fríggjadagur 14. oktober 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valgreinar
Løgtingsvalið 2011
heiminum munnu vera so
nært tengd at náttúruni í
flestøllum lívslutum, sum vit.
Men hon verður ikki vard av
føgrum orðum eina. Okkum
tørvar eina spildurnýggja
náttúruverndarlóg, tí vit gera
í dag so langt ífrá nóg mikið
fyri at verja og varðveita
náttúruna.
At fara væl um, verja hótt
djórasløg, plantur og serstøk
viðbrekin øki, áir og vøtn,
umframt at tryggja eitt reint
havumhvørvi, er ein fyritreyt
fyri framhaldandi trivnaði
hjá okkum og okkara eftir
komarum. Men hetta er
eisini eitt sterkt kort í mun
til ferðavinnuna, alivinnuna
og fyri at selja Føroyar,
sum ein grønur miðdepil í
Norðuratlantshavi.
Nýggj lóg neyðug
Gamla lógin um náttúru
friðing er ikki tíðarhóskandi
og tryggjar ikki nóg góða
vernd av náttúruni. Tí løgdu
vit í Tjóðveldi seinastu ting
setu fram eitt uppskot til
eina nýggja náttúruverndar
lóg. Uppskotið (løgtingsmál
106/2010) fekk tíverri ikki
undirtøku, men, tað er avgjørt
eitt av mínum málum, at
fáa politiska undirtøku fyri
einari nýggjari lóg, sum er
breidri, meira virkin og mun
andi meira framatrættað enn
galdandi lóg.
Í lógini skal greitt ásetast
hvussu vit varðveita og
verja margfeldið í náttúruni
- djór, plantur, landsløg, áir,
vøtn og serstøk sjóøki. Ein
heildarætlan fyri alt landið
skal tryggja, at verndaratlit
verða tikin í góðari tíð, og
ikki í einari knappari vending
verða sett upp ímóti vinnu
ligum virksemi og útbygging
av samfelagnum.
Landsstýrisfólkið í nátt
úruverndarmálum eigur við
jøvnum millumbili, til dømis
annaðhvørt ár, at leggja eina
frágreiðing fyri Løgtingið, har
týdningarmikil
viðurskifti
verða lýst. Slík aðalorðaskifti
fara uttan iva at skapa størri
tilvitan í Løgtinginum og
almenninginum um støðuna
í náttúruni, og fáa greitt
fram, hvørji átøk eru mest
átrokandi.
Bíða leingi
Longu í 1993 samtykti Løg
tingið
ST-sáttmálan
um
lívføðiligt margfeldni. Og í
2006 samtykti Løgtingið við
stórum meiriluta, at heita
á landsstýrið um at fylgja
nevnda ST-sáttmála. Men,
játtanin til arbeiðið at skrá
seta margfeldnið í føroy
sku náttúruni varð sama
ár steðgað við teirri grund
geving, at nú fór ein náttúru
verndarlóg, sum skipaði alt
náttúruøkið, at koma. Síðani
hevur verið bíðað. Nú tíma
vit ikki at bíða meira. Nýggj
náttúruverndarlóg skal sam
tykkjast komandi valskeið!
Náttúran verður ikki vard
av føgrum orðum eina!
Føroyar eru vælsignaðar við ríkari og fjølbroyttari náttúru, og fá lond í
Bjørt Samuelsen
tingkvinna
LØGtingsvalið 2011
Høvuðsgrundin til, at vit
skuldu hava nýggja stýris
skipan var, at tann gamla
hevði spælt fallitt, og nú
skuldi betri skil koma á al
mennu viðurskiftini. Ásett
varð tí í nýggju lógini, at
landsstýrismenninir skuldu
sita fyri málsøkjum sínum
hvør sær. Vit skuldu við
øðrum orðum hava minist
arastýri, og ikki longur
kollegialstýri
sum
undir
gomlu skipanini.
Stýrisskipanin
frá 1994
Vit fingu tí ministarar, hvør
við sínum ráði við aðalstjóra
á odda og eins nógvum sjálv
støðugum
umsitingum
sum tal á ministarum ella
ráðharrum, sum tey eisini
vórðu nevnd. Í lógini stend
ur, at ”í landsstýrinum sita
løgmaður og minst tveir
landsstýrismenn”.
Hetta
tal vísti seg ikki at strekkja
til. Síðan 1996 hava ongatíð
verið færri enn 7 ráðharrar
og í mesta lagi 9 ráðharrar,
hvør við sínari umsiting.
Sum tey flestu hava í
frískum minni eru aðal
stjórarnir ikki lættir at
sleppa av við við teirri
fylgju, at teir verða fluttir í
onnur størv við fullari aðal
stjóraløn, størv, sum ofta
ikki vóru til frammanundan.
Talið á ministarum er heldur
ikki eftir fyrisitingarligum
tørvi, men heldur fyri at fáa
ta politisku kabalina millum
flokkarnar í nýggju sam
gongunum at ganga upp.
Betri samstarv
Spurningurin er, um tíðin
ikki er komin til eina eftir
meting av allari almennu
umsitingini við tí endamáli
at samskipa hana betri og
sleppa undan óneyðugum
dupultfunktiónum. Spurn
ingurin er eisini, um tað
ikki er vert at hugsa um
at venda aftur til gamla
umsitingarlagið við felags
kollegialari umsiting. Nú
kann onkur halda, at tað er
bakvent at venda aftur til
eina skipan frá 1948, men
so einfalt er tað nú ikki.
Eitt nú ásetir grundlógin í
Sveits, sum hevur 8 milliónir
íbúgvar, at ministaratalið
skal vera sjey, og at tey skulu
taka avgerðir við meiriluta í
kollegium.
Tal av aðalráðum
týdning?
Nú føra summi fram, at
tað ongan týdning hevur
í teirri stóru myndini, um
vit hava 5 ella 9 aðalráð.
Hesum eri eg als ikki samd
í. Við færri aðalráðum ella
við kollegialstýri ber til at
fáa betri arbeiðslag og at
sleppa undan óneyðugum
dupultfunktiónum.
Betri
samstarv og betri arbeiðslag
hava alt at siga fyri, at nóg
nógv skal spyrjast burturúr
arbeiðinum
hjá
lands
stýrinum.
Sjálvstýrisflokkurin vil
hava hægst loyvda talið á
aðalráðum, sum skal vera 5,
ásett í stjórnarskipanini.
Nýggj loysn neyðug
Verði eg vald á ting, fari eg at
arbeiða fyri, vit finna fram til
eina umsitingarliga loysn, ið
er betri hóskandi til landsins
stødd enn verandi skipan.
Hetta skal als ikki skiljast
sum nakað misálit á tey fólk,
ið arbeiða í umsitingini, men
sum ein roynd at finna eina
smidligari skipan enn ta
verandi, og sum kann fremja
betri samstarv.
Hvussu eiga
vit at umsita
okkara land?
Kristianna
Winther Poulsen
valevni hjá
Sjálvstýrisflokkinum
LØGtingsvalið 2011
Ein beinleiðis fylgja av fíggjarliga og politiska
ruðulleikanum, sum stóðst av stóru kreppuni
í nítiárunum var, at Føroyar fingu nýggja
stýrisskipan ólavsøkudag 1994. Samstundis
fór gamla stýrisskipanin frá 1948 úr gildi