, at tað loys­ir seg nógv betri at keypa út­lend­ skan, inn­fluttan fryst­an fisk í mat­vøru­handli­num, enn frísk­ an føroyskan fisk, sum svim­­ur í okkara egna sjógvi. Og eri eg ikki vakin, kann eg lættliga koma til at keypa Zendium tannkrem í Matas fyri 49,95 - meðan tað kostar millum 22,95 á tilboð onkra­ staðni, og 37,95 onkra triðja staðni. Hetta átti snøgt sagt ikki at verið lov! Um vit vilja tað ella ikki, so er tað ein átrokandi polit­ iskt avbjóðing av fáa prís­ støðið niður. Serstøða Føroya ger, at vit alla somlu tíðina eru í grótharðari kapping við granna­londini, serliga Danmark. Skal tað vera lokkandi at liva her, mugu prísirnir niður. Eg ynski at seta mær sum politiskt mál, at Føroyar ikki skal vera heimsins allar­ dýrasta land at liva í. Eitt amboð, er at endur­ stovna príseftirlitið, sum hevur verið óvirkið í fleiri ár. Onkur má um­boða brúk­aran mótvegis handils­vinnuni, sum í løtuni kann áseta vøruprísin út frá devis­uni um at "går den, så går den". Vantandi príseftirlit og kapping eru høvuðs­orsøk­ir­ nar til høga prísstøðið í Føroy­ um. Tí okkara avgjøld eru ikki hægri enn tey donsku. Hóast vit altíð hava ein ávísan flutningskostnað, so eigur prísstøðið ikki at vera 14 prosent hægri enn tað danska, sum tað er í løtuni! Hetta, samstundis sum, at føroy­ska miðalinntøkan er 22 pr­o­sent lægri enn hin danska! Vit eiga ikki at góðtaka, at okkara livistøðið er so nógv lægri enn tað danska. "Går den, så går den" hug­burð­urin gongur sjálv­ andi, tí onki eftirlit er við prísásetingini. Okkum væntar ein stovn, sum kann kanna, kunna um og seta tiltøk í verk, í sam­ bandi við prísáseting. Eitt sterkt og virkið prís­ eftirlit skal út í handlarnar at kanna og samanbera prísir. Eisini skulu fólk kunna senda inn klagur um prísir til eftirlitið, sum harumframt skal hava førleika at veg­ leiða handilslívinum um prís­áseting. Eftirlitið kann eisini koma við tilmælum til myndugleikarnar um, hvussu prísstøðið kann lækkast á ávísum vørum, til dømis mjólk, breyð og frukt. Og sjálvandi skal prís­ eftir­­­litið virka saman við kapp­ing­ar­­ráðnum og brúk­ ara­­­um­boðnum - alt við sama enda­máli: at verja okk­ um ímóti fríu marknaðar­ kreft­­­u­num, tá tær fara av sporinum. Tí frí kapping er bara frí og fín, tá hon er undir neyvum eftirliti! Rigmor Dam valevni hjá Javnaðarflokkinum www.rigmor.fo - rákið er reytt og grønt! LØGtingsvalið 2011 Føroyska prísstøðið er langt úti Vit eiga ikki at góðtaka, at okkara livistøðið er so nógv lægri enn tað danska. Skal tað vera lokkandi at liva her, mugu prísirnir niður. Tí skulu vit hava eitt sterkt príseftirlit Tess størri almenna skuldin gerst, tess størri er vandin fyri, at Føroyar enda í rentu­ felluni. Rentufellan hevur við sær, at ein støðugt størri partur av inntøkum lands­ kassans mugu fara til rentur og av­­drøg uppá lán, ið eru tikin. Hesa støðu mugu vit ikki koma í sum samfelag. Tað fer at ganga út yvir vælferðina hjá hinum einstaka umframt karmarnar hjá vinnuni. Tí má búskapurin fram­ yvir stýrast við skili og fast­ ari hond, so Føroyar koma væl ígjøgnum stóru avbjóð­ ingarnar Javnvág á fíggjarlógina Tað er bráneyðugt at fáa javnvág aftur á fíggjar­lóg­ ina. Hetta er ein málsetn­ ingur, sum allir flokkar mugu binda seg til. Í veruleikanum er ein varin og málrættaður fíggjar- og búskaparpolitikkur hitt mest týðandi vallyftið, ið eitt valevni kann geva. Bygnaðarbroytingar nú! Snakk skal skiftast út við handling. Tann langa røðin av bygn­ að­arbroytingum, sum føroy­ ingar fremvegis bíða eftir, men ið summi hava forðað fyri, skulu fremjast nú. Tað er ein partur av heiliváginum. Sum politikarar skulu vit trýsta á fyri at skapa vøkst­ur í verandi vinnum og eisini fyri veita góðar rammur fyri nýggjar og nýskap­andi vinnur. Tað er við til at tryggja støðugan búskaparvøkstur. Rávøran skal koma til hølvdar, so meirvirði verður skapt í Føroyum. Eitt arbeiðs­loysi á 6-7 prosent er ov høgt. Um vit við fyrimuni kunnu framleiða vøruna her heima, sleppa fleiri tómar hendur til verka. Loysa seg at arbeiða Tað skal altíð loysa seg at arbeiða. Í dag er ikki eggjandi hjá nøkrum at forvinna nakrar krónur eyka. Um tú tjenar meira enn 250.000 krónur árliga, fara útvið 60 krónur av hvørjum 100 krónum í skatti og avgjøldum. Við ávísum sosialum skipanum er tað enntá so, at fólk fáa færri krónur at liva fyri, um tey forvinnur nakrar krónur eykað. Hetta má broytast beinanvegin. Samanumtikið eru skila­ góð og hondfast fíggjar- og búskaparstýring, bygnaðar­ broytingar og betri virkis­ um­­støður og arbeiðs­hugur ein­asti heili­vágur, sum hjálpir. Samband við búskapin Samband við framtíðina LØGtingsvalið 2011 Bárður Nielsen valevni Sambandsfloksins Búskaparvøkstur er einasti heilivágur Búskaparkreppan og stór mistøk frá fullveldisstýri­ num kosta dýrt. Seinastu fýra árini er føroyska skuldin vaksin við 2,1 milliardum krónum. Vend má koma í, og við røttum politikki fer tað at eydnast Fiskivinnan hevur verið høvuðsvinnan í Føroyum í langa tíð. Tað er hon enn, men gongur tað á sama hátt sum nú verður alivinnan skjótt høvuðsvinnan. Alivinnan var í kreppu í nøkur ár. Hetta komst av sjúku, sum stóðst av vána­ lig­ari stýring frá almennari síðu og frá alarum sjálvum, sam­stundis sum prísirnir vóru niðurgangandi. Nú er ali­ vinnan væl skipað og kastar nógv av sær, bæði til landið og tey , ið virka í henni. Fiskivinnan kundi givið nógv meir, enn hon ger í dag, hetta kemst av ovfisking, og tí er alneyð­ugt at minka um flotan. At ungir menn, ið fegnir vilja arbeiða 12 tímar ella meira, ikki tíma til skips, tí hetta gevur ov lítið, er eitt nóg gótt prógv um hetta. Um eg komi á ting, vil eg virka fyri, at: • Fiskidagarnir verða fakk­að­ ir, soleiðis at lønsemi kemur í fiskiflodan. • Stuðul til fiskivinnuna verður niðurlaðaður (tó ikki fiskimannafrádrátturin). • Bólkur 5 verður ikki skerdur meir. • Flest kg og mest kr fyri oljuliturin. • Fiskiloyvini verða ikki sølu­ vøra eftir 1. januar 2018. Vit sigla inn á ting So javnt millum føroyingar Føroyar. Fiskivinna (3 av 10) Heri Ólason Dam