Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-14, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. oktober 2011síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 119 · 14. oktober 2011 13 VIKUSKIFTI www.skyn.fo Umstøðurnar verða framúr, við tí makaleysa útsýninum yvir Skálafjørðin og Toftavatn, sum hevur verið karmur um mangar góðar løtur. Og ferst tú oman eftir gøtuni, ert tú í sjálvum hjartanum í Runavík, við handlum og tænastum til borgarar og ferðandi. Miðað verður eftir at skapa eitt umhvørvi, ið gevur fólki frið og tryggleika, samstundis sum tað verður góður karmur um felagslívið hjá grannalagnum, og sum eisini verður ein hug- vekjandi partur av býnum við sínum vøkru bygningum, hugnaliga øki og gøtum og sínum nærlagda og skipaða arkitekturi. Uttanum húsini verður felags øki, har granna- lagið hevur høvi at skipa fyri felags tiltøkum. Her eru gróðursettir runnar, ið geva lívd og nærleika til huga og spæl við snøggum gøtum ímillum, sum binda økini saman. Tað er byggifelagið Articon, sum stendur fyri byggingini, saman við Selmar Nielsen Arkitekti. Tað fer at taka 1 ár frá at byggingin byrjar, til klárt er at fl yta inn. Byggingin fevnir um tríggjar bygningar við tilsamans 23 íbúðum. Íbúðarstøddirnar verða millum 50 fermetrar og 106 fermetrar. Íbúðar- bygging í Runavík Nú verður gjørd ein nýggj íbúðarbygging í Runavík. Her, millum náttúru og útsýni, fer fólk at búleikast.