fríggjadagur 14. oktober 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bíligari at liva í Føroyum
Tað skal gerast bíligari at
liva og virka í Føroyum.
Øll amboð skulu troytast
til tess at fáa livikostnaðin
niður, so Føroyar kunnu
vaksa og mennast.
Bert ein sterk tjóðskapar
rørsla lyftir Føroyar framá.
Hon hevur gjørt tað áður –
og hon fer at gera tað aftur.
Lat valið snúgva seg um eina
veruliga kós fyri Føroyar.
Barnafrádrátturin skal hækkast.
Skattaskipanin skal endur
skoðast og umskipast, so hon
verður meira samhaldsføst
og lættir um hjá lág og
miðalinntøkum.
Holini í kapitalvinningsskatta
lógini skulu tettast, so tey, ið
taka pengar úr vinnuni, rinda
skatt av vinninginum.
Húsalánsgrunnurin skal tryggja
eitt fjølbroytt bústaðarmynstur
við leiguíbúðum, lestraríbúðum
og lutaíbúðum til barnafamiljur,
stakar uppihaldarar, lesandi,
eldri og fólk við serligum tørvi.
Príseftirlit skal skipast. Eftirlitið
skal fylgja neyvt við prísum á
gerandisvørum, ómaksgjøldum
og rentum og skal javnan
almannakunngera gongdina.
Virkast skal fyri at knýta
sambond við fleiri og bíligari
marknaðir.
Bankarnir skulu vísa sam
felagssinni í Føroyum og halda
aftur í rentuhækkingum og
ómaksgjøldum.