fríggjadagur 14. oktober 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 14. oktober 2011
7
VIKUSKIFTI
Hvat starv droymdi tú um sum lítil?
Eg vildi antin verða politi ella lærari. Eg sang og
dansaði eisini ótrúliga nógv og tók tað altíð uppá
kassettoband ella video, so tað var eisini ein dreymur,
men eina ella aðra staðni visti eg, at eg ikke fór at
liva av tí. Fyri tað ikki skal verða heilt lygn, so plagdi
eg eisini viðhvørt at spæla at eg var útvarpsvertur og
hevði eina sending har fólk kundu ringja inn, og tað
var so beiggi mín, sum ringdi og tosaði við ymsum
røddum. Og tað bleiv sjálvandi eisini tikið uppá.
Hvussu var tað at hoyra tína
egnu rødd í radio fyrstu ferð?
Løgi. Eg byrjaði at hava Ynskiløtuna á Rás2 fyri áleið
5 árum síðani og tá eg hevði haft mína fyrstu sending
fekk eg eitt eintak heim við á fløgu, so eg sjálv kundi
hoyra hvussu eg ljóðaði og hvat eg skuldi skuldi gera
betur, og hvat eg annars skuldi og ikki skuldi siga. Men
ein venur seg skjótt við at hoyra seg sjálvan (tíbetur)
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað besta er at ongin dagur er líka! Og at ein hevur
rættliga fríar teymar. Tá eg t.d. skal hava eina
morgunsending, so avgeri eg sjálv hvat eg havi hug
til júst tann dagin. Eisini er tað gott, at ein hevur
fleiri ymiskar uppgávur. Eg havi ymsar sendinger,
eri tøkningur, geri lýsingar og havi eisini roynt meg
við kykmyndum. Eg havi starvast á Rás2 í áleið 5
ár og ikki EIN dag havi eg kett meg. Tíðin gongur
altíð skjótt. Tað merkir nokk, at man trívist væl.
Hvør árstíð er hin besta og hví?
Tað er veturin. Fyrst av øllum tí at tá eru jól. Eg elski
jól og allan desember mánað sum hann er. Eisini haldi
eg at myrkri er so hugnaligt. Tað má verða ræðuligt
at búgva í Føroyum, og ikke dáma veturin. Og so
sjálvandi eru tað færri flogkykt tá og ikki minst vespur!
Hvat er tín lívrættur?
Eg eri rættliga kræsin, so eg eti ikke so fjølbroyttan
mat. Haldi at ein av mínum yndisrættum er ræst
kjøt. Eisni er ein piparbúffur ótrúliga góður av
og á. Og so milliónbúffur, sum mamma ella eg
geri sjálv við ongum grønertrum, piparfrukt,
mais ella nøkrum sovornum tvætli í.
Dugir tú væl at gera mat?
Av tí at eg eri so kræsin, so eksperimenteri
eg ikki so nógv við mati, men annars ligger
hampuliga væl fyri at gera mat. Sjeikurin
hevur so í øllum førðum ikki klaga, hehe..
Hvussu heldur tú teg í form?
Eg haldi meg í form við at venja 5 til 6 ferðir um vikuna
í Yndi Fitness. Eg arbeiði eisini sum instruktørur har
og undirvísi í m.ø. spinning, sirkulvenjing o.s.v. Eg havi
eina søta tonn, og eti alt ov nógv bomm, sjokolátu og
køkur, so eg eri noydd at venja so nógv, sum eg geri
Lesur tú nógv?
Nei, tað er synd at siga. Tá dámar mær betur
at hyggja efter einum góðum filmi ella onkrari
sendirøð. Tann seinasta bókin eg læs er
»Confessions of a Shopaholic – Shopaholic and
baby« og hana læs eg fyri áleið einum ári síðan.
Hevur tú húsdjór?
Ja, verðins fittastu
tík. Ein chihuahua
sum er 5 ár og
eitur Nala.
Hvat gleðir tú teg mest til?
Beint nú er nokk eingin ivi um hvat eg gleði
meg mest til – 24. desember. Tá skulu sjeikurin
og eg verða foreldur fyri fyrstu fer. At tað
so eisini er jólaaftan, er bara eitt pluss.
Verður tú eisini radiovertur um 10 ár?
Man skal ongantíð siga ongantíð. Tað kann eisini
verða at eg geri okkurt heilt annað tá. Men um man
hevur slept miðlaverðini heilt tá, er ringt at siga nú.
Á einum gøtuhorni í bygdini
Corfino í Carfagnana fjøllunum í
Toscana í Italia er ein lítil kram
búð við stórum úrvali. Har fæst
alt og nakað afturat, sum vanliga
húsarhaldið í fjallabygdini hevur
brúk fyri.
Lítla krambúðin er tó ikki bara
krambúð. Hon er eisini café og
barr. Ein kaffibryggjari stendur
millum keks og lágorkuperur.
Uppi yvir henni standa nakrar
brennivínsfløskur. Uttan fyri ein
gamal plaststólur og eitt lítið
skirvisligt borð at seta koppin ella
glasið á.
Ein eldri kona rokast úti við at
leggja grønmeti á hillarnar har.
Hon kemur inn og inn um skiv
una, tá kundar fara inn í handil
hennara. Ja, eg giti, at hon eigur
krambúðina.
Á einari hill framman fyri
deodorantar og dunkar við hár
sápu hanga fimm myndir. Ikki
nøkur stór fotolist, verri enn so,
men litmyndir kortini.
Uttast vinstrumegin er ein stór
og prúð og lukkulig súgv. Síðani
eru tríggjar myndir av børnum
og so, uttast høgrumegin, ein
reklamumynd av einum stoltum
Benito Mussolini.
Tá eg spyrji um myndirnar,
fyrst á enskum, síðani á føroysk
um, svarar hon á italskum, at
hon eigur fýra grísar. Og hon er
errin av teimum. Hon skriv
ar talið 9,3 á ein lepa, sum hon
leggur á skivuna. Giti bara, at tað
eru stigini, súgvin hevur fingið
á onkrari grísasýning. Avgeri
sjálvur, at tað eru 9,3 av 10 møgu
ligum stigum, og tað er jú óført.
Børnini eru ommubørn. Tey
hevur hon ikki so nógv orð um.
Men fitt eru tey. Og hon er
góð við tey, skilst á øllum brøgd
um, andlits og handar.
Og so hann sjálvur Mussolini.
Hann fær heldur ikki so nógv
orð, ja, einki, so at siga. Bara eitt
lítið hirs.
Sum sagt, her er eisini barr
við øllum neyðugum fløskum.
Biði um ein grappa. Hon langar
eitt glas á diskin og stoytir í úr
einari fløsku við ongum seðli á.
Kovboyfilmarnir, eg havi sæð,
fara skjótt gjøgnum heilan.
Júst sum í einari westernsalón,
glasið á diskin, brennivínið í
glasið og skál. Einki við at telja
millilitrar. Einki roks.
Ikki talan um, at hon vil hava
pengar fyri snapsin. Ein til hitt
beinið. Nei, nei, ongar pengar.
Skít, nú fóru báðir í sama beinið,
so eg má hava tveir afturat til
hitt.
Eg krevji nú at sleppa at
gjalda. Jú, men so bara fyri tveir,
sigur hon. Tvær evrur kosta teir.
Tað vil siga tveir dupultir grappa
fyri 15 krónur. Jú, hetta er vorðið
sum stað.
Hon prátar óført, og eg banni
innantanna, at eg ikki legði
meira í latín í studentaskúlanum.
Kanska eg so skilti okkurt av tí,
hon sigur.
Eg spyrji á enskum og før
oyskum. Danskt nyttar helst einki
her. Veit ikki, um hon skilur meg.
Kanska, tí nú skrivar hon aftur
eitt tal á lepan, 64, og peikar á seg
sjálva.
Hon er bara 64 ár. Sær eldri út,
tí hon er ein slitkona, tað sæst.
Krambúð hennara er eisini út
handil hjá apotekinum í onkrum
størri býi niðri í dalinum. Tí
oman á mjølposum og eskjum við
nudlum liggja hvítir pappírsposar
við heilivági og navni og prísi
skrivaðum á, klárir at heinta.
Aftan fyri glansmyndina av
stóra leiðaranum, Il Duce, eru
vínfløskur við hansara mynd
á seðlinum, Vino Nero. Tað er
eingin skomm í Italia at dáma
Mussolini og siga tað hart.
Til ber eisini at keypa vín og
øl við øðrum virkisfýsnum og
ágrýtnum leiðarum á fløsku
seðlinum. Tú kanst velja millum
sum sagt Mussolini, Stalin,
Hitler, Che og Castro. Rættiligt
machovín til blóðugar búffar.
Nú er grappafløskan tóm, og
hon tekur eina stóra bøllufløsku
av gólvinm, trakt í seðlaleysu
fløskuna og so stoytir hon so
skjótt, at traktin svølgir ikki.
Eg veit ikki, hvussu heima
brent eitur á italskum, so eg fái
ikki spurt.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Mirjam Pætursdóttir
lagt til rættis: Leo Poulsen
24. desember
verður serligur í ár
Mirjam Pætursdóttir eigur eina av heilt kendu
radiorøddunum í Føroyum, men sum lítil droymdi
hon um at blíva politi. Hon elskar veturin
og gleðir seg serliga nógv til jólini í ár
Til handils
við Benito