Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fiski- og alivinnan eru okkara høvuðsvinnur og okkara álit í dag. Men ein vinna, sum er vaksandi og fær alsamt størri og størri týdning, er frálandavinnan. Føroyingar hava seinastu árini megnað at fingið arbeiði í frálandavinnuna á sera høgum altjóða støði. Talan er um ymsar tænastur, veitingar og ráðgeving. Vit manna í dag skip og tyrlur og hava leiðandi størv á olju og gass framleiðslu­ pallum. Hesi hava prógvað, at tey hava neyðuga før­leik­ an, framfýsnið og áræði at átaka sær hesar upp­gáv­ur. Tey kunnu gera frálanda­ vinnuna til okkara triðju høvuðsvinnu.  Føroyingar hava altíð víst, at teir hava megnað at umstilla seg til broyttar tíðir og umstøður og eru fleksiblir. Teir eru tí ein eftirspurd arbeiðs­kraft. Um okkurt ikki gongur væl, so hava vit altíð funnið eina loysn , ella funnið uppá okkurt nýtt. Eru eisini mangan farnir í onnur lond at arbeiða innan øll økir innan bæði fiskivinnu og handverk. Hetta er ofta gjørt undir truplum um­ støðum, men á høgum støði í krevjandi vinnu. Oljan er ikki funnin enn, men síðan prátið um eina komandi oljuvinnu byrjaði síðst í 70 árunum, hava vit ment hesa vinnu. Í dag kunnu føroyingar sjálvir manna og leiða eina komandi frálandavinnu. Vit skulu tí satsa meir uppá hesa vinnu.  Uppgávan hjá komandi løgtingi verður m.a. at gera karmarnar so góðar sum møguligt hjá hesi vinnu. Tað skal gerast møguligt og attraktivt at arbeiða uttan­lands og búgva og hava familju í Føroyum. Um rætt verður atborið kann henda vinna geva eitt enn størri avkast til føroyska sam­felagið. Her liggja stórir møguleikar fyri framman. Víðkað sjónarringin Vit mugu hugsa frílynt og stórt. Latið okkum áhaldandi útbyggja samfelagið og bjóða fleiri av landsmonnum okk­ ara at búleikast her. Vit mugu stuðla og finna nýggjar vinnur og stuðla teimum sum royna at finna uppá ymiskt. Lat okkum stimbra teimum, sum vilja fara út at vinna sær pening til familju og samfelag, heldur enn at leggja forðingar í vegin í rein­ um snævurskygni. Her skal vera rúm fyri okkum øllum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur LØGtingsvalið 2011 Triðja Høvuðsvinnan Sum loysingarfólk skal eg ikki trýsta Kaj Leo og hansara út í okkurt, sum hann og tey ikki kunnu kennast við ella beinleiðis ræðast. Afturfyri skulu Kaj Leo og tey virða, at vit eru nógv, sum kenna tað beinleiðis mannminkandi og lítið stimbrandi at liva og virka í eini skipan, sum upprunaliga er akkersfest í eini danskari fólkatingslóg – hóast Kaj Leo sjálvur heldur skipanina vera ómakaleysa. Í staðin fyri, at antin Kaj Leo ella eg skulu kenna okk­ um heimleysar í ríkis­rættar­ ligu støðuni, skulu vit føroy­ ingar gera eina breiða semju, sum flestu okkara kenna seg heima í. Hendan semj­an skal hava tveir høvuðs­tættir – breiðan stuðul (legitimi­tet) og eina miðvísa avtal­aða sjálvbjargnisgongd. Hvørgin av hesum tættunum er ser­ liga fløktur. Teir krevja lítið annað enn síná­mill­um virðing millum tey meira og tey minni sjálvstýrissinnaðu. Breiði stuðulin Legitimitetin finna vit í gitnu nýggju stjórnarskipanini. Tá hon er samtykt, kunnu vit sum ábyrgdarhavarar í Føroy­ um gera eina sínámill­um heildar­avtalu við Dan­mark um samstarvið okkara millum og um uttanríkispolitisku heimildirnar. Vit varðveita so­leið­is samstarvið, men skipa tað í avtalum millum tveir partar, sum hóast ójavn­ ir í stødd eru formliga javn­ settir. Vit kunnu saktans gera stakavtalur við onnur lond samstundis, eins og vit t.d. hava við Ísland um heilsu­ røkt og við Skotland um hægri lestur. Sum frálíður venja vit okkum við at skipa sam­størvini við Danmark og onnur, har og soleiðis, sum tað í hvørjum einstøkum føri tænir øllum best. Sjálvbjargnið Tað eigur samstundis at bera væl til at gera eina breiða og bindandi semju millum flestu politikkarar um eina miðvísa sjálvbjargniskós. Mestsum allir flokkar leggja dent á sjálvbjargni. Eitt nú boðaðu javnaðarfólk fyri stuttum frá, at tey fegin sóu fyri sær ein felagsskap við Danmark uttan búskaparligan stuðul. Sjálvbjargnið er lykilin til einar frælsar og sjálvstýrandi Føroyar. Umfatandi sam­felags­­ reformar og ein bind­andi búskaparsemja skulu sam­ an við vinnuligum vøkstri tryggja, at Føroyar eftir eina avtalaða skiftistíð við greið­­ um málum gerast leys­ar av øllum sonevndum stuðli uttan­eftir. Hetta er ólíka sunnari enn at tiðna blokkin. Ótroytta potentialið Veruliga virðið á samlaða náttúrutilfeinginum, sum føroy­ingar hava rætt til, er nógv hægri, enn tað vit í veru­­­leika­num - við núgald­ andi poli­­tikki - skaffa sam­­felag­n­um. Harafturat kunnu vit brúka okkara fram­úrskarandi førleikar innan sjóvinnu, handverk og annað til at skapa nýggjar útflutningsvinnur og spenn­ andi arbeiðspláss, sum eisini halda teimum yngru til. Hetta kunnu vit venda aftur til. Poengið er, at vit higartil ikki hava troytt okkara møguleikar væl. Men tað er jú í roynd og veru gott! Tað merkir, at vit í mun til nógv onnur europeisk lond hava óbrúkt potentiali, sum nú kunnu koma okkum til góðar – til frama fyri okkara sjálv­bjargni. Tað krevur bara, at vit av álvara seta okkum greið mál og skipa okkum øðrvísi. Tað er her, at Fram­ sókn kemur inn í myndina. www.framsokn.fo – www.facebook.com/ trondurdjurhuus Tróndur Djurhuus Framsókn LØGtingsvalið 2011 Virðing fyri Kaj Leo – tur/retur Valgreinar Ein spillfeskur matvørupoli­ tikkur má á borðið, har greið mál verða sett fyri menn­ ing av rávørutilfeingi og dygdarframleiðslu av føroysk­ um matvørum til útflutnings og til heimamarknaðin. Tí vit skulu og kunnu fáa nógv meira burturúr hvørjum grammi av fiski, vit draga upp av grunnunum ella úr ringunum á firðunum. • Vit mugu tryggja nógv tættari samstarv ímillum vinn­una og almennu gransk­ ingar­stovnarnar, so gransk­ ingin í størri mun kann stimbra undir vørumenning og har­við búskaparvøkstur. • Vinnan skal eggjast til at gera størri íløgur í mið­ vísa gransking, og tí eigur almennur stuðul til vinnu­ rætt­aða gransking at vera latin eftir einum krónu-fyri- krónu-prinsippi. • Alt tilfeingið skal lóggev­ ast til lands, so stimbrast kann undir vinnur, ið fram­ leiða burturúr livur, rogn og fiskaslógvi. • Bachelorútbúgving í mat­vøurvísindi skal setast á stovn, í samstarvi við útbúgvingarstovnar aðra­ staðni, og ikki minst mugu vit útbyggja útbúgvingar innan sølu og markaðarføring. • Hægri útbúgving innan aling og alitøkni skulu skipast, sum eisini kunnu eggja útlendskum lesandi henda vegin. Heimamarknaðurin er eitt grundarlag undir fjøl­tátt­ aðari menning av há­góðsku matvørum. Tí mugu vit eisini stimbra teirri matstovu­ vinnuni, sum leggur seg eftir at nýta føroy­skar rávørur. Norðurlendski køkurin er komin í hásæti á altjóða matstovupallum. Og í honum eiga vit fleiri góðar bitar. Teir skulu kræsnir gómar kring allan heim, sleppa at smakka! Komandi fýra árini skulu vit hava ferð á føroyska matframleiðslu! Bjørt Samuelsen tjodveldi.fo/bjort LØGtingsvalið 2011 Matvøru­politikk á borðið – manga takk!