fríggjadagur 14. oktober 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Tað var ikki nógv, ið gekk rætta
vegin hjá TB á ovara vølli í
Gundadali sunnudagin, tá liðið
í 1. deild var og spældi ímóti
næstbestu manningini hjá HB.
TB stríðist fyri uppflyting og
HB ímóti niðurflyting.
Fyrsta strikan í rokningini
var, at málverjin hjá TB, Ivan
Stojkovic, fekk reyða kortið
longu í trettanda minutti, tá
hann feldi ein HB-ara uttan
fyri brotsteigin, og hóast TB
fyrst kom á odda, so var tað
eitt sjálvmál, ið hjálpti HB at
javna so seint sum í 83. minutti,
áðrenn HB-ararnir sjálvir fingu
skotið eitt mál tveir minuttir
fyri tíð.
At tapa 2-1 í Gundadali ímóti
næstbestu HB-manningini, var
ein grov strika í rokningini hjá
TB, sum samstundis kundi
frætta av Argjum, at har
hevði AB vunnið 6-0 á EB/
Streymi. Tað merkti, at bæði
AB og TB høvdu 55 stig fyri
25 dystir, men at AB var seks
mál betri í málúrtøkuni og tí
eisini framman fyri TB á stiga
talvuni.
Skal í Aganevndina
Hóast alt hetta fekk tað at
síggja svart út fyri vónunum
hjá TB um uppflyting, er síð
ani hent tað, at ein nýggjur
møguleiki fyri at varðveita
næstfremsta plássið – trý stig
framman fyri AB – er komin
undan kavi.
Nú hevur TB kært HB
fyri at hava brúkt ólógligar
spælarar, tí TB vil vera við, at
Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr
Mortensen og Kristin Restorff
Mouritsen ikki høvdu loyvi til
at spæla við 1. deildarliðnum
hjá HB, tí teir allir vóru við á
Vodafone-liðnum hjá HB, sum
vikuna frammanundan vann
4-1 á 07 Vestur.
Hetta er alt samalt eitt
sindur »tricky«, tí ein útsettur
dystur ímóti EB/Streymi miku
kvøldið í farnu viku er inni í
myndini, so spurningurin er,
hvat í veruleikanum er trið-
ella
fjórðseinasti
dysturin
hjá HB hetta kappingarárið.
Tulkingin av hesum verður
helst avgerandi fyri útfallið av
kæruni.
Í løtuni er støðan í málinum
tann, at Fótbóltssambandið
hevur fingið kæruna frá TB, og
hevur so biðið HB um at koma
við sínum viðmerkingum. Tá
tær eru komnar, verður málið
sent Aganevndini, sum so gera
sín úrskurð í málinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Tveir dystir verða í morgin og
tveir sunnudagin í Eik-liguni hjá
kvinnum, so enn eina ferð er talan
um fult umfar. Annar dysturin í
morgin á Kambsdali millum ÍF og
Mjølnir, sum enn ikki hava tapt, og
hin er á Giljanesi millum Drátt og
TB, sum enn ikki hava vunnið, og
tað sama er galdandi fyri KÍF og
Ternuna, sum møtast í Kollafirði
sunnudagin.
Øðrvísi er við hinum dystinum
sunnudagin, sum verður í Gunda
dalshøllini, tí hann er millum tvey
av fremstu liðunum, Fleyr og SÍ,
ið bæði hava vunnið hvør sínar
tveir dystir. Her kann kanska fáast
ein ábending um, hvussu styrkis
lutfallið er millum tey fremstu í
vetur.
Meðan fult umfar er hjá kvinn
unum, eru bara tveir dystir sunnu
dagin í Eik-liguni hjá monnum,
men tað er so nær fullum umfari,
ið komast kann, tá liðini bara eru
fimm í tali. Mjølnir, sum mátti lúta
fyri Fleyr fyri viku síðani, tekur í
Badmintonhøllini í Klaksvík ímóti
TB, sum spælir sín fyrsta dyst í
vetur.
Hin dysturin sunnudagin verður
í Gundadalshøllini í Havn millum
Fleyr og SÍ. Fleyr vann sum nevnt
á Mjølni í farnu viku, meðan SÍ fyri
tveimum vikum síðani tapti ein
tepran fimmsettara fyri ÍF, so hetta
kann gerast ein opin dystur, ið eisini
sigur nakað um, hvussu sterk liðini
eru í vetur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Í Sunset-kappingini hjá kvinnum
eru tveir dystir á skránni um viku
skiftið, og báðir eru teir sunnudagin.
Neistin, sum er bæði er oddalið og
føroyameistari, skal til Vestmanna
at spæla ímóti VÍF, sum enn bara
hevur spælt ein dyst og fingið ein
javnleik. Her er Neistin favorittur,
men hinvegin er framtíð í liðnum
hjá VÍF, ið saktans kann bíta frá
sær.
Hin dysturin er í Havn, har
Kyndil tekur ímóti Tjaldri. Kyndil
hevur ein javnleik og eitt lítið tap
við sær, so helst fer heimaliðið at
leggja nógv fyri ímóti Tjaldri, ið
veruliga var sum ein skuggi av sær
sjálvum fyri viku síðani, tá Stjørn
an var í Runavík og vann við 17
málum.
Tveir mansdystir
Hoyvíkingar hava higartil spælt
tríggjar dystir í Atlantic Airways-
kappingini hjá monnum, men hava
enn einki stig fingið. Helst síggja
teir sær ein møguleika, nú StÍF í
morgin vitjar í Hoyvík, hóast StÍF
hevur fingið tvey stig burtur úr
sínum tveimum dystum. Sum stiga
talvan peikar, hava strandingar
helst ein lítlan fyrimun.
Hin dysturin verður sunnudagin
á Hálsi í Havn, har Kyndil tekur
ímóti Team Klaksvík. Kyndil hevur
drigið svart tvær ferðir og sær ikki
út til at hava neyðugu styrkina og
royndirnar, meðan klaksvíkingar
í vetur síggja nógv betur út, enn
teir gjørdu síðsta vetur, tá teir bara
vunnu ein dyst. Longu nú hava
teir vunnið ein og hava javnvág í
málúrtøkuni, sum boðar frá góðum
hjá Team Klaksvík.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fótbóltur HB vann 2-1 á
TB fyri viku síðani, so TB misti
næstfremsta plássið til AB, men
nú hevur TB kært HB fyri at hava
brúkt ólógligar spælarar
TB hevur
kært HB
Botnlið fáa stig
Hondbóltur Fleiri av hondbóltsdystunum um vikuskiftið
eru millum liðini, ið ikki eru komin so væl frá byrjan, og
ikki er óhugsandi, at okkurt lið fær síni fyrstu stig
Flogbóltur Sum í hondbóltskappingini, eru
fleiri dystir í flogbóltskappingini um vikuskiftið
millum lið, ið enn eiga fyrstu stigini til góðar
Fáa fyrstu úrtøkuna
Føroyska 1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 FC Suðuroy
25
20
4
1
78
22
56
64
2 AB
25
17
4
4
70
23
47
55
3 TB
25
17
4
4
65
24
41
55
4 NSÍ
25
12
2
11
59
55
4
38
5 Skála
25
11
4
10
45
40
5
37
6 Víkingur
25
9
4
12
45
50
-5
31
7 EB/Streymur
25
9
1
15
41
60
-19
28
8 HB
25
8
3
14
36
54
-18
27
9 FC Hoyvík
25
8
2
15
37
57
-20
26
10 07 Vestur
25
0
0
25
16
107 -91
0
Mynd: Álvur Haraldsen
Vodafone-deildin
16/10
15.00
07 Vestur - B68
16/10
15.00
NSÍ - B36
16/10
15.00
Víkingur - ÍF
16/10
15.00
EB/Streymur - B71
16/10
15.00
HB - KÍ
1. deild menn
15/10
15.00
Víkingur II - AB
15/10
15.00
Skála - FC Suðuroy
15/10
15.00
FCH - EB/Streymur II
15/10
15.00
07 Vestur II - HB II
15/10
15.00
TB - NSÍ II
Sunset-kappingin
16/10
15.00
VÍF - Neistin
16/10
17.00
Kyndil - Tjaldur
Atlantic Airways-kappingin
15/10
18.00
H71 - StÍF
16/10
18.30
Kyndil - Team Klaksvík
Eik-ligan kvinnur
12/10
20.00
Mjølnir - Ternan
15/10
14.00
ÍF - Mjølnir
15/10
14.00
Dráttur - TB
16/10
14.00
KÍF - Ternan
16/10
14.00
Fleyr - SÍ
Eik-ligan menn
16/10
14.00
Mjølnir - TB
16/10
16.00
Fleyr - SÍ
Dystir um vikuskifti:
Mynd: Álvur Haraldsen