Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KT-fólk til Trygd www.trygd.fo Starvið Sum KT-fólk hjá Trygd hevur tú ábyrgd av KT-skipanum okkara í samstarvi við KT-deild- ina hjá móðurfelagnum, BankNordik. Tú hevur um hendi ábyrgd, umsiting og menning av telduskipanum, databasa, software, hardware og neti, umframt at tú stendur fyri trygdar- politikki og mannagongdum í tí sambandi. Sum KT-fólk stuðlar tú eisini leiðslu og ábyrg darfólkum við hagtølum og øðrum upp- lýsingum úr skipanini. Góðir møguleikar eru fyri fakligari og persónligari førleikamenning. Tú Tú hevur áhuga fyri KT í breiðasta týdningi og hevur hug og vilja til at gerast partur av dagliga virkseminum hjá Trygd. Tú hevur royndir at standa fyri KT, dugir at framleiða hagtøl úr databasum og hevur viðkomandi útbúgving. Tú arbeiðir skipað og sjálvstøðugt, ert opin og málsøkin, megnar at hava greiðu á fleiri uppgávum samstundis og dugir væl at samskifta. Lønin verður ásett í mun til førleik- ar og royndir. Umsóknin Skrivlig umsókn við avritum av CV og prógv- um skal sendast til jat@trygd.fo ella til Trygd, Att: Janus Thomsen, Gongin 7, Postboks 44, FO 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. oktober 2011. Merk umsóknina KT-fólk til Trygd. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Janus Thomsen, virkandi stjóra, á 358 101 ella jat@trygd.fo. Umsóknarfreistin er 24. oktober 2011. Soleiðis er Trygd Trygd, ið er dótturfelag hjá BankNordik, er eitt fíggjarsterkt og nýmótans tryggingarfelag, ið bjóðar flestallar skaðatryggingar til privat og vinnulív. Trygd leggur stóran dent á at veita skjóta og góða tænastu og grundar sítt virksemi á dugna- semi, eldhuga og framsøkni. Trygd bjóðar tær góðar møguleikar fyri faklig- ari og persónligari menning, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera felagið enn sterkari. Starvslýsing samband.fo SAMBAND við frAMtíðiNA Vit skulu møta framtíðini við øllum teimum avbjóðingum, krøvum og møguleikum, sum hon bjóðar. Vøkstur skal fáast aftur í samfelags- búskapin. Arbeiðsloysið tálmast, íverksetan mennast, kommunu- bygnaðurin skipast og fíggjarlógarhallið skal basast. Hetta merkir, at vit mugu: · Skapa karmar fyri at menna fleiri og nýggj arbeiðspláss. · Stuðla upp undir fólkavøkstur. · Menna elorku til privat húsarhald, akfør og vinnuna. · Menna alternativar orkukeldur – vind, vatn o.a. · Stuðla uppundir orkusparandi tiltøk og íløgur til húsarhald, skip o.a. · Menna grøna orku og minka um umhvørvisdálking. · Skapa fleiri strategiskar hægri útbúgvingar.