Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 14. oktober 2011 4 VIKUSKIFTI SAMRØÐA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Valið í Danmark kom ikki óvæntað. Í fleiri mánaðir høvdu eygleiðarar, serfrøðingar og politikkarar kappgitt um, hvønn dag valið fór at verða út­ skrivað. Og fyri hvønn dag, sum gekk, vaks spenningurin. Hetta merktist serliga væl inni á Christiansborg, hjart­ að í politisku skipanini í Danmark. Har starv­ast tey fólkavaldu. Har starvast journa­listarnir og har starvast fólkini handan politikkaranar. Annika Smith arbeiddi har og var í starvi hjá Norðuratlantsbólkinum. – Eg fór til arbeiðis sum vant um morgunin. Men so var tað, at journa­ listarnir fóru at renna aftur og fram. Søgurnar vildu vera við, at ein journa­ listur hjá TV2 hevði frætt, at Lars Løkke Rasmussen fór at útskrivað val henda dagin og tað vísti seg at halda. Eg skundaði mær at pakka saman og fór heim, fortelur Annika Smith. Steðgaði upp Annika Smith hevði fyrireikað seg í langa tíð. Hóast bara góðar tvær vikur eru eftir til løgtingsvalið, eru allir uppstillingarlistarnir ikki lidnir enn. Hinvegin visti Annika tíðliga í fjør­ summar – í juni 2010 – at hon taldist millum valevnini hjá SF. Tá byrjaðu fyri­reikingarnar til valið eisini so smátt. Longu um heystið sama ár, var nógv á skránni. – Tá bílegði eg 750 valplakatir. Vit byrjaðu at savna tilfar saman, gera heima­síðuna og skriva kjakinnlegg. Eg luttók á skeiðum fyri valevnir, har vit millum annað lærdu, hvussu vit skuldu fáast við fjølmiðlar og so framvegis, greiðir Annika Smith frá. Hon fór eisini undir at savna sær frítíð saman, soleiðis at hon kundi brúka feriuna og avspáking, sum hon átti til góðar, tá valið einaferð varð út­ skrivað. Og soleiðis sum Annika Smith – og flest hini valevnini við – førdu valstríð, var ikki talingur um at arbeiða við øðrum samstundis. Tá valið varð útskrivað, var alt klárt. Annika hevði eisini savnað eitt lið av sjálvbodnum hjálparum. Hon hevði væl omanfyri 30 hjálparar, klárir at fara til verka. Hon skuldi einans seta sms- ketuna í gongd við boðunum um, at nú var valið útskrivað og at tey skuldu koma heim til hennara sum skjótast. Men tá hetta skuldi gerast, steðgaði Annika upp. – Eg veit ikki hví, men í eina góða løtu sat eg bara og stardi fram fyri meg, men so fór eg til verka. Kropsliga sera strævið Teir fyrstu tríggir dagarnir vóru ógvu­ liga møtimiklir. Plakatirnar skuldu riggast til. 700 eintøk vóru tøk á loft­ inum á 6. sali. Tey síðstu vórðu klipt, límað og sett saman í sjálvari íbúðini á 2. sali. – Alt luktaði av tapetklistri í fleiri dagar aftaná, og tað var rættiliga undar­ligt at síggja 50 stórar plakatir av mær sjálvari í míni egnu stovu, flennir Annika. Síðani skuldi alt berast oman, fáast út og út á gøturnar og upp í pelar og trø. – Vit súkklaðu, gingu, bóru, klatraðu og klintraðu. Fleiri gjørdust eisini sjúk Løgtingsvalstríðið er í hæddini, men hjá Anniku Smith endaði valdysturin fyri einum mánaði síðani. Tær tríggjar vikurnar, valstríðið vardi, tapti hon fleiri kilo, fekk deyðshóttanir og lá svøvnleysar nætur. Onkran dagin ringdu journalistar 30 ferðir til hana. Fólkatingsvalstríðið var ein dystur frá morgni til myrkurs, sum kostaði Anniku Smith feriuna, hon átti til góðar, og pengarnar, hon hevði spart saman. Áheitan hennara til løgtingsvalevnini er at geva alt, tey eiga í valstríðnum. – Tað er serstakt at verða uppstillaður til eitt so stórfingið starv, sigur hon Eitt heilt øðrvísi stríð