Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 14. oktober 2011 10 VIKUSKIFTI Val Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Áheitanin hjá Óla Breckmann á tingmanning Fólkafloksins um at velja Anniku Olsen til formann nú beinan­ vegin hevur vakt miklan ans. Í Degi og viku mánakvøldið gjørdi Óli sjálvur støðuna upp. Hann segði, at um Fólkaflokkurin stendur seg væl í Havnini, so er møgu­ leiki fyri, at flokkurin verður størstur ella næststørstur á løgtings­valinum um tvær vikur. Um Fólkaflokkurin stendur seg illa í høvuðsstaðnum, so verður valið væl lakari. Útspælið hjá Óla eftir soltna fólka­ tingsvalið er grundað á søguligu tølini í høvuðsstaðnum. Á fólkatingsvalinum lá Fólkaflokkurin til at vinna ann­an mannin, tá ið bara úrslitið úr høll­ini á Hálsi restaði. Myndaliga tala tapti Fólkaflokkurin sessin til Javnaðar­ flokkin upp á konditiónina. Hann ork­ aði ikki at halda tørn um Havnina, og tí tapti hann. Tá ið tað snýr seg um val og valtøl og taktiska telving í sambandi við upp­ stilling og val er Óli Breckmann ikki hvør sum helst. Í fjøruti ár – tað er eins leingi sum Dávid var kongur í Ísrael og Móses var leiðari hjá Ísraels fólki, fyri at sammeta við tey, sum Óli heldur so nógv av – hevur Óli havt avgerandi leiklut í Fólkaflokkinum. Gamaní hevur hann ikki verið floksformaður og lands­stýrismaður, men hann hevur havt ein fingur við í tí mesta, og hann hevur meiri enn nakar annar syrgt fyri, at tað skuldi bera til at styrkja um um­ boðanina í teimum økjum, har flokk­ urin ikki var so sterkur. Í januar 1975 skipaði Atli Dam sam­ gongu millum Javnaðarflokkin, Fólka­ flokkin og Tjóðveldisflokkin. Eftir val­ið í 1978 helt sama samgongu fram. Tá var tað soleiðis, at bæði løgmaður og lands­ stýrisfólkini vórðu vald av løgtinginum. Tá ið samgonguskjalið var greitt eftir valið í 1978, skeyt Atli Dam upp – eftir tilmæli frá leiðsluni í Fólkaflokkinum – at D. P. Danielsen og Demmus Hentze vórðu afturvaldir sum landsstýrismenn fyri Fólkaflokkin. Hetta líkaði ikki Óla Breckmann. Hann tók orðið í tinginum og vísti á tað óhepna í, at summi øki – í hesum førinum Suðurstreymoy – vóru yvir­ umboðað, meðan onnur øki lógu ber. Við framtíðar møguleikanum í huga vildi stavnamaðurin, sum hann tá ofta varð nevndur, hava ein suðuroying í landsstýrið í staðin fyri umboðið úr Suður­streymoy. Ta ferðina tapti Óli, men viðhvørt loysir tað seg at tapa! Mánadagin kom fram, at Óli aftur ger vart við seg alment við tí fyri eyga at styrkja um undirtøkuna. Nú snýr tað seg ikki um Suðuroy, har tað er eydnast Fólkaflokkinum at styrkja um umboðanina. Páll Vang var – við fagnaði av Óla Breckmann - landsstýrismaður 1981-84, men tað eydnaðist honum ikki at vinna tingsess. Síðani varð roynt við Jacob Olsen, pápa nýggja formansevnið hjá Óla, og síðani við Jacob Vestergaard, sum rættuliga hevur fótað sær. Feitu og soltnu árini Tá ið Óli Breckmann og Jógvan Sundstein vóru upp á tað besta, var Fólka­flokkurin størstur í høvuðs­stað­ num. Fólkatingsvalið vísti, at undir­ tøkan nú bara er ein brotpartur av tí, sum hon var feitu árini. Í 1978 varð vallógin broytt, og tá hækkaði talið á valdømisvaldum ting­ monnum í Suðurstreymi úr fýra og upp í átta. Undirtøkan hjá Fólkaflokkinum í høllini á Hálsi vaks støðugt tey næstu valini: 20,8 í 1978, 21,8 í 1980, 25,4 í 1984, og hon toppaði í 1988 við 29,3 pro­sentum. Hetta sást aftur í, at Fólka­ flokkurin í Suðurstreymi vann trý um­ boð á valunum í 1984, 1988 og í 1990. Á løgtingsvalinum fyri fýra árum síðani var undirtøkan í Havn 16,6 pro­ sent ella bara ein stór helvt av tí, sum hon var í 1988. Tølini siga, at tað er runnið úr kassanum hjá Fólkaflokkinum og fyrst og fremst yvir í Tjóðveldisflokkin, sum fyri fýra árum síðani hevði besta valið í Havn yvirhøvur. Tá settu 29,6 prosent av teimum, sum vóru á vali í høllini á Hálsi, kross fyri Tjóðveldinum ella um­ leið eins nógv, sum í 1988 atkvøddu fyri Fólka­flokkinum. Úrslitið fyri fýra árum síðani bar við sær, at fimm tjóðveldisumboð úr høvuðsstaðnum vórðu vald á fyrsta valinum, tá alt landið var eitt valdømi, og at tvey fólkafloksumboð vórðu vald: Annika Olsen, sum nú bjóðar seg fram sum formansvalevni og Poul Michelsen, sum nú bjóðar seg fram sum formaður í nýggjum flokki. Veruleikin hjá Óla Tá ið Óli Breckmann eftir fólkatingsvalið hevur repiterað søguligu valtølini og samanhildið tey við úrslitið av fólka­ tingsvalinum, so hevur hann sæð skrift­ ina á vegginum: Kaj Leo Johannesen er populerur, ikki minst í høvuðsstaðnum, hóast hann á síðsta vali var einsamallur sam­bands­ maður, sum varð valdur á ting í gamla Suðurstreymoyar valdømi (saman við Magna Laksáfoss sum býr í Streymnesi), og tað er tískil góður møguleiki fyri, at Sam­bandsflokkurin kann fáa meiri enn tey 18,9 prosentini, hann fekk í Havn­ini fyri fýra árum síðani. Aksel Johannesen tykist hava fingið vind í seglini, og konstellatiónin av at búgva í Hoyvík og hava sterkar røtur til Klaksvíkar tykist góð. Hetta saman við tí veruleika, at Sjúrður er góður í val­stríðnum kann, hóast Sjúrður ikki er uppstillaður, bera við sær, at Javn­aðar­flokkurin í høvuðsstaðnum verður lyftur longri upp enn tey 18,1 pro­sentini, sum hann fekk fyri fýra ár­ um síðani. Høgni Hoydal hevur, síðani hann trein politiska pallin í 1998, havt framúr gott tak á høvuðsstaðnum. Fólka­tings­ valið var fráboðan um, at heldur ikki Høgni megnar støðugt at halda sær á aldu­kambinum, og um hetta sama fer at vísa seg á løgtingsvalinum, so ræð­ur um at vera klárur og at vera við til at lofta tí, sum kanska fer at reka frá Tjóð­ veld­inum í høvuðsstaðnum, nú full­ veldisprojektið er farið í skuggan, og nýtt útspæl – eitt nú at økja fólkatalið til 55 túsund í 2020 – skal bera Tjóðveldi fram. Miðflokkurin fekk fyri fýra árum síð­ani lutfalsliga fleiri atkvøður á Hálsi enn nakrantíð áður, og Kári á Rógvi og Sjálvstýrisflokkurin høvdu kanónundirtøku sammett við undan­ farnu tvey valini. Undirtøkan hjá Sjálv­stýrisflokkinum á Hálsi fór úr 4,3 og upp í 8,1 prosent. Fólkatingsvalið Tølini undirstrika staðfestingina hjá Óla Breckmann av, at Havnin er gloppin Fólkaflokkinum av hondum, og at tað ikki er heilt við síðuna av at rokna við, at flokkurin kann verða millum teir størstu, um tað aftur eydnast at vinna Havnina. Men tølini siga eisini, at tað verður torført Stríðið um høvuðsstaðin í brennideplinum