fríggjadagur 14. oktober 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 14. oktober 2011
9
VIKUSKIFTI
Fólkaflokkurin
Nú Anfinn Kallsberg ikki stillar upp aftur, og
Poul Michelsen er farin úr Fólkaflokkinum,
er rúm fyri nýggjum fólki.
– Mítt besta boð er Bogi Andreasen,
sum varð valdur í býráðið í Suðurstreymoy
og situr sum varaborgarstjóri í Havn. Hann
hevði ett sera gott val seinast. Hann er
farin úr Tjóðveldi yvir í Fólkaflokkin, men
vit hava áður sæð, at floksavhopparar hava
klárað seg væl.
– Ein annar kundi verið Rodmundur
Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar
kommunu. Hann hevur áður verið á tingi
sum varalimur.
Sambandsflokkurin
– Har vænti eg fyrst og fremst, at Báður
Nielsen verður valdur. Hjá summum er
torført at koma aftur í aftur í politikki, men
fólkatingsvalið vísti, at hann hevur góðan
møguleika.
Eirkur Lindenskov ivast í, at Sambands
flokkurin fer at fáa fleiri enn átta tingfólk.
Helgi Abrahamsen kann kanska verða
valdur, og Edva Jacobsen somuleiðis.
– So eru tað Høgni Mikkelsen og Jóna
Mortensen, eg veit tað ikki.
Javnaðarflokkurin
– Eg ivist ikki í, at floksformaðurin Aksel
Johannesen verður valdur, og Eyðgunn
Samuelsen. Haraftrat vænti eg, at Theodor
D. Olsen er eitt gott boð, tí hann er ein væl
umtóktur prestur, hann hevur víst seg nógv
í almenna kjakinum og hevur fólksins tokka.
– Rigmor Dam skuldi eisini havt
møguleikar, tí hon kemur úr eini gamlari
javnaðarfamilju, hon hevur fyrr verið vara
limur í Tórshavnar býráð og hevur nógvar
politiskar royndir og er alment kend.
– Kim Durhuus kundi eisini verið
eitt boð. Hann er borgarstjóri í Sunda
kommunu, og vit hava áður sæð, at tað
borgarstjórastarvið har í økinum hevur verið
lopfjøl inn í landspolitikk.
Ein annar kundi verið Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri. Hann fekk nógvar
atkvøður til býráðsvalið, men tær atkvøð
urnar einsamallar eru ikki nóg nógvar til at
koma á ting.
– So hevur flokkurin Hans Mourits
Foldbo, sum var borgarstjóri í fyrrverandi
Gøtu kommunu. Hann býr í Gøtu, og Andrias
Petersen stillar ikki uppaftur.
Sjálvstýrisflokkurin
Eirikur Lindenskov tekur ikki støðu til,
hvussu fer at gangast verandi tinglimunun
hjá Sjálvstýrisflokkinum.
– Koma nýggj fólk inn, er Kristianna
Winther Poulsen annað mítt boð. Hon er
virkin í javnstøðupolitiska kjakinum, og hon
stóð seg væl á fólkatingsvalinum.
– Hitt boðið er Jógvan Skorheim, sum
er varaborgarstjóri í Klaksvík. Ein ungur
ambitiøsur sjálvstýrismaður kann ikki
hugsað sær betri uppland enn Klaksvík.
Tjóðveldi
– Eg vænti næstan, at Gunvør Balle verður
vald. Hon hevur verið sendikvinna í Íslandi,
hevur verið nógv frammi og stóð seg væl á
fólkatingsvalinum.
– Kristina Háfoss skuldi havt góðar
møguleikar fyri at komið aftur í aftur.
Hon varð sera væl umtókt sum lands
stýriskvinna, hon er dámlig, ágrýtin og
arbeiðssom, verður sagt um hana.
– So eru tað býráðslimirnir Marin
Kristina Frýdal og Óluva Klettskarð, og Olga
Biskopstø fer helst at standa seg væl.
Framsókn
– Poul Michelsen verður fyrst valdur,
og Tróndur Djurhuus, sum var stjóri í
Sjónvarpinum kann eisini fáa fleiri atkvøður.
Haraftat kemur Hanna Jensen, sum
eisini hevur verið nógv frammi og verið við
til at mynda nýggja flokkin saman við Poul
Michelsen.
Miðflokkurin
– Har verður eingin útskifting.
Kári Mikkelsen, sum er kunningarráðgevi
og politiskur viðmerkjari, heldur, at
tað er trupult at seta nøvn á fólk, sum
hava møguleika fyri at vinna sær sess í
Løgtinginum.
– Eftirsum tað eru meira enn tvær vikur
til løgtingsvalið, og valstríðið nóg illa er
komið í gongd, haldi eg tað vera ov tíðliga
at seta nøvn á, hvør kann roknast við at
koma inn og ikki. Tí vil eg halda meg frá
hesum, til vit eru nærri valdegnum og betri
hava sæð, hvør stendur seg væl, og hvør
veruliga hevur nakað upp á hjartað, sigur
hann.
– Í útgangsstøðnum kann sigast, at
tey sum longu sita á Løgtingi í flestu
førum hava ein fyrimun, tí tey hava roynt
seg í politikki og luttikið í upp til fleiri
valstríðum. Hinvegin vita vit, at tað altíð
er ein ávís útskifting, eins og nýggir
flokkar stilla upp, sum kunnu broyta
samansetingina. Eingin veljarakanning er
gjørd enn, og tað ger tað eisini trupult at
peika nýggjar politikarar út, heldur Kári
Mikkelsen.
Eingin veljarakanning er gjørd enn, og
tað ger tað eisini trupult at peika nýggjar
politikarar út, heldur Kári Mikkelsen.
– Vit vita als ikki, hvussu eitt møguligt
floksbýti kann koma at síggja út, sjálvt um
vit nýliga hava havt eitt fólkatingsval. Tað
kann sjálvandi peika á ein tendens. Hinvegin
má roknast við, at teir flokkarnir, sum stóðu
seg illa har, fara at spenna seg upp aftur
meira út í valstríðnum til løgtingsvalið.
Og tí ivist eg stórliga í, um úrslitið av
fólkatingsvalinum kann brúkast til so
øgiliga nógv.
Fleiri kend fólk
– Eitt, sum serkennir hetta valið, er, at tað
neyvan nakrantíð fyrr hava verið so nógv
kend fólk frá øðrum høpi enn politikki –
journalistar, serfrøðingar ella í aðrar mátar
kend fólk – ið stilla upp. Tað haldi eg heilt
avgjørt hongur saman við, at effektin av,
at vit nú bert hava eitt valdømi, av álvara
er sligin ígjøgnum. Eg ivist onga løtu í, at
fleiri av hesum hava latið seg lokkað til at
stilla upp, tí tey kunnu tryggja sær atkvøður
úr øllum landinum, júst tí tey eru kend,
sigur Kári Mikkelsen, ið sjálvur er útbúgvin
journalistur.
Er tað gagnligt fyri politisku skipanina,
at flokkarnir fara eftir kendum fólkum,
uttan mun til um hesi hava royndir ella
ikki?
– Tað er tað møguliga í mun til at fáa
fleiri atkvøður til flokkin, men annars er tað
ivasamt, tí hvønn politikk fara hesi at føra?
Hoyra tey veruliga heima í tí flokkinum,
sum tey hava latið seg stilla upp fyri?
Vit vita heldur ikki, um tey hava neyðuga
politiska hegnið og tolnið, sum skal til fyri
at gera seg galdandi í politikki. Men tað
skal sjálvandi standa sína roynd. Tey skulu
hava sama møguleika, sum allir aðrir
samfelagsborgarar at nýta sín demokratiska
til rætt at stilla upp.
– Ein onnur baksíða er, at tað verður
torførari hjá veljarunum at skilja ímillum,
hvat flokkarnir standa fyri, tí sum heild
eru hetta ikki fólk, sum eru uppvaksin í
flokkunum og harvið hava stevnuskránna
og harvið politikkin í merginum.
Nógv fjølmiðlafólk stilla upp.
Hví man tað vera?
– Nógv fjølmiðlafólk eru rættiliga kend.
Serliga tey, sum arbeiða ella hava arbeitt
í sjónvarpinum, so tað er væl rættiliga
natúrligt, at flokkarnir venda sær til tey, um
teir vilja hava nógv kend á listan. Hinvegin
so hava fjølmiðlafólk eisini rættiliga nógvar
meiningar um hetta og hatta; ikki minst
politikk. Tað er sostatt rættiliga nærliggj
andi, at eisini tey leita sær upp í politikki
fyri at fáa ávirkan ella verða biðin um at
stilla upp fyri ein flokk. Hetta er ikki nakað
eindømi fyri Føroyar; tað finst allastaðni.
Óheppið fyri
fjølmiðlaflutningin
Er tað gagnligt, at so nógv frá sokallaða
fjórða statsvaldinum fara upp í politikki?
– Tað er møguliga ein trupulleiki fyri
demoratiið, at so nógv fjølmiðlafólk og
serfrøðingar royna at koma sær upp í
politikk, tá vit nú ikki hava so nógvar
góðar kreftir á hesum økinum. Tey hava
sjálvandi sama demokratiska rætt, sum øll
onnur, men hetta er heldur óheppið fyri
fjølmiðlaflutningin, sum frammanundan
líður undir og verða skýrdur fyri at vera
politiserandi, og sum skríggjar eftir
kvalifiseraðum fólkum at dekka politikk og
annars halda eyga við til dømis politikarum
og øðrum valdsharrum, mynduleikum og
samfelagnum annars.
Tú kanst siga, at nógvir hyggjarar,
lurtarar og lesarar kanska fáa váttað sín
illgruna um, at hesin og hasin hevur handan
politiska litin, sjálvt um kanska onki er
at hava hetta í. Eg ivist ikki í, at fyri allar
flestu journalistar kemur journalistikkurin
fram um politiska litin.
Nógvir sokallaðir serfrøðingar.
Hví man tað vera?
– Tað er helst nakað av tí sama, sum ger
seg galdandi fyri fjølmiðlafólk. Hetta eru
oftani kend fólk, tey hava sínar meiningar
um, hvussu samfelagið eigur at verða rikið
og innrættað, tey duga oftani væl at mál
bera seg, og tað sær gott fyri flokkarnar at
fáa tílík fólk upp á listan. Og so halda tey
seg ivaleyst kunna gera ein mun í politikki.
Tað er væl tað stutta av tí langa.
Úrslit av einum valdømi
Hetta eru fólk, sum meira óheft
hava havt meiningar og luttikið í
samefelagskjakinum. Er tað gagnligt, at
ov nógv slík fara upp í partapolitikk?
– Tað er møguligt, at tað er gagnligt
fyri politikk sum heild at fáa nøkur av
hesum ljósu høvdunum uppí. Eg ivist tó í,
hvussu gott tað er fyri demokratiið, at hesir
sokallaðu óheftu serfrøðingarnir gerast
heftir at einum ávísum flokki ella politikki.
Eg vil meta, at teir gera størri nyttu, har teir
eru. Men sjálvandi skulu vit ongantíð skera
alt yvir ein kamb. Í ávísan mun hava vit
avgjørt brúk fyri slíkum fólkum í politikki.
Men eftirsum vit ikki hava so nógvar
serfrøðingar í hesum landinum, so haldi tað
vera spell, um ov nógvir av hesum leita sær
upp í politikk.
Gera hesi ikki størri gagn við at halda
seg óheft politiskt?
– Í flestu førum vil eg siga ja, men ein
skal ikki generalisera. Sjálvandi skulu hesi
eisini hava møguleikan fyri at fara upp í
politikk, men tað er eitt sindur óheppið
fyri samfelagið og ta uppgávuna at halda
eyga við politisku skipanini, at so nógv
velja hetta, tí tá vera munandi færri til at
halda eyga við politikarum og samfelagnum
annars. Nakað annað er so, at tað valla
verður meir enn eitt fátal, sum megnar at
tryggja sær ein løgtingssess, so fleiri fara at
gerast vónbrotin. Men nú fáa vit at síggja,
hvussu valúrslitið verður.
Væntar fleiri nýggj tingfólk
Síggja effektina av einum valdømi
Tjóðveldi fær hugsandi fleiri kvinnur í tingið, og neyvan kemur nakað nýtt tingfólk
inn fyri Miðflokkin, heldur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum
– Eitt, sum serkennir hetta valið, er, at tað neyvan nakrantíð fyrr hava verið so nógv kend fólk frá øðrum høpi enn
politikki, ið stilla upp. Tað haldi eg heilt avgjørt hongur saman við, at effektin av, at vit nú bert hava eitt valdømi,
av álvara er sligin ígjøgnum, sigur Kári Mikkelsen, politiskur viðmerkjari