fríggjadagur 14. oktober 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
Næstsíðsta umfar í ársins lands
kapping er á skránni sunnudagin.
Einki er liðugt, fyrr enn alt er
liðugt, var niðurlagið fyri nøkrum
árum síðani, og soleiðis er tað eisini
í fótbóltinum.
Men tað er upp til B36 longu nú
sunnudagin í næstsíðsta umfari
at tryggja sær FM heitið, sum árs
talsfelagið hevur vunnið átta ferðir
áður.
Eftir sigurin í Sørvági, og eftir
javnleikin við Margáir millum EB/
Streym og Víking, er tað dekkað
upp til FM í Runavík.
– Tað lagaði seg væl fyri okkum
mikukvøldið. Vit hugsa ikki um FM,
men vit vita, at um tað eydnast okk
um at vinna í Runavík, so verða vit
meistarar, og eingin skal ivast í, at
vit fara at gera alt, sum vit megna,
fyri at fáa hetta avgjørt nú beinan
vegin, sigur Jákup á Borg, sum er
tann á B36 liðnum, ið hevur flestu
royndirnar. Hann er tann einasti, ið
er eftir av tí liðnum, sum í 1997 vann
FM eftir oyðimarkargongd í 35 ár.
At nógvir av spælarunum ikki
hava vunnið FM áður, heldur Jákup
á Borg vera ein part av frágreið
ingini upp á góðu gongdina í ár:
– Nógvir av spælarunum eru
í búnum fótbóltsaldri, og teir eru
rættuliga svangir at vinna FM, og
tað hevur spælt inn, heldur Jákup
á Borg, sum undirstrikar týdningin
av góðu venjarunum og góðu um
støðunum kring liðið.
Metið verður tikið
Tá ið NSÍ við Johan Nielsen við
róðrið vann FM í 2007 var tað við
61 stigum. Hetta er met í føroyskum
fótbólti. Nú sær tað út til, at B36
skal taka metið.
– Higartil hava vit kent EB/
Streym anda okkum í nakkan, og
vit hava ikki havt ráð at kiksa. At
tað eru fýra stig á muni, nú tað
resta tvey umfør ger, at vit hava ráð
at kiksa eina ferð, men tað ætla vit
avgjørt ikki. Vit vita, at tað koma
nógv viðhaldsfólk inn til Runavíkar
við okkum, og vit fara at stríðast
alt tað, sum vit eru mentir fyri tey
og okkum og felagið, undirstrikar
Jákup á Borg.
Hóast spælararnir ikki vilja vita
av meistararómi, so er tað torført
ikki at ímynda sær, at B36 viðhalds
fólkini vera klár at gera eitt sindur
burturúr, um teirra lið vinnur í
Runavík.
– Tað liggur til høgra bein hjá
okkum, men tað er neyðugt at gera
arbeiðið liðugt, undirstrikar Jákup
á Borg.
Og um tað ikki eydnast í Runavík,
so verður tað ímóti HB, sum tú
hevur spælt við, at FM heitið skal
tryggjast, og tá verður møguleiki
fyri, at HB flytir niður?
– So langt hugsa vit ikki. Nú snýr
tað seg um NSÍ, og teir í Runavík og
ikki minst Klæmint A. Olsen vístu
mikukvøldið ímóti júst HB, at teir
eru vandamiklir.
Allir spælararnir hjá NSÍ og
B36 eru tøkir undan dystinum, har
gullið liggur á silvurfati og bíðar
eftir B36.
Bíligari metallini
EB/Streymur hevur á heimavølli
ímóti B71 møguleika at tryggja sær
silvurmerkini. Mikukvøldið var
dysturin í Streymnesi millum EB/
Streym og Víking ein tann besti
og mest dramatiski í hesum kapp
ingarárinum. Úrslitið var 3-3, og
tað var ikki fyrr enn í síðstu løtu, at
heimaliðið javnaði.
– Nú er møguleikin fyri FM mest
sum burtur. B36 eigur stóran heiður
av fantastiska góðum og støðugum
avrikum. Tí eru teir favorittar at
vinna FM, men vit mugu hanga í
og gera okkara, sigur EB/Streyma
liðformaðurin Egil á Bø.
Víkingur eigur grannauppgerð
ímóti ÍF:
– Tað verður ikki løtt uppgáva,
men vit mugu reisa okkum eftir
hetta vónbrotið. Vit kenna tað
soleiðis, at vit mistu tvey stig, stað
festir Jógvan Martin Olsen, venjari
hjá Víkingi, sum annars var sera
væl nøgdir við sínar menn og teirra
avrik í Streymnesi.
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var HB í Runavík,
og tað eydnaðist ikki at vinna
úrtøku. Úrslitini mikukvøldið
lagaðu seg soleiðis, at tað enn
er møguleiki fyri, at HB skal
flyta niður.
HB kappast við 07 Vestur
og B68 um at sleppa undan
niðurflytingini.
07 Vestur tapti mikukvøldið
3-2 á heimavølli ímóti meistara
biðlunum í B36, sum vóru
frammanfyri 3-0:
– Vit høvdu nógvar ungar
menn á liðnum í 2. hálvleiki, tá
ið hugburðurin var góður. Vit
ætla at byggja víðari á hetta
ímóti B68. Í síðsta umfari skulu
vit vitja ÍF, sum mikukvøldið
slapp undan niðurflytingini.
Vit halda, at tað skal bera til at
vinna seks stig, og so vóna vit,
at tað verður nóg mikið, sigur
Hans Jørgensen, málverji hjá
07 Vestur.
Á Toftum harmast teir um
1-0 tapið á heimavølli ímóti ÍF:
– Vit tosaðu um, at hesa ferð
skuldu vit ikki fáa mál ímóti
okkum beinanvegin, men tað
kiksaði. Vit høvdu møguleikar
og tóku ikki av. Harvið hava
vit einki stig vunnið ímóti
ÍF, staðfestir B68 miðvallarin
André Olsen.
Hann ásannar, at tað fram
vegis brennur undir B68:
– Vit hava verið óhepnir við
skaðum, men vit hava góðan
hugburð, og vit ætla at vinna
í Sørvági.
Eftir vitjanina í Vágum
rundar B68 av á heimavølli
ímóti EB/Streymi.
Trongdir meistarar
HB
venjarin,
Sigfríður
Clementsen, hevði avgjørt ætl
að sær stig í Runavík, men tað
eydnaðist ikki. NSÍ vann 2-1:
– Vit høvdu møguleikar,
men vit tóku ikki av. Soleiðis
hevur tað ofta verið fyrr í ár,
og soleiðis var tað hesa ferð.
Nú skulu vit spæla ímóti KÍ í
Gundadali. At klaksvíkingar
hava tryggjað sær plássið í
deildini nýtist ikki at vera fyri
munur fyri okkum. Seinastu
tíðina hava vit spælt væl á
heimavølli, og tað vóna vit, at
vit aftur fara at gera sunnu
dagin, og at tað fer at bera
sigurin við sær, sigur HB venj
arin.
Í síðsta umfari skal HB
spæla ímóti B36, men sum hjá
favorittunum so er hetta ikki
enn eitt tema í HB. Fokus er á
avbjóðingini ímóti KÍ.
joannes@sosialurin.fo
Vodafonedeildin upptakt
Gullið bíðar
á silvurfati
Fótbóltur B36 hevur møguleika at seta met í stigum í ár,
og tað ætla teir í árstalsfelagnum at leggja nógv fyri at gera
á næstsíðsta leikdegi, so FM spurnngurin verður avgjørdur
undan grannauppgerðini í Gundadali annan leygardag
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 B36
25
19
4
2
58
25
33
61
2 EB/Streymur
25
18
3
4
63
30
33
57
3 Víkingur
25
16
5
4
54
30
24
53
4 NSÍ
25
10
8
7
54
44
10
38
5 KÍ
25
9
4
12
44
45
-1
31
6 ÍF
25
8
4
13
35
38
-3
28
7 B68
25
7
5
13
40
42
-2
26
8 HB
25
7
5
13
43
50
-7
26
9 07 Vestur
25
5
6
14
28
63
-35
21
10 B71
25
3
2
20
24
76
-52
11
Vodafonedeildin
Meistarnir eru í
trongum skóm
Fótbóltur Tað er framvegis
møguleiki fyri, at niðurflytingin
ikki verður avgjørd fyrr
enn á síðsta leikdegi
Mynd: Álvur Haraldsen