Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 14. oktober 2011 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ eyðun eydun@sosialurin.fo Góðar bøkur til myrku tíðina Ein álítandi kona Catherine Land sær í einum blaði eina lýsing hjá ríkum handilsmanni eftir einari »álítandi konu«. Hon leggur eina snilda ætlan um, hvussu hon kann snýta mannin. Men Ralph Truitt, sum giftir seg við Catherine, far beinanvegin frænir av hennara ætlan og hóttir við at steðga hennara framferð. Samstundis, sum hon royndir at eitra mannin, hjálpir Catherine honum at leita eftir soninum, sum hann ikki hevur samband við. Robert Goolrick En pålidelig hustru Feðgar á ferð Jonas Bengtsson, sum skrivaði Submarino, hevur skrivað eina nýggja skaldsøgu úr donsku skuggasíðuni. Søgan er um ein drong, sum ferðast frá einum staði til annað saman við pápa sínum. Pápin flýggjar undan sínari fortíð og má ofta skifta bústað. Søgan verður søgd gjøgnum eyguni á dronginum. Jonas T. Bengtsson Et Eventyr Ljóð til tøgnina Seinasta yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen víkir rættiliga fitt frá meginpartin av undanfarnu skrivingini hjá høvdundanum. Sagt verður, at yrkingarnar eru persónligar, men á ein meiri almennan og stiliseraðan hátt. Lykilin er helst undirtittulin, 51 ljóð til tøgnina, sum boðar frá, at tekstirnir snúgva seg um tómleikan millum orðini – millumrúmini, sum orðaleys bera alt innihaldið. Tóroddur Poulsen Bræddur Firvaldur Drepur fyri konuna Maðurin, sum skrivaði Alkymisten og aðrar hugtakandi bøkur, viðger hesaferð tey ríku, vøkru og kendu. Søgan gongur fyri seg í 24 tímar, meðan filmsstevna er í Cannes. Russiski ríkmaðurin Igor Malev er komin til Cannes fyri at vinna konu sína, Ewa, aftur. Tað skal hann gera við at drepa tilvildarlig fólk, og harvið vísa henni, at hann vil gera alt fyri hana. Tá ið Ewa ikki reagerar, sum hann hevði roknað við, fær søgan eina nýggja vend. Paulo Coelho Vinderen står alene Barbarotti við nýggjum máli Herliga krimirøðin um Gunnar Barbarotti heldur fram. Håkan Nesser skrivar frískt og dugir at siga søgur. Hendan bókin byrjar í Uppsala í 1969, har seks ungfólk gerast vinir. Tey fara á eina ferð ígjøgnum Eystureropa, og har uppliva tey nakað, sum skal fylgja teimum og teirra vinarlagi. Tá ið tey hittast eftir nógv ár, doyr ein av kvinnunum, og so skal Barbarotti uppklára hendingina. Håkan Nesser De Ensomme Japanskt stórverk Alt fleiri fólk á okkara leiðum eru farin at lesa japanska rithøvundan Haruki Murakami. Skaldsøgan 1Q84 gongur fyri seg í 1984 og er fyrsta bókin í eini røð av trimum. Kjarnin í bókunum er ein kærleikssøga um tvey fólk, sum ótilvitað leita eftir hvørjum øðrum. Murakami dugir sum fá at skriva langt og detaljerað, men hugtakandi um vanlig ting í gerandisdegnum. Japanska stórverkið verður týtt til danskt, onnur bókin kemur út í november, og tann triðja verður tøk á donskum næsta ár. Haruki Murakami 1Q84 Harry Hole kemur heim Eftir at hava búð í Fjareystri í trý ár, kemur Harry Hole heimaftur til Oslo, tí hann hevur hug at kanna eitt mál nærri. Ein ungur maður er blivin dømdur fyri dráp í eini uppgerð í rúsevnisumhvørvinum, og Harry Hole hevur serligan áhuga í unga manninum. Fyri fyrstu bendir alt tó á, at Harry Hole ikki fer at loysa eitt mál. Nýggjasta bókini í væl umtóktu røðini um løgreglumannin Harry Hole. Jo Nesbø Genfærd Óhugni í gerandisdegnum Rottan er fyrsta stuttsøgusavnið, sum Sólrún Michelsen hevur latið úr hondum. Sagt verður frá einum gerandisdegi, sum ikki er so gerandis kortini, vanlig umhvørvi eru ikki so vanlig hóast alt, og hendingarnar eru kanska ikki fullkomiliga hvønndagsligar. Søgurnar eru ein samanrenning av gerandisdegi og einum farra av óhugna. Sólrún Michelsen Rottan Løgin ljóð og ófrættaboð Bókarøðin Hin Heimurin heldur fram við frásagnum um tey fornisku, um fólk, ið eru sanndroymd, síggja sjónir og í hamferð, frásagnir um fyriboðan, ófrættaboð, løgin ljóð, flúgvandi fyribrigdi, løgnar upplivingar, myrkursins megi og at ganga aftur. Stívliga hundrað frásagnir eru í bókini. Petur Jacob Sigvardsen Hin Heimurin 3 Talur ið broyttu heimin Hendan bókin hevur savnað 50 stórar og kendar talur, sum hava havt stóra ávirkan á sína samtíð. Talur eru við eitt nú Winston Churchill, Richard Nixon, Adolf Hitler, Gandhi, Stalin, Lenin og Napolion Bonaparte. Taler der forandrede verden Heystið er komið, og veturin er fyri framman. Hesa tíðina er upplagt at tríva í eina góða bók. Her eru nakrar nýggjari bøkur, sum tað kundi verið vert at lisið