fríggjadagur 14. oktober 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 14. oktober 2011
14
VIKUSKIFTI
Sprotin
Agnar Artuvertin
post@sosialurin.fo
Tað nýggja savnið hjá Oddfríði eitur
Blómugrót.
Hevði savnið itið »grótblómur,«
hevði tað ligið raðið fyri at mett tær
sum mynd um sjálvar yrkingarnar, og
tað hevði mint eitt sindur um frostrósur
ella onkra líknandi vælkenda mynd
ella Karsten Hoydal-kopi. Men nú
kallar hann tað »blómugrót,« og tað
er ikki bara ein meiri egin orðanýtsla,
men eisini positivari. Tí grótblómur
merkir blómur, sum eru blivnar til
grót, men blómugrót merkir grót, sum
er blivið til blómur. Sum framhald
av hesum kann ein kanska hætta sær
ta lummapsykologisku tulking, at
talan er um savn, sum er sprottið úr
burturtrongdum kenslum, sum nú eru
tiðnaðar og blivnar til yrkingar. Og
tað, sum ger eina góða yrking er mót
setningar, og grót og blómur eru eisini
mótsetningar – grót er kalt og deytt,
blómur eru, ikki endiliga heitar, men
so í øllum førum livandi og fjálgar –
eins og fangið á konufólki
Oddfríður er viðhvørt rættiliga
makabur – hann kappar m.a. hendur
og aðrar likamslutir av sær. Blóð og
eygu koma eisini við. Meir um tað
seinni
Ein likamlig avkappan er sjálvandi
betri enn ein andalig, men ein andalig
avkappan er meir spennandi at viðgera
enn ein kropslig. Og hetta við tí anda
liga fær hann, ið lesur Blómugrót, í
ovurmát!
Tí sjálvandi er høgligari at missa
hondina enn at missa sálina, kann
sigast við einum bíbliu-sitati. Men
hóast sálin og bíblian ongan beinleiðis
leiklut hava í savninum hjá Oddfríða,
so hevur teirra modernaða surrogat,
tilvitið, sera stóran leiklut. Meir um
hetta um eina løtu
Hvat merkja eygu, kunnu vit
spyrja okkum sjálv fyrst? Tey eru
sjálvandi tengd at, hvussu vit sansa og
fata umheimin, men eisini – og hetta
er umráðandi í hesum sambandi –
hvussu vit fata okkum sjálv. Hvussu
fata vit okkum sjálv og okkara kropp,
tá ið vit hyggja út gjøgnum tey eygu,
ið kroppurin hevur?
Oddfríður kann vera eitt sindur
metafysiskur viðhvørt, og kanska er
tað, sum ger eitt yrkingasavn, sum
kanska hevur uppiborið at verða kallað
metafysiskt, hvussu væl spurningarnir
eru settir og minni, hvussu nógv, greið
og føst svar tað setur fram
Evnini, hann viðger í savninum,
tykjast millum annað bæði vera identi
fikatión og uppgerð við náttúruna og
árstíðirnar, fløktar lýsingar og tulk
ingar, á tremur við myndum og meta
forum, av sálarstøðum og ein meira
abstrakt og sera ment fatan av, hvussu
tóm og innihaldsleys tilveran er.
Í fyrru helvt av savninum lesa vit
stundum um tann persónliga saman
burðin við náttúruna. Oddfríður ber
seg sjálvan saman við til dømis heyst
ið, ella við bløðini, sum detta av trø
unum:
»bara tí at eg nokti/ at falla tigandi
við heystinum«
Her hava vit eina mynd av yrkjara
egnum, sum umskapast við árstíðunum,
men vil ikki umskapast. Hetta er ein
uppgerð og eitt mótmæli ímóti lívsins
æviga broytiligu ringrás ella við tað,
at viðhørt verður tú noyddur at svimja
larmandi móti streyminum, hóast tað
býður tær ímóti
Vit hava eisini myndir av onkrum,
sum kundi verið seksualitetur, til
dømis hesa:
»og greinarnar/ peika stoltar/ móti
aldunum,«
Her eru greinarnar á trøunum
mynd av tí stolta mannliga kynslim
inum, sum peikar til havs – tí havið
er vanliga mynd av kvinnunnar broyt
iligu og áríniligu náttúru. So har hava
vit kvinnuna, sum ofta verður sædd
sum umboðandi náttúruna sjálva.
Helst ein leivd av tí romantiska og
vitalistiska rákinum, sum var í fyrru
helvt av farnu øld. Men har vitalist
arnir hálovaðu kvinnuni og náttúruni,
so berjist Oddfríður ímóti hesi sukur
søtu áskoðan.
Og ikki bara tað, men hann sær
eisini greinarnar sum nakað náttúrliga
og stórbæra ímynd av trúfesti, sum í
síni ævigu ringrás sleppur pørtum
av sær sjálvum og harvið eldist og
gerst vísari. Men kunnu greinarnar
ikki eisini vera mynd av viljanum til
at liva? Vit menniskju hava ein vilja
til at liva, hóast lívið stundum onga
meining gevur
Modernað yrking er ofta at gera
øðrvísi og langdrignar lýsingar av
kenslum. Hesa kravdu uppgávu hjá
øllum
nýmótans
yrkjarum
røkir
Oddfríður sera væl, til dømis við yrk
ingini, sum nevnist »Longsul«:
Sólin skjýtur eisini
svartar geislar
eftir bjørtum skuggum.
Blágrýtið glintar,
og grógvandi grátur
gleðist. Havið
hevur teg og meg:
teg við
himmalvendum sandkornum
á bláa kjálkanum:
og meg
við bløðandi óløgunum
í holaða favninum.
Tað er við innliti í mannakroppin, í
sinnið og í tey heimspekiligu rák, sum
eru í samfelagnum, men sum vit van
liga ikki varnast, at Oddfríður best.
Eitt av hesum innlitum haldi eg
vera pessimistiskt innlit, sum vit lesa
um í seinasta ørindi í teirri frálíku yrk
ingini, sum nevnist »Eg havi einki«:
Eg havi ongan
skugga í tonkunum
og lívæðrar
troka burtur
litleysa tilvitið.
»Eg havi skrivað um ymisk evni, alt frá kærleika til krígg og dupultmoralska
vamlið, ið so ofta stendur við síðuna av súltutoynum á borðinum«.
Vagnur Streymoy í Fregnum 25.09 um 5.8% av dupultmorali
»Eru vit ikki bara ein heili, sum hugsar á sama hátt sum ein
telda, og so onkuntíð ein farri av tilviti, og annars bara
djórainstinkt?« Tanki um savnið Blómugrót í Fregnum 08.10
5,8% av
dupultmorali
og Blómugrót
Tvey nýggj yrkingasøvn komin út á Sprotanum