Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 14. oktober 2011 8 VIKUSKIFTI Fólkaflokkurin – Har vænti eg ikki fleiri nýggj andlit, men tá ið vit koma til Suðurstreymoy, er spurn­ingur, um ikki Bogi Andrasen og/ella Aibritt á Plógv kunnu fara fram um Bjarna Djurholm. Í Norðoyggjum verður nú eingin Anfinn Kallsberg á listanum, og har skuldi Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir havt ein møguleika. – Eg haldi, at fólkafloksfólk hva ásann­að, at tað ikki er nóg stór javnstøða í flokkinum, og tá kann hugsast, at onkur av kvinnunum verður vald, Aibritt á Plógv ella Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Flokkurin hevur verið í so afturhaldandi, og tað fer veljarin neyvan longur at góðtaka. Sambandsflokkurin – Eg ivist ikki í, at fleiri veljarar fara at peika á Bárð Nielsen. Jóna Mortensen skuldi eisini havt ein møguleika, tí hon hevur verið nógv frammi og tosað serliga um sosialmál. Við seinasta val fekk hon eisini nógvar atkvøður. Jóhann Mortensen væntar kki, at Edva Jacobsen verður afturvald. Javnaðarflokkurin Jóhann Mortensen ivast ikki í, at Aksel V. Johannesen verður valdur. – Og Rigmor Dam skuldi havt góðar møguleikar, tí ikki bara kemur hon frá eini kendari politiskari javnaðarfamilju, men hon hevur eisini verið nógv frammi og gjørdi seg galdandi í samfelagskjakinum seinastu árini. Jóhann Mortensen hugsar, at Kristin Michelsen, borgarstjóri, tí Javnaðarflokkurin plagar at fáa tvey umboð vald í Suðuroynni, sjálvt um tað ikki er vist, at hann fær nóg mikið av atkvøðum, sjálvt um hann fekk stóra undirtøku á kommunuvalinum. – Nýtt tingfólk kann eisini gerast Thedor D. Olsen, sum hevur verið virkin í kjakinum serliga um etiskar spurningar. Nógvum fólkum dámar hann eisini væl sum prest. Sjálvstýrisflokkurin Jóhann Mortensen væntar, at flokkurin fær trupult við at varðveita verandi støðu. – Fær flokkurin bara eitt tingfólk, verður tað óivað Kristianna Winther Poulsen, sum hevur gjørt vart við seg serliga á javnstøðuøkinum og hevur skilagóðar sjónarmið um eitt og annað. Hon kemur úr eini gamlari sjálvstýrisfamlju, og eg haldi, at nógv tilkomin sjálvstýrisfólk kunnu síggja seg aftur í henni. Tjóðveldi – Har haldi eg, at Gunnvør Balle hevur ein góðan møguleika. Hon er sera skilagóð, er vinnulívsfólk og hevur eisini verið sendikvinna í Reykjavík. Jóhann Mortensen ivast í, um Tjóðveldi fær nakað umboð í Suðuroynni, nú Hergeir Nielsen ikki stilla upp. – Spurningurin er, um tjóðveldisfólk í Suðuroynni ikki líka so væl fara at velja Páll á Reynatúgvu, sum altíð hevur útjaðaran í huga. Framsókn Jóhann Mortensen dugir illa at meta, um Framsókn fær eitt ella tvey umboð. – Fyrst valdur verður Poul Michelsen, og mítt boð er, at nummar tvey verður Hanna Jensen, sum er miðnámsskúlalærari og skilagóð politiskt. Mær er sagt, at Framsókn fer at taka fleiri atkvøður frá Tjóðveldi í Eysturoynni, tí tey eru misnøgd við umboð á listanum Í Suðurstreym og tí fara at velja Framsókn. Miðflokkurin Jóhann Mortensen oivast í, um flokkurin fer at varðveita síni trý umboð. Um flokkurin fær tvey ella trý umboð, koma neyvan nøkur nýggj nøvn á ting hjá teimum. Hesi hava ein kjans Nógvir royndir politikarar hava takkað fyri seg, og teirra sessir í løgtinginum skulu fyllast. Vit hava spurt politiskar viðmerkjarar, hvørjir nýggir politikarar teir halda hava ein møguleika at verða vald í løgtingið Politikarar sum Hergeir Nielsen, Jóannes Eidesgaard, Anfinn Kallsberg, Andrias Petersen, Marjus Dam, Sjúrður Skaale, Edmund Joensen, Katrin Dahl Jakobsen og onnur takka fyri seg sum løgtingsfólk. Tað merkir, at nýggj fólk skulu veljast í løgtingið, og tey eru nógv, sum nú bjóða seg fram at stýra landinum. Væl kend og minni kend fólk eru komin á uppstillingarlistarnar hjá flokkunum til løgtingsvalið, og tann 29. oktober skal Føroya fólk manna nýtt løgting. Vit hava spurt nakrar politiskar viðmerkjar um, hvørjir nýggir politikarar teir halda hava ein kjans at koma í løgtingið. Tað eru framvegis tvær vikur til valið, og tað kann nógv henda í endaspurtinum í valstríðnum. Profilar kunnu detta niðurímillum, og onnur kunnu stinga seg upp ímillum. Við hesum fortreytum hava tveir politiskir viðmerkjararnir roynt at seta nøvn á nøkur av teimum, sum hava ein góðan møguleika at verða vald í løgtingið. Fleiri kvinnur helst valdar Jóhann Mortensen væntar ikki, at løgtingsvalið fer at skifta tey heilt nógvu fólkini út, tí veljarin velur ofta tað sama. Fleiri tingfólk verða óivað afturvald, men veljarin fer eisini at peika á mongu skilagóða kvinnurnar, sum uppstillaðar eru, heldur Jóhann Mortensen, útvarpsmaður og politiskur eygleiðari