fríggjadagur 14. oktober 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 14. oktober 2011 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Søkt verður eftir dugnaligum starvs-
fólki til Effo Finans, sum er felag,
ið umsitur skuldarar hjá Effo samtaki-
num.
Starvið
Sum partur av toyminum hjá Effo Finans
kemur tú at arbeiða við kundarøkt
herundir í fyrsta lagi umsiting av
millumverandi við kundar.
Arbeiðið umfatar millum annað:
· Ábyrgd av ávísum kundabólkum
· Samskifta við kundar
· Viðgera kundafyrispurningar
um millumverandi
· Gera gjaldsavtalur
· Gera status raportir
· Verða partur av einum toymi í menning
Í Effo Finans starvast 3 fólk og er
arbeiðstaðið á høvuðsdeildini hjá Effo á
Óðinshædd í Tórshavn.
Umsøkjarin
Fyri at røkja starvið best møguligt rokna
vit við, at tú:
· Hevur royndir frá peningastovni,
roknskapararbeiði ella líknandi
· Ert ágrýtin og tekur sjálv/ur intiativ
· Førleika at samskifta jaliga við kundar
· Kunnleika ella innlit í at lesa roknskapir
· Góð evnir at samskifta í talu og skrift
Vit bjóða
Eitt avbjóðandi starv við góðum
møguleikum fyri persónligari og fakligari
menning. Lønin verður sett eftir
royndum og útbúgving.
Eftirlønartrygg-ing fylgir við starvinum.
Umsóknir
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at
venda sær til Martin Jacobsen, leiðara
á tel 212114.
Skrivlig umsókn við upplýsingumum
útbúgving og royndir skulu verða okkum
í hendi í seinsta lagið 31. oktober og skula
sendast til :
P/f Effo Finans
Postboks 3098
110 Tórshavn
Frámerki “ Starvsfólk”
Ella sendast til mja@effo.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Effo Finans hevur til endamál at umsita skuldara
millumverandir fyri alt Effo samtakið.
Effo - Føroya Orkufelag - og Effo Bunkers veita
føroyskum brúkarum eins og altjóða skipum, allar
neyðugar oljuúrdráttir. Fast-handlarnir veita kundum
kring landið allar dagligar vørur. Fyri samtakið arbeiða
uml. 200 fólk.
Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins
og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av okkara
fremstu málum.
Pf. Effo Finans
Postboks 3098 110 Tórshavn Tel +298 34 35 00 www.effo.fo
Starvsfólk
til Effo Finans