fríggjadagur 14. oktober 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 119 · 14. oktober 2011
15
VIKUSKIFTI
Høgligari er at missa hondina enn at
missa sálina. Okkara samtíð og okk
ara samfelag er avkappað, bæði so
og so, og missir tú okkurt, gerst tú
meira bundin av tí og roynir at styrkja
tað, sum tú ikki hevur mist. Man
Oddfríður her hava funnið grundina
til, hví vit menniskju í dag eru so
tengd at seksualiteti og njótingini á
øllum økjum?
Hetta er umráðandi innlit at hava,
tí tað snýr seg eisini um, at vit menn
iskjur eru nokkso óeksisterandi – tí tá
vit missa onkran av okkara kæru, hví
forstanda vit tað tá ikki? Og hví flýtur
tá yvir við óruddi úr dulvitskuni? Hví
hava vit hetta órudd?
Hvat eru vit í grundini? Eru vit
ikki bara ein heili, sum hugsar á sama
hátt sum ein telda, og so onkuntíð ein
farri av tilviti, og annars bara djóra
instinkt? Nakrar reglur móti endanum
á yrkingini »Deyðin ríður framvið«
ljóða soleiðis:
Eg eri ikki annað enn ein deyðiligur
tanki – ikki petti annað. Tunga móti
tonnum –
einki petti annað. Tíð, ið rætt og slætt
ikki vil
góðkenna sína ørandi søtu fortíð
Her endar savnið við, at yrkjarin kemur
til sættis við, at hann er einki uttan
ein tanki og eitt tyssi av fortíðarinnar
hendingum. Men hóast vit menniskju
kanska einki eru í okkum sjálvum sum
so, men bara nakrar æviga broytiligar
náttúrukreftir, so eru orðini til – og
orðini í Blómugrót eru ikki av teimum
verstu av slagnum
Hví yrkir hann so so nógv um blóð?
Við orðunum hjá honum sjálvum um
sólina og teir svørtu geislarnar:
»Eg haldi, at blóð er ótrúligt. Tann
streymurin av blóði, sum fossar inn
og út gjøgnum hjartað er óskiljandi,
og poesi er um at ítøkiliggera tað
óítøkiliga, og tað kann bara gerast við
myndamáli.«
Dostojevsky segði, at stingur tú ein
knív í hjartað, so bløðir tú als ikki. Tað
undarliga er – og savnið er rættiliga
undarligt – at Oddfríður tykist hava
stungið ein knív í hjartað á sær sjálv
um – men hann bløðir illa.
Bæði Vagnur og Oddfríður tykjast
hava sína uppgerð við náttúruna og
náttúrunnar kring og alskin til tað
heilaga, og Vagnur flytur líkasum hesa
ógvusliga trá eftir at kenna sannleikan
yvir á gerandisdagin. Málið er rátt,
men heldur enn ein vilja at vera ógvu
sligur, so lýsir tað, hvussu ein hugar
og sær tingini. Savnið er myrkt. Ja,
kanska tað – og meira enn 5,8% av
dupultmorali.
Lat meg leggja fyri við at siga, at
savnið hjá Vagni Streymoy er sera
gott, og tað í sær sjálvum sigur heilt
nógv í føroyskum høpi. Vagnur byrj
aði sína yrkjaraleið við fleiri, eftir
mínari meining, vánaligum og støpl
andi yrkingum, sum stóðu at lesa
ymsastaðni, men hann hevur við hes
um savni so avgjørt funnið sína rødd
og sín stíl. Hesin maðurin hevur boð
skapir og dugir at meitla teir úr blá
grýti
Savnið 5,8% av dupultmorali leggur
fyri við nøkrum hálvpessimistiskum
myndum – sum samstundis seta yrk
ingakósina út í kortið – í eini rammu
av íheimligum endurminningum. Vit
lesa um, hvussu tað var at vera ungur
og ganga í dans í 80’unum, hvussu
føroyingar fríggjaðu tá, og hvussu
afturlatin fólk vóru um sínar kenslur
tá:
Handrit og lyfti teirra vórðu læst í
skuffur og
tað varð teimum eisini bannað at tosa
um sorg ella ræðslu
og rannsóktu tey sálir sínar
skuldu tey lata tað tey funnu
fáa frið
So giftast hesi bæði, og líkt er til, at
hjúnabandið er eins afturlatið og
ófrælst. Kanska ein ákoyring um, at
soleiðis eru vit øll enn, bert á ein ann
an hátt?
Síðani lesa vit um ein, sum fer á
barr. Her er evnið rúsdrekka og alt
tað ringa, ið við tí fylgir, og tað fáa vit
at smakka á næsta síðu, sum byrjar
við orðunum »Bangin fyri…« og so
uppreksan av nøkrum kenslum. Her er
tað við øðrum orðum sum orðatakið
sigur »Einki uttan óttin er at óttast«
(There’s nothing to fear but Fear
itself)
Og sum Vagnur sjálvur sigur:
Yrkingasavnið um dupultmoralin,
lívsins skuggasíðu, villandi átrúnaðin
og tað at vera til í fleiri heimum og
veðurløgum kann tykjast hvassorðað.
Eitt annað evni, sum Vagnur ikki
nevnir, haldi eg vera vreiðina og kensl
una av at vera sleptur upp á fjall, antin
av samfelagnum ella av lívinum sum
heild. Summar av yrkingunum tykjast
vera sama slag av uppreksan – vit lesa
um »tey einsamøllu« og »gloymda
ættarliðið – og hevði Vagnur ikki havt
so nógv at borið fram fyri okkum, so
høvdu tær yrkingarnar lítið havt upp
á seg. Men so er ikki í hesum føri.
Vagnur er so á tremur við boðskapi, at
hann yrkir reglur, ið eru nýggj føroysk
orðatøk. Til dømis hendan: »Tað, ið
hendir undir brúnni verður verandi
undir brúnni«, »Ver skjótur í gerð« og
»Ikki ber til at vera vinur við øll«
Og stundum hómar ein røddina
í atfinningarsamastu tekstunum hjá
Kára P.
Savnið er á tremur við brotum
úr veruleikanum, tonkum, lygnum,
fobium, og øðrum úr blámusoppa-
fongdu rúmunum í heilanum
Savnið er einki savn av sublimum
orðum. Eins og Oddfríður royndi at
hava eina uppgerð við vitalistiska
rákið, so roynir Vagnur at hava eina
gerandisliga frásøgn um tankar, fobiir
og annað.