Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Søkt verður eftir einum vaskifólki til Kollafjarðar skúla at byrja 1. novembur 2011. Arbeiðstíðin er 6 tímar um dagin, 198 skúladagar um árið. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. UMSÓKN Umsókn við møguligum viðmælum skulu sendast til Kollafjarðar skúla, Botnavegi 2, 410 Kollafirði, í seinasta lagi mánadagin 24. oktober 2011. MEIRA FÆST AT VITA um starvið við at venda sær til Karina Hammer, skúlastjóra, telefon 221407. VASKIFÓLK Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir einum pedagogi, fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi, at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 15. november 2011 ella eftir nærri avtalu. Farloyvistíðin er fram til 31. juli 2012. Um ongin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið. UMSÓKN Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá Býlings- húsinum millum Gilja, Postboks 3165, 188 Hoyvík, í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2011. MEIRA FÆST AT VITA um starvið við at venda sær til Jónu Guttesen, PEDAGOGUR Leiðara, á telefon 302222/272545 ella við at fara inn á heimasíða okkara: www.123hjemmeside.dk/millum-gilja. Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo Eftir at hava sitið í Tórs­ havnar býráð í knøpp 7 ár, og nú sum fyrst vald fyri Tjóðveldi, havi eg gjørt av at taka við enn eini avbjóðing, og stilli tí upp sum valevni til Løgtingið. Úrslitini úr býráðnum tala fyri seg, har eg haldi, at eg veruliga havi gjørt mun og havi verið við til at flutt mørk, hugburð og vanar. Eg havi tó nógv hjartamál, sum ikki kunnu fremjast í kommunalum høpi, men harafturímóti á Løgtingi. Havi tí avgjørt at bjóða meg fram sum løgtingsvalevni. Saman at standa var ei okkum givið Sundurlyndið er við at køva okkara samfelag. Aftur­­vend­ andi kjakið; um mið­stað­ar­ økið ímóti útjaðar­an­um, aka­demik­arin ímóti sjó­ manni­­num, tað almenna ímóti vinn­uni, má steðga. Eingin fer væl av at annar fer illa, ella sagt v.ø.o. eingin hevur tað gott um ein annar líður undir ágangi. Tann týð­andi uppgávan snýr seg um Føroya land mótvegis út­ heimi­num. Okkara fremsta uppgáva má tí vera at menna einar heilskaptar Føroy­ ar við at­dráttar­megi, har fólkið støðast og unga fólkið ynskir at seta búgv. Eg fari at arbeiða fyri: Einum heilskaptum Føroya landi Tørvur er á at føra ein reiði­ ligan, ítøkiligan og skyn­sam­ an politikk, har alt landið er við. Eg fari at hjúkla um okkara sereyðkenni. Margfeldi er fyritreytin fyri: - lívfrøðiligum, samfelags­ ligum-, vinnuligum- og ment­ an­arligum fjølbroytni Vit mugu ikki missa okk­um sjálvi burtur við atliti at: - sermerkjum í máli, mentan, fólki og náttúru. Støðufastur framburður má byggja á burðardygd, varandi orku, og at fólkið trívist í landinum. Løgtingslimirnir mugu semjast um at leggja eina støðufasta kós, og teir mugu evna at halda landsstýrið og embætisverkið fast á kósini. Og sum Peter Michelsen á sinni segði so væl: ”Føroyar við tínari náttúru villu, Føroyar - tú ert mær mín kærasta ogn”. Einar heilskaptar Føroyar Marin Katrina Frýdal valevni fyri Tjóðveldi LØGtingsvalið 2011 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 www.sosialurin.fo