mánadagur 17. oktober 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Politikarar sva
Leygarkvøldið vitjaðu politikarar í
sendingini Hvonn Live. Teir vóru í góðum
formi og kappaðust í spurnarkapping,
áðrenn endaspurturin í valstríðnum
nú av álvara byrjar. Teir dugdu væl
at svara – og svara fyri seg.
Rás2 er farið undir eina nýggja
røð við Hvonn Live sendingunum.
Hetta eru sendingar, sum verð
sendar beinleiðis av Hvonn í
Havn. Fyrsta sendingin var
leygarkvøldið, og fleiri sendingar
eru á skránni í vetur.
Leygarkvøldið vitjaðu leið
andi politikarar í teimum sjey
flokkunum, sum stilla upp til
løgtingsvalið. Teir kappaðust í
spurnarkapping um politikk og
annað, og politikararnir vóru væl
upplagdir og í góðum lag.
Teir vóru eisini samdir um, at
nú byrjar endaspurturin í val
stríðnum av álvara, og næstu
tvær vikurnar fara flokkarnir
at dríva á í valstríðnum til løg
tingsvalið 29. oktober.
Í Hvonn Live hesaferð segði
bodybuildarin Gunnar Hjelm
eisini frá sínari søgu, og live-tón
leikur var við Steintór Rasmussen
og Jákupi Eli Joensen.
Rás2 sendir aftur av Hvonn
sunnukvøldið, tá ið skipað verður
fyri fótbóltsgalla. Tá verða tey
bestu í fótbóltskappingini í ár
kosin og heiðrað.
Jákup Eli sang um Vanju
Steintór Rasmussen sang tveir sangir av nýggju fløguni, sum hann gevur út í vikuni
Kári á Rógvi og Jenis av
Rana mannaðu lið saman
Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari, og Janus Rein, valevni hjá Framsókn