fríggjadagur 14. oktober 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað snýr seg um penga
mappuna hjá tær og mær,
og um at framtíðartryggja
okkara búskap. Tíðin er
meira enn búgvin at fara
undir eina orkukollvelting,
sum skal gera okkum leys
av oljuni og sjálvbjargin við
varandi orku.
Tað rakar vanliga húsar
haldið og vinnuna ómetaliga
meint, at olju- og streym
prísirnir áhaldandi hækka.
Vit gjalda okursprís fyri ljós,
hita og framleiðslu. Og tíverri
eru øll útlit til, at hetta bara
fer at gerast verri. Um ikki vit
her og nú seta spakan í , so vit
veruliga kunnu fremja eina
neyðuga orkukollvelting.
Vit
innflyta
olju
fyri
omanfyri milliardina ella á
leið ein fjórðing av føroyska
innflutninginum. So hvørt,
sum oljan gerst dýrari, dýrka
eisini streymprísirnir, tí meira
enn helvtin av streyminum
verður framleiddur við olju.
Orkumál mugu, sum eg
áður havi víst á, verða ímill
um allar fremstu raðfestingar
í eini komandi stjórn.
Avbjóðingar og
møguleikar
Vit vita, at tað er avmarkað,
hvussu
nógv
vatnorkan
kann útbyggjast. Og, vit
kunnu snøgt sagt ikki turr
leggja fleiri áir og fossar.
Vatnorkan kann útbyggjast
við pumpuskipanum, sum
gevur størri nýtslu av ver
andi vantgoymslum. Men
samanumtikið kann vatn
orkan ikki nær námind nøkta
tann ógvusliga vøksturin í
streymframleiðslu, sum skal
til, skal samfelagið av álvara
elektrifiserast, fyri at sleppa
av við oljuna.
Samstundis er tøknin og
vitanin um sjóvarfallsorkuna
nú komin so langt, at vit um
fá ár kunnu byrja at gagn
nýta hana. Men, tað krevur,
at røttu stigini og íløgurnar
verða gjørdar nú. Afturat
sjóvarfalli, vatni og vindi eru
aðrir møguleikar, sum kunnu
nýtast at hita smærri eindir
ella býlingar við - jarðhiti,
sólorka, biogass til fjarðhita,
v.m.
Tøkniligar loysnir
til fiskivinnuna
Ímeðan ein triðingur av
okkara oljunýtslu fer til at
hita bústaðir, fer ein annar
triðingur til skipaflotan. Eis
ini her eigur eitt framfýsið
orkumálaráð
at
stimbra
undir orkusparandi loysnir.
Serliga shippingvinnan - ið
siglur um øll heimshøvini -
tekur stór tøk at spara orku
og royna onnur brennievni
enn olju til motorarnar.
Fleiri av loysnunum, ið longu
eru og verða mentar, kunnu
eisini nýtast umborð á fiski
skipum, og kunnu koma
afturat ymiskum orkuspar
andi loysnum, sum vinnan
er farin undir at menna her
heima.
Miðvísan poltikk
Tey stóru ítøkiligu stigini at
flyta okkum yvir í ein “rein
orkubúskap” mugu takast
nú! Her er meira enn ríkiligt
at tríva í komandi valskeið:
Gjørdu streymmátingarnar
skulu nýtast at gera veru
ligar royndir at fáa sjóvar
fallsorkuna til høldar, sam
stundis, sum meira ferð skal
fáast á víðari útbygging
av vindorkuni og pumpu-
gomsluskipan til vatnork
una. Vit skulu menna førleik
an at royna alternativar
orkuveitingar- og orkuspari
skipanir og at taka til okkum
tøkniligar loysnir.
Vit skulu málrætta part
av
granskingarpengunum,
og nýta limaskapin í FP-
programminum hjá ES, at
fáa ferð á føroyska orku
gransking, og at knýta okkum
at verkætlanum, har Føroyar
kunnu vera royndarøki.
Vit mugu nýta størri part
av almennu íløgukrónunum
til
at
bjálva
almennar
bygningar, eitt átak, sum
samstundis stimbrar byggi
vinnuna. Og vit skulu nýta
avgjaldspolitikkin sum eitt
miðvíst amboð at løna orku
sparing
og
–effektiviteti,
og at fyribyrgja orkuoyðsli.
Almenningurin og vinnan
mugu fáa betri atgongd til
óhefta ráðgeving um orku
sparing og -loysnir. Og land
og kommunur mugu semjast
um umskipan av SEV til ein
sterkari
orkustovn,
sum
kann ganga á odda í neyðugu
orkukollveltingini.
Okkara framtíð
At leggja um til grøna orku,
snýr seg um at tryggja penga
pungin og búskapin hjá tær,
mær og okkara eftirkomar
um. Tí mugu stórar avgerðir
takast her og nú, so vit, tá
næsta valskeið er runnið, eru
komin væl áleiðis at at hita
og lýsa føroyska samfelagið
upp við grønari varandi
orku.
Les meira á
www.tjodveldi.fo/bjort
Orkan - okkara pengapungur
og framtíð
Bjørt Samuelsen
LØGtingsvalið 2011
Herfyri spurdi Oddfríður
Marni Rasmussen, hvat ein
politikari kann lova lista
fólki fyri atkvøðu teirra.
Oddfríður dregur her ein
sera áhugaverdan tátt upp
í valstríðið. Oddfríði nýtist
ikki at sannføra meg um tann
týdning, sum listin hevur og
um ta sannroynd, at korini
hjá føroyskum listafólkum
áttu at verði munandi betri.
Menniskjan livir ikki av
breyði eina, tað skal bæði tað
andaliga og tað kulturella til
fyri, at vit skulu kenna eina
meining og gleði við lívinum.
Ein ketta hevur livað sum
ketta,
síðan
Gud
skapti
heimin, men í menniskjuni
hevur Várharra lagt evnini til
annað enn tað. Tað fólk, sum
er ført fyri at endurnýggja
seg mentanarliga, er eisini
ført fyri at endurnýggja seg
vinnuliga, tí er tað ikki av
leið, tá Oddfríður sigur, at
mentan selur fisk. Føroyingar
hava vunnið móðirmálinum
heiður og æru. Vit hava
funnið okkara tjóðskaparliga
samleika við nógvum av tí,
sum hongur uppi við hesum,
men heilt komin á mál eru
vit ikki enn, og tað koma
vit neyvan við tað fyrsta,
tí hugmyndir okkara hava
lyndi til at broytast og taka
nýtt skap og vit við teimum.
Í nógv Harrans ár hevur
verið tosað um at byggja
ein Føroyskan Tjóðpall. Vit
hava fingið ein viðfáning
av karmi um ein tjóðpall,
men innihaldið og alt tað,
sum fólkini aftanfyri henda
pall skapa, er dygd og aftur
dygd, so ein grætur gleðitár,
næstan hvørju ferð. Hvussu
ber tað til, at tingið eftir
einari nátt kann taka avgerð
um t.d. at bjarga Smyril-Line
– ikki tí, at nakað skeivt er
í tí – samstundis, sum tað
er ómetaliga tungt at fáa
skapt góðar karmar um ein
hóskandi tjóðpall? Vit mugu
minnast til, at tað er ikki
bert tann vakra føroyska
náttúran, men so sanniliga
eisini eitt ríkt og virkið
mentanarligt og listarligt lív,
sum dregur okkum og onnur
at hesum landi. Vit skulu
skipa soleiðis fyri vinnuliga
og búskaparliga, at vit fáa
ferð á búskaparvøksturin
í samfelagnum, og her eiga
vit straks at binda um heilan
fingur og taka avgerð um, at
listin og granskingin verða
partur í búskaparvøkstrinum.
Ein
rithøvundur
skrivar
ikki bert bøkur, men bøkur
skapa eisini arbeiði bæði
í framleiðsluliðinum og í
søluliðinum, og tað ger restin
av listini eisini.
Listaháskúli Føroya
Oddfríður spyr eftir listar
ligum
verkstøðum
sum
atelier, venjingarhøli, fram
sýningarhøli, ið kann skapa
eitt umhvørvi til listafólk.
Her havi eg eitt uppskot,
sum fleiri onnur eisini halda
er rætt. Vit skulu umskipa
Føroya
Fólkaháskúla
til
Listaháskúla
Føroya.
Ein
skúla fyri list í víðastu merk
ing, har fólk kunnu læra at
skriva, tekna, mála, spæla
sjónleik, gera film, sniðgeva
og finna uppá heilt nýggjar
listarligar
framberingar
hættir. Samstarv skal fáast í
lag við Føroya Musikkskúla,
og listaháskúlin kemur at
liggja eina snørislongd frá
Læraraskúlanum, sum nú
er ein partur av Fróðskapar
setri
Føroya.
Tað
skuldi
ligið væl fyri við einum
neyvum
samstarvi
har
eisini. Fyristøðumaðurin á
háskúlanum er sjálvur rit
høvundur, sum enntá hevur
fingið virðisløn Norðurlanda
ráðsins fyri bókmentir.
Ein
slíkur
listaháskúli
gevur arbeiði til nógvar
hendur millum listafólk, bók
mentafrøðingar, rithøvundar
og lærarar, og tað ber til at
útbúgva fólk á ymiskum
stigum – eisini sum partur
av útbúgvingunum á Fróð
skaparsetrinum. Á háskúla
num eru skúlastovur, høll,
køkur og alt tað, sum skal til
fyri at fara í gongd straks og
lata skúlan savna seg um list
í breiðum týdningi – einum
virksemi, sum longu er byrjað
við
sjónleikaraskúla
og
filmskúla. Her ber til straks
at fáa í lag eitt livandi og
skapandi listarligt umhvørvi,
um listafólk og onnur áhugað
standa saman. Skulu vit
bíða eftir nýggjum húsum
koma vit at bíða leingi, men
her hava vit hølini, sum bíða
eftir okkum. Tað eru eisini
kømur at búgva í hjá fólki,
sum koma langvegis frá, og
tað ber til at hýsa teimum,
sum koma til styttri skeið.
Latum okkum gera Føroya
Fólkaháskúla til Listaháskúla
Føroya í samstarvið við
Fróðskaparsetrið, tað forðar
ikki á nakran hátt fyri, at tey
skeið, sum eru og hava verið
har, kunnu halda á fram.
Lærarar eru á skúlanum og
listafólk og rithøvundar ber
til at knýta at skúlanum.
Hesum vil eg, um eg komi á
ting, arbeiða fyri av fullum
hjartað.
Eisini
lívið
hjá
listafólkunum skal gerast
lættari og rættari.
Føroya Fólkaháskúli umskipast
til Listaháskúla Føroya
Jóan Pauli Joensen
valevni
Javnaðarfloksins
LØGtingsvalið 2011
Valgreinar