Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 14. oktober 2011 5 VIKUSKIFTI myndir: Lau Stender av skiftandi veðrinum, har vit livdu av kaffi og treo burturav. Men soleiðis gingu teir fyrstu tríggir dagarnir, sum vóru sera krevjandi fysikt, sigur Annika Smith. Hon greiðir eisini frá, at hon málrættaði sínar plakatir til ymsar býar­partar. Stórur partur av hennara plakatum fóru til dømis á Amager, har nógvir føroyingar búgva. Kapping um føroyskar atkvøður Kappingin um føroysku atkvøðurnar, var eisini nakað, Annika merkti val undir valstríðnum – tí fleiri valevni høvdu meiri ella minni tilknýti til Før­ oy­ar hesaferð. Annika Smith við sínum bondum til Tvøroyri, Bo Sandberg hjá Socialdemokratunum við tilknýtinum til Klaksvíkar og so Rasmus Jarlov hjá Konservative, sum hevur eina føroysku unnustu í Bjørk Krog Olsen. Hesi kjakaðust eitt nú í Føroyahúsinum í val­stríðnum, men eisini áðrenn valið varð útskrivað á háborg føroyinga í Keypmannahavn, Øresundskollegiet. – Tað var ógvuliga stuttligt at merkja kappingina um føroysku atkvøðurnar, heldur Annika Smith. Hótt eftir lívinum Hinvegin var tað minni stuttligt, tá Annika varð hótt eftir lívinum og fekk hatibrøv sendandi, har fólk lovaðu líkt og ólíkt. Hetta lat Annika upp til løg­ regl­una. Men tað var ikki bara undir val­stríðnum, at fólk gjørdu Anniku ónáðir. Eftir valið eru øll ikki givin. – Til dømis er tað onkur, sum bí­legg­ ur stórar, tungar kassar fullar av bókum í mínum navni, sum síðani verða sendir heim til mín, greiðir Annika Smith frá. Hetta verður gjørt við, at hennara undir­skrift verður falsað, men eisini hetta er meldað til løgregluna. Hon hevur ein illgruna um, at onkur av teimum fólkunum, sum standa aftanfyri hóttanir og ónollir, teljast mill­um teirra, sum fingu ilt eitt vist stað av átakinum »FU*K DF«, sum Annika Smith gjørdi. Eitt átak, sum skapti mikla øsing og nógvan fagna. – Tann dagin, hetta var kunngjørt og dagarnar aftaná, ringdu journalistar klokkan seks um morgunin, og eg tosaði við minst 30 journalistar gjøgnum dag­ in, fortelur Annika, sum soleiðis tryggj­ aði sær rúma fjølmiðlaumrøðu. Spenti víða Tá Annika soleiðis lítir aftur um bak og skoðar valstríðið, sum tað var, ásannar hon, at tað spenti ómetaliga víða. Frá at vera í beinleiðis stríð við uttasta høgra­vongin í donskum politikki, til at verða innstillað til »Valgbabe« hjá EkstraBladet. Annika Smith gjørdi eis­ini eina politiska veðurforsøgn, var gesta­barrvørur til eitt politiskt kvøld á barrini Toga, kjakaðist, røddi, býtti faldarar út, heilsaði upp á fólk, var til mót­mælis­tiltøk og mangt, mangt annað. Sum einsamalt valevni upplivdi Annika Smith ivaleyst meira, enn løgtingsvalstríðið í síni heild kemur at bjóða. – Eg vildi heldur enn gjarna gjørt tað umaftur. Eg havi enn ikki tikið alt upp á aftur, sum eg tapti undir valstríðnum. Eg hugdi á kontoina í dag og har er absolutt einki eftir. Eg havi enn ikki inn­heintað mista svøvnin. Men mín áheitan til valevnini í Føroyum er, at tey skulu satsa alt. Geva alt tey hava fyri at verða vald. Tað er serstakt at verða upp­still­aður til eitt so stórfingið starv. Og tá ið á stendur, minst so til, hví tú stillaði upp. Tað er tí, tú ynskir at broyta samfelagið til tað betra, sigur Annika Smith, sum vann knappliga 300 per­són­ligar atkvøður til fólkatingsvalið 2011 og er fjórði varalimurin hjá SF í fólka­ting­inum umboðandi Keypmanna­ havnar-økið. Einans tríggir av 16 val­ evnum, vórðu vald á ting fyri SF um­ boð­andi Keyp­manna­havn. Hetta vóru tung fólk sum Villy Søvndal, Ida Auken og Ôzlem Cekic. Annika er framvegis limur í lands­ leiðslu SFs, og politiska dreyminum hev­ur hon framvegis ikki slept. – Eg eri ikki í iva um, at eg vil stilla upp aftur. Tað er umráðandi hjá mær at fylgja dreyminum, hóast tað ikki eydn­ast í fyrstu atløgu. Valdysturin var stuttligur og eg eri vorðin nógvar royndir ríkari. 750 plakatir av Anniku vóru gjørdar til valstríðið. Nógvar vórðu stolnar, eftir at tær vóru hongdar upp, men tær, sum fingu frið at hanga, eru nú latnar ein hjálparfelagsskapi, sum endurnýtir plakatirnar til tak á húsum í Afrika »FU*K DF«. Soleiðis segði Annika Smith og tað vakti ans undir danska valstríðnum. Men áðrenn hon tók so dýran til, spurdi hon seg fyri hjá donsku málnevndini og sakførara, fyri at tryggja sær, at tað var í lagi