fríggjadagur 14. oktober 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit skulu:
• Fyrst og fremst skulu vit
sjálvsagt gera tað gott at
búgva í Føroyum, so vit
fyribyrgja fráflyting. Her
mugu vit fáa greiði á um
tað eru ávís afturvendandi
viðurskifti, ið gera, at fólk
flyta burtur? Tá vit vita
tað, ber til at seta fokus á at
loysa teir trupulleikarnar.
Vit vita nokkso væl frá
kanningum, hví fólk velja
ikki at flyta heimaftur,
so her hava vit nakað at
arbeiða við.
• Styrkja um útboðið av
útbúgvingum, soleiðis at
tey ungu hava møguleika
at taka fleiri útbúgvingar
herheima. Eg havi fyrr
víst á týdningin av einum
altjóða universiteti fyri
fólkavøkstur. Eitt styrkt
Setur fer eisini at skapa
arbeiðspláss fyri vællærdar
føroyingar og útlendingar.
• Víðka hugtakið “føroy
ingar”, til eisini at umfata
føroyingar, ið eru búsett
fyribils ella fyri altíð uttan
lands. Gera skipanir, td
dátugrunnar, har tey kunnu
skráseta seg, so vit vita
hvørjar førleikar tey hava og
hvønn møguleika og áhuga
tey hava í at brúka sínar
førleikar onkursvegna í
føroyska samfelagnum.
• Fáa valrættin víðkaðan
til allar føroyingar
uttanlands, td. tey fyrstu
10 árini eftir at tey eru
flutt heimanifrá. Hetta
knýtir fólk til landið, tí við
valrætti fylgja tey við í
samfelagnum á ein annan
hátt, tí teirra atkvøða telir
og við henni kunnu tey
gera sína ávirkan galdandi
og velja hvussu tey halda
samfelagið skal innrættast.
• Møguliga kundi vit funnið
uppá onkra “gularóts”
skipan. Td við at fólk, ið
taka lestrarlán frá ÚSUN,
bert gjalda ein lítlan part
av láninum aftur, um tey
flyta heim td innan 5 ár eftir
loknan lestur.
• Bíligari ferðasamband:
Tað almenna eigur
at taka av ella minka
um ferðaavgjøldini á
flogferðum, soleiðis at tað
í størri mun gerst møguligt
at búgva í Føroyum og
framvegis arbeiða heilt ella
partvís uttanlands.
• Styrkja javnstøðuna:
Vantandi javnstøðan í
Føroyum er ein ítøkilig
orsøk til at nógvar kvinn
ur - sum vit sum kunnugt
mangla mest - ikki flyta
aftur til Føroya. Samfelagið
verður sæð sum mansdomi
nerað og reaktivt og lítið
lokkandi fyri modernaðar,
vællærdar kvinnur. Hetta
mugu vit taka í álvara og
seta nógv meir turbo á javn
støðu í politikki, vinnulívi
og øðrum valdspostum.
Les um mínar hugsanir og
hjartamál á gballe.blogspot.
com ella á Facebook. Har
vil eg fegin kjakast og fáa
innlit í tykkara hugskot og
meiningar.
Gunvør Balle
valevni hjá Tjóðveldi
LØGtingsvalið 2011
Fólkavøkstur
er vorðið eitt mantra, sum øll tosa um og ynskja at loysa. Vónandi boðar tað frá
góðum, so komandi stjórn okkara fer at raðfesta hetta millum fremstu innsatsøkini.
Her eru nøkur boð uppá hvat eg haldi skal til, fyri at venda tí gongdini
Búskaparfrøðingar
eru
á
einum máli um, at alheimsbú
skapurin er í svárum trupul
leikum, og vit standa eftir
øllum at døma yvir fyri einari
nýggjari
búskaparkreppu,
har stórbúskapir frysta og
harvið
allur
dynamikkur
og fleksibilitetur á fíggjar
marknaðinum. Hvussu nógv
Føroyar
beinleiðis
verða
ávirkaðar av slíkari kreppu
er ilt at meta um, men vit
kunnu ikki venda blinda
eygað til, tí vit hava sjálvi
ein ovurstóran trupulleika
av einum halli á fíggjarlógini
á 500 mió, sum árliga skal
fíggjast við lánsbrøvum við
høgari rentu, og har vandin
er fyri einari niðurrating av
tí føroyska búskapinum.
Fremsta uppgáva, sum
nývalda løgtingið má taka
sær av, er at fáa hallið á
fíggjarlógini burtur. Tað ber
ikki til at skatta okkum til eitt
minnið hall, tíansheldur at
leggja fleiri gjøld á vinnuna.
Heldur eiga vit at skapa
vøkstur í samfelagnum, sum
kann minka um hallið. Vit
skulu fáa meiri fyri hvørja
krónu, vit skulu rationali
sera við at leggja hóskandi
stovnar saman, fáa felags
innkeypspolitikk, har stór
rakstrarfyrimunir verða fyri
landið. Ein størri dynamikkur
og eitt betri samstarv eigur
at vera millum tað privata og
tað almenna, har innovation
og kreativitetur eru lykaorð,
til tess at optimera hvørja
krónu og ikki minst eiga
fleiri effektmátingar at verða
gjørdar av teimum játtanum,
sum vit politikarar lata.
Effektmátingar eiga at
gerast av hvørjari skatta
krónu.
Innan fyri almenna grann
skoðanar umhvørvið verður
nógv tosað um í hesum døg
um, at tað er neyðugt at gera
effektmátingar av teimum
skattakrónum, sum verða
latnar til almennar veitingar.
Tað er ein politisk ábyrgd, at
vit tryggja okkum, at hvør
skattakróna,
sum
verður
tikin frá skattaborgarunum
verður
brúkt
optimalt.
Áðrenn vit lata játtanir til
eitt nú fólkaskúlan, fróð
skaparsetrið,
eldraøkið
skulu vit politikarar gera
okkum púra greitt, hvat vit
vilja hava burturúr játtanini,
soleiðis at tað ber til at gera
almennar grannskoðanir av
hesum, grannskoðan av um
peningurin
hevur
rokkið
sínum endamáli. Kanning
ar í Danmark hava víst, at
danir hava brúkt 100 tals mió
kr til m.a. at fáa langtíðar
arbeiðsleys út aftur á arbeiðs
marknaðin, men sambært
almennum grannskoðanum
og effektmátingum av hes
um skattakrónum hevur tað
víst seg, at peningurin als
ikki hevur verið gagnnýttur
optimalt, og at man hevur
játta peningin til fánýtis.
Meirjáttanin til økið hevur
verið stýrt av signalpolitikki
heldur enn, at man hevur
gjørt sær greið mál fyri, hvat
output, man hevur ynskt at
fáa burturúr meirjáttanini
t.d. hvussu stórt antal av
langtíðararbeiðsleysum, man
hevur ynskt at fáa aftur á
arbeiðsmarknaðin umframt,
hvussu hetta skal gerast.
Uttan at hava nakrar
kanningar at vísa á, so eri
eg stórliga bangin fyri, at
støðan er ikki øðrvísi hjá
okkum. Vit játta pengar til
nógv ymisk endamál, so vit
yvir fyri veljarunum kunnu
siga, at vit hava raðfest økið.
Vit mugu fara burtur frá
signalpolitikki, har vit bara
játta út í tóman heim og
heldur seta okkum púra greið
mál, hvat vit vilja fáa burtur
úr hvørjari skattakrónu, og
ikki bara økja játtanir, tí tað
sær gott út á papírinum ella
við øðrum orðum, hvat nyttar
tað at siga, at ”skurðviðgerðin
eydnaðist, men sjúklingurin
doyði”? Tað er ein politisk
uppgáva at gera sær greið
endmál fyri, hvat pengarnir
skulu brúkast til áðrenn
teir verða játtaðir, og hvussu
pengarnir best kunnu røkka
sínum endamáli. Tað hevur
skattaborgarin krav uppá at
vita, til tess at tryggja gjøgn
umskygni í fíggjararbeiðnum,
og til tess at vit fáa ein sunn
ari og sterkari búskap, har
meira fæst fyri minni.
Annika Olsen
Løgtingskvinna og
valevni fólkafloksins
LØGtingsvalið 2011
Skurðviðgerðin
eydnaðist, men
sjúklingurin doyði
Tá tosa verður um bleyt virði, eiga vit ikki at gloyma
okkara “ bleytu” vinir, nemmiliga djórini
Djóraverndarfelagið hevur í nógv harrans ár verið rikið av
fólki ið hava eitt stórt hjarta og vilja okkara djórum væl.
Tá eg var barn, vóru eldri konur sum tóku sær av
hesum. Høvdu kettir og hundar inni, sum fólk høvdu
funnið og ikki visti hvat tey skuldu gera við. Nú er
Djórarverndarfelagið blivið eitt stórt felag, við nógvum
fólki, eisini ungum, sum gera eitt megnar arbeiði. Men tað
er skeivt at taka hetta sum eina sjálvfylgju at fólk, ólønt,
skulu skulu taka sær av djórum sum á ein ella annan hátt
eru komin í neyð.
Tað undrar meg at tað ikki verður varpað ljós á hetta
mál. Sjálv havi eg skrivað um tað fyrr, tí eg haldi at tað er
tíð uppá at vit taka hendan spurningin í álvara og ikki rista
uppá høvdið og siga “ hatta eru bara djór” Vit eiga at vera
góð við djórini, ella í hvussu so er geva teimun ið gera hetta
megnar arbeiði, sømiligar umstøður at arbeiða undir. Sum
nú er hava privat fólk djórini heima hjá sær sjálvum og alt
arbeiðið er sjálvboðið. So gott sum alla aðra staðni hava
tey djórainternat, eitt nú “ Dyrens værnd” og felagskapir til
frama fyri djórini. Eg haldi at Djóraverndarfelagið átti at
verið stuðla so tað fær betri umstøðir at arbeiða undir.
LØGtingsvalið 2011
Jóna Mortensen
Djórini verða
gloymd
Løgtingsvalið 2011