fríggjadagur 14. oktober 2011síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 14. oktober 2011
11
VIKUSKIFTI
í september var ábending um, at tað
verður torført at røkka hesum úrslit
inum, men tá ið tað snýr seg um smáu
flokkarnar og fólkatingsval, so skal
ansast eftir at gera avgjørdar niður
støður.
Kolumbuseggið hjá Óla
Poul Michelsen man kennast sum hótt
an hjá Fólkaflokkinum. Tað fer at vísa
seg, um tað eydnast honum at vinna
Framsókn umboð. Hann fríggjar ikki
minst til nýmótans liberalar veljarar.
Millum hesar eru øll tey, sum hava
livað dastið av sínum ungdómsárum á
flatlondum, og nú eru flutt í høvuðs
staðin við donskum virðum og siðum.
Uppstillingin hjá Framsókn vísir, at
hesi finnast í stórum pørtum av sam
felagnum.
Sum tað varð nevnt í oddagrein í
blaðnum mikukvøldið, so snýr tað seg
ikki bara um hjá Óla Breckmann at
føra Anniku Olsen fram sum formans
valevni. Hon er ikki fyrsta hugsjónarliga
valið hjá Óla, men hon verður skotin
upp, tí hon – fyri at brúka orðini hjá
Óla – fekk størstu álitisváttanina á
fólkatingsvalinum.
Politikkur er hugsjónir, men
politikkur er eisini at vilja valdið, og tað
er hann ikki minni nú, enn hann áður
hevur verið. Tað ræður um at nýta øll
vápn fyri at vera so væl fyri í stríðnum
um valdið, tá ið valið er av, sum tað ber
til, og tann, sum vinnur valið verður
best fyri.
Hvat valdið skal nýtast til verður
dagin eftir valið nýggjur spurningur.
Fyrrverandi fólkafloksformaðurin,
Anfinn Kallsberg, segði fleiri ferðir –
eitt nú undir orðaskiftinum um nýggju
stýrisskipanarlógina miðskeiðis í nítiár
unum – at valskipanin við lutfalsvali
ger, at lítið samband er millum hug
sjónir og vallyfti á aðrari síðuni, og
samgonguskjalið og realpolitikkin á
hinari síðuni. Samgonguskjalið eiga øll
og eingin. Anfinn vildi heldur havt eina
skipan, sum bar við sær, at ein flokkur
sat við valdinum. Tá hevði verið lættari
hjá veljarunum at sammett vallyfti og
politikkin. Hetta er skipanin, sum er
galdandi í eitt nú Bretlandi.
Nýggju tíðirnar
Løgtingsvalið um tvær vikur verður tað
næsta við Føroyum sum einum valdømi.
Størsta broytingin í umboðanini fyri
flokkarnar á fyrsta valinum var, at
Tjóðveldi styrkti so nógv um sína um
boðan í høvuðsstaðnum.
Hjá Sambandsflokkinum, Javnaðar
flokkinum og Fólkaflokkinum eydn
aðist tað at halda tørn í lutfallinum
millum høvuðsstaðin og bygdirnar.
Sambandsflokkurin var tó undirum
boðaður í høvuðsstaðnum, og Javn
aðarflokkurin fekk lutfalsliga størri
umboðan í høvuðsstaðnum, enn hann
nakrantíð áður hevur havt.
Kalkulatiónin hjá Óla Breckmann
er, at um tað eydnast at styrkja um
Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum, so
verður hann størsti ella næststørsti
flokkur. Hann man rokna við umboðan
í gamla Norðoya valdømi og í Eysturoy,
har politisku viðurskiftini plagdu at
vera støðug. Hann roknar við umboðan
í Vágum og í Suðuroy, og um tað so
eydnast at endurvinna høvuðsstaðin
soleiðis, sum Fólkaflokkurin var um
boðaður í honum fyri 20-25 árum síð
ani, so gongur roknistykkið upp.
Mogens Lykketoft heitti í síni stuttu
formanstíð í danska Javnaðarflokkinum
á øll tey, sum eina ferð høvdu atkvøtt
fyri Javnaðarflokkinum, um at venda
aftur. Hevði tað eydnast, so hevði
flokkurin vunnið kanska 50 prosent
av atkvøðunum. Tað eydnaðist ikki. Nú
roynir Óli at rigga soleiðis til undan
valinum, at Fólkaflokkurin í høvuðs
staðnum skal vinna gomlu styrkina
aftur, hóast tað neyvan verður við
atkvøðum við somu hugsjón, sum fyri
20-25 árum síðani fylktust um Óla
Breckmann, Jógvan Sundstein og Birgir
Danielsen ella Poul Michelsen.
Um ein flokkur dettur niður ímillum
í høvuðsstaðnum, so fer tað at svíða
meiri nú, enn tað gjørdi undir gomlu
skipanini, tá ið landið var skipað í sjey
valdømi. Tá syrgdu bíligu valdømis
valdu tingmenninir fyri at bremsa fyri
víðgongdum avleiðingum av soltnum
úrsliti í fólkaríkasta plássinum.
Stríðið um høvuðsstaðin er upp
aftur meiri týdningarmikið, nú tað
eru nýggjar politiskar tíðir, og at Óli
Breckmann hevur rullað kolumbusegg
út á gólvið fer ivaleyst at herða stríðið
bæði millum flokkarnar og innanfloks
– og harvið hevur politiski revurin
rokkið sínum endamáli!
VAL OG TØL
A
2
1
2
2
2
3
3
3
2
2
B
1
2
3
2
3
2
2
2
2
2
C
3
2
2
2
1
2
2
2
2
2
D
1
1
1
1
1
1
1
1
E
5
3
3
3
1
1
2
2
2
2
H
1
1
1
1
1
Aðrir
1
1
1
1
2008
2004
2002
1998
1994
1990
1988
1984
1980
1978
Suðurstreymoy - tingumb. 1978-2008
A
7
7
7
8
6
7
8
7
6
6
B
7
7
8
6
8
6
7
7
8
8
C
6
7
7
7
5
10
7
8
7
8
D
2
1
1
2
2
3
2
2
3
2
E
8
8
8
8
4
4
6
6
6
6
H
3
2
1
1
2
Aðrir
5
2
2
2
2
2
Aðrir flokkar eru Framburðsflokkurin (2 í 1978 og 1980), Kristiligi Fólkaflokkurin (2 í 1984, 1988, 1990
og 1994 og Verkamannafylkingin (3 í 1994)
2008
2004
2002
1998
1994
1990
1988
1984
1980
1978
Føroyar - tingumboðan 1978-2008
A
16,6
16,9
19,5
20,6
16
25
29,3
25,7
21,8
20,8
B
18,9
22,4
26,7
16,8
24,8
18,1
19,1
19,2
22
24,7
C
18,1
19,7
17,6
21,3
13,4
26,5
19,1
20,9
18,9
19,5
D
8,1
4,3
3
6,8
5,9
9,7
5,8
9,5
3,1
6,9
E
29,6
26,3
28,1
28,1
12,8
12,7
21,2
19,7
19,3
22,2
H
7,4
6,6
5,1
4,7
5,6
Aðrir
1,2
1,7
21,6
8
5,6
5
7,6
6
2008
2004
2002
1998
1994
1990
1988
1984
1980
1978
Valúrslitið í høllini á Hálsi – roknað í prosentum
í Havn 9871 10119 9735 8526 7546 9784 8510 7234 6461 6891
í alt 31112 31711 30556 27664 25555 28420 28806 25177 23273 22724
Partur 31,7
31,9
31,9
30,8
29,5
29,7
29,5
28,7
27,8
30,3
Veljarar 2008
2004
2002
1998
1994
1990
1988
1984
1980
1978
Áheitanin hjá Óla Breckmann á tingmanning Fólkafloksins um at velja
Anniku Olsen til formann nú beinanvegin hevur vakt miklan ans.
savnsmyndir