mánadagur 17. oktober 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Røktarheim eru fyri tey
flestu blivin ein ímynd av
at verða eitt bíðirúm ella
goymistað fyri tey eldru,
áðrenn árarnar verða lagdar
inn. Fólkaflokkurin ynskir at
gera upp við hesa gongd, og
vil hava eina nýggja skipan,
har lívsgóðska, frælsi og
felagsskapur fyri tey eldru
verður í hásætið.
Øll menniskju hava krav
uppá virðiligar umstøður.
Eldri hava, sum øll onnur,
ymiskan tørv og væntanir
til tað hjálp og tær tænastur
tey fáa.
Tá talan er um bústaðar
møgurleikar og heimahjálp
til tey eldru, so má ásannast,
at í Føroyum eru vit langt
frá tankanum um at veita
teimum eldru tænastur í
mun til ymiskan tørv. Veru
leikin er, at tað eru so at
siga bert tveir møguleikar
– at búgva heima, ella at
fara á røktarheim. Hetta tí
at fyribyrgjandi arbeiðið við
eini styrktari heimahjálp o.l.
er spart niðurum pínumarkið.
Á bústaðarøkinum er onki
gjørt við eldrabústaðir, og
tey sambýlir sum komu
fyri nøkrum árum síðani,
eru við tíðini blivin til smá
røktarheim, tí tað als ikki er
fylgt við økingini av akutta
tørvinum fyri røkt. Tey
sum hava tørv á at sleppa á
røktarheim sleppa ikki, tí tað
er bíðilisti allaðstaðni.
Heldur ikki tað samstarv
sum átti at verið millum land
og kommunur er nøktandi,
og er avmarkað til bert
at snúgva seg um nøkur
fíggjarlig viðurskifti.
Tí vil eg fegin fara í
løgtingið at arbeiða fyri, at
fáa umraðfestingar gjørdar,
so
vit
stuðla
uppundir
fjølbroytni í fyribyrgjandi
tænastum
til
eldri,
við
at betra um heimahjálp,
mattænastu, dagtilhald,venj
ingarmøguleikar, umlætting
og vitjunartænastur. Tað
er eisini neyðugt at menna
nýggjar bústaðarhættir fyri
tey eldru í Føroyum, soleiðis
at tey eldru kunnu finna
ein bústað sum ikki er eitt
røktarheim, men sum nøktar
teirra tørv fyri tryggleika og
felagsskapi við onnur.
Aibritt á Plógv
valevni Fólkafloksins
LØGtingsvalið 2011
Røktarheim skulu ikki verða goymistøð
Herfyri bórust tey tíðindi í
fjølmiðlunum, at 4000 fólk
her á landi eru í fátækravága.
At vera í fátækravága er
at hava minni enn 60% av
miðalinntøku í tí øki, sum
man livir í. Eg havi varhuga
av, at nógv teirra eru stakir
uppihaldarar.
At spara upp á at fjálga um
hesi í 2012 kann føra til fólka
trot í 2030, bæði viðvíkjandi
arbeiðsmegi og virðisskapan
annars. Fyri hvørja ferð ein
mamma ella ein pápi við
børnum flytur av landinum,
kunnu vit missa nógv.
Í 1983 flutti eg til Dan
markar, tí Føroyar kundu ikki
bjóða mær og mínum trygg
kor. Á heysti í 1986 fekk eg
útvega mær bústað og arbeiði
í Føroyum og valdi at flyta
heimaftur. Vit, sum í 1983
taldu 6 persónar, mamma og
5 børn, eru í 2011 blivin til 20
føroyingar. Av teimum eru 11
frá 20 árum og niðureftir og
potentiellir
virðisskaparar
í samfelagnum. Hini 9 eru
aktiv í arbeiðslívinum.
Henda søgan er helst
einki eindømi. Tað er gott
og gevandi at fara í onnur
lond at nema sær kunnleika
og hoyra og síggja, hvussu
onnur
liva,
men
eingin
føroyingur eigur at gerast
útiseti av neyð.
Tjóðveldi vil fólkavøkstur,
tí velja vit at arbeiða fyri
rímiligum
bústøðum
og
einum vinnlulívi við arbeiði
til øll, so gjørligt er at
breyðføða seg og síni her á
landi.
Veljið tí Tjóðveldi!
Ein mamma og 5 børn í 1983 eru
blivin til 20 føroyingar í 2011
LØGtingsvalið 2011
Petrisa (Disa)
Christiansen
valevni hjá Tjóðveldi
Síggi í vikuskiftisbløðunum at
Bárður Nielsen, fyrrverandi
fíggjarmálaráðharri,
hev
ur skrivað eina valgrein,
har hann gevur fullveldis
landsstýrinum og altjóða
búskaparkreppuni skuldina
fyri fíggjarligu truplu tíðirnar
í Føroyum. Somuleiðis sigur
hann
ein
skilagóðan
og
hondfastan fíggjarpolitikk
vera einasta heilivágin sum
hjálpir uppá støðuna.
Hesi orðini koma veruliga
frá tí rætta manninum. Tí
í tíðarskeiði hansara sum
fíggjarmálaráðharri
undir
fyrra ABC, gav hann bæði
skattalættar og økti sam
stundis almannaútreiðslur
nar so nógv, at hetta svaraði
til umleið allan blokkin
tilsamans. Hetta er ikki
bara nakað eg sigi, tað er
lætt hjá einum og hvørjum
at fáa staðfest. Hygg bert í
landsroknskapin fyri hesi
árini – har stendur tað svart
uppá hvítt!
Ein og hvør fyrstaársles
andi innan búskaparfrøði
veit, at eitt land ikki kann
føra ein ekspansivan fíggjar
politikk undir einum hákon
jukturi, uttan at tað endar
galið. Men tíverri fyri Føroyar
var tað júst hetta, sum Bárður
Nielsen gjørdi í sínari tíð sum
fíggjarmálaráðharri. At hesin
sami maður nú bjóðar seg
fram til at føra skynsaman
fíggjarpolitikk,
og
gevur
øðrum skylduna fyri sítt
egna dugnaloysi, er somikið
burturvið, at sjálvt Bárður
Nielsen átti at sæð tað.
Men kanska er tað ikki
so løgið kortini. Tí nú hevur
sambandsflokkurin
júst
givið teirra boð upp á ein
skynsaman fíggjarpolitikk,
og tað er, at danskarar skulu
betala! Vorðið sum skynsemi,
má eg siga...!
Vónandi gjøgnumskoðar
veljarin hetta mikla bluff-
nummarið hjá Bárði Nielsen,
og tekur støðu út frá tí.
Men at tú, Bárður Nielsen,
kemir tær at borðreiða við
ósannindum
sum
hesum
– tað er undir alt lágmark!
LØGtingsvalið 2011
Jóhann Lützen
Valevni fyri Tjóðveldi
At tú kemur tær,
Bárður Nielsen
4 av 10
Fiskivinnan, alivinnan og blokkstuðulin
eru tey inntøkugevandi beinini vit hava í
dag. Ferðavinnan er ein onnur vinna, sum
vit royna at byggja upp, hesum halda vit
áfram við.
Aðrar vinnur og vinnuvegir hava stóran
týdning fyri tað skapandi fjølbroytni í
Føroyum, tí vilja vit hava ein frían og opnan
arbeiðsmarkna. Um eg komi á ting, vil eg
virka fyri, at:
• Stuðulsskipan fyri nýggjum vinnum í
avmarkaða tíð við 1 til 1 innskjóting.
• Skapa karmar fyri gransking við
føroyskum genum og øðrum.
• Góðskan av úrdráttum av fiski.
• Menning innan teld og aðrar vinnur
verður ment.
Vit reka inn á ting
So javnt millum føroyingar Føroyar.
Aðrar vinnur og
nýggir vinnuvegir
Heri Ólason Dam
Løgtingsvalið 2011