Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Valgreinar Løgtingsvalið 2011 Tað góða lívið er helst ymiskt alt eftir hvønn vit spyrja, og frá politiskari síðu ber neyvan til at tryggja øllum eitt full­ komið lív. Men rættin til eitt virðiligt lív eiga vit øll, og tað eigur tí at vera mætasta uppgávan hjá Løgtinginum at tryggja hóskandi karmar, so at øll kunnu skapa sær eitt virðiligt lív. Tá vit tosa um eitt virði­ligt lív er talan um eitt minsta­­mát av rættindum, ið øll hava rætt til. Eitt nú rættin til ein hósk­ andi bú­stað, mat, útbúgving og heilsu­røkt. Men tað snýr seg eisini um, hvørji virðir vit byggja okkara samfelag á. Megin­reglan skal vera, at hvørt einstakt menniskja er eitt virði í sjálvum sær, og at samfelagið skal rúma og taka sær væl av øllum. Enn eru vit ikki komin á mál í Føroyum – hvørki í mun til at tryggja borgarum eitt minstamát av rættindum ella at skapa eitt samfelag har rúm er fyri øllum. Stakir uppi­­hald­ arar eru t.d. ein bólk­­­ur í okkara samfelagi, ið hevur tað tungt fíggjarliga. Fólk, ið bera brek, verða dag­liga sett uttanfyri, orsak­að av vánaligum atkomu­ møgu­leik­um til eitt nú skúlar, lækna­­­hølir, kommunu­skriv­ stov­ur, buss­­ar og ferjur. Før­ oy­­ar er somu­­leiðis ein­asta norður­­land, ið ikki loyvir sam­­­kynd­­­um pør­­­um at gift­ast ella at ganga sam­an í skrásett parlag. Nýggja lýsingin, ið Hag­ stovan hevur gjørt fyri Løg­ tingið, vísir at 3.900 føroy­ ingar eru í fátækra­váða. Lýs­ing­in vísur, at pensjónist­ ar eru í størsta fátækra­váða. Men tað eru ikki bara pen­ sjónist­ar, stakir uppi­hald­ ar­ar og láglønt fólk, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Vanliga barna­ familjan, við rímiliga góðari inn­tøku, hevur tað eisini trupult fíggjarliga. Høga kostnaðarstøðið í Føroyum er ein høvuðsorsøk til, at tað er trupult hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman. Neyðugt er tí at kanna, hvat kann gerast fyri at fáa livikostnaðin niður. Nærum allar vørur verða inn­­­flutt­ar úr Danmark, ið um­­framt Føroyar er dýrasta land í Evropa at liva í. Hetta eigur at siga okkum so­ mikið, at vit eiga at kanna møguleik­arnar fyri atgongd til aðrar marknaðir. Bústaðar­ marknað­urin er somuleiðis alt ov eintáttaður og príslegan sera høg í stóru plássunum. Við broytingunum í Húsa­ lánsgrunninum eru vit komin eitt stig nærri tí fjølbroytta bústaðarmarknaðinum, ið stórur tørvur er á. Skulu vit fáa fólk at støð­ ast her - og fáa útlagnar føroy­ingar heimaftur - er alneyð­ugt, at vit gera eina breiða lang­tíðar­semju tvørt­ ur­­um floksmørk við greiðum felags­málum um, hvat skal til fyri at venda gongdini. Ein ætlan fyri trivnað og fólkavøkstur eigur at fevna um sosial-, familju- og bústaðarpolitikk, men má ikki einans avmarka seg til hesi øki. Tað eru nógv onnur viðurskifti, ið eru avgerandi fyri møguleikan at skapa sær eitt virðiligt lív. Eitt nú verandi háttur at fáa inntøkur til landskassan, har ið næstan bara inntøkuskattur og meir­ virðisgjald vera brúkt at gjalda almennu útreiðslurnar við. Henda skattaskipan rak­ar fyrst og fremst vanlig­ ar løn­takarar á landi sera hart. Inntøkuskatturin átti tí at lækka munandi, meðan inntøkugrundarlagið bleiv breiðkað. Týdningarmiklast av øllum er, at farið verður til verka við greiðum felags­mál­ um fyri, hvussu Føroyar ger­ ast eitt gott stað fyri øll. Bæði fyri teimum, ið longu búgva her og teimum, ið ynskja at seta búgv her í framtíðini. Les meira um mínar hugsanir og hjartamál á www.tjodveldi.fo/margretha ella á Facebook. Eitt virðiligt lív LØGtingsvalið 2011 Margretha Nónklett Hvussu skal land okkara rekast í framtíðini? Hvussu kunnu vit fáa somu ella betri vælferð, trivnað og heilsu­ágóðar uttan at hækka skattatrýstið ella avgjøld á borg­arar og vinnur? Skulu vit tvíhalda um sama vælferðar­støði, ið vit hava í dag? Hetta eru stórir og avgerandi spurningar, nú tað aftur stundar til Løgtingsval. At geva trongdum økjum fleiri pengar at brúka uttan treytir fylgja við, er skeivt. Ferð eftir ferð hava landsins myndugleikar skorið játtanir uttan atlit ella innlit, við ávísum prosentum ella krónutali, meðan aðrar játtanir eru øktar uttan jaliga ávirkan ella samanspæl við samfelagsliga trivnaðan hjá einstaka borgaranum. Almennir stovnar gerast effektivari Vit skulu gera almennu stovn­ ar okkara meira effektiv­ar fyri hvørja krónu, teir brúka. Hetta skal gerast við at gera lógarverkið á almanna­ økinum ruddiligari, so at hvørt alment starvsfólk fær eina lættari og smidligari arbeiðsgongu enn í dag. Sam­stundis mæli eg til, at almenni geirin veruliga kemur at standa til ábyrgd fyri arbeiði sínum og avgerð­ um. Hetta er neyðugt, eins og vit skulu tryggja, at almennu leiðslunar eru uppgávuna vaksnar at fremja sparingar, alt ímeðan stovnarnir verða gjørdir effektivari og bíligari at reka. Henda tillaging til veru­leikan tykist als ikki at verða framd innan tað almenna, alt meðan vanligi borg­ar­in og vinnurekandi verða noydd at síggja veruleikan í eyguni hvønn dag. Nevni­liga, at har eru ikki fleiri pengar at brúka, og tí má meira fáast burturúr minni. Neyðugt við hugburðsbroyting Við at tillaga hugsjónina innan almennu útreiðslurnar, so at stovnar ikki verða straff­aðir fyri at fremja sparingar, men heldur fáa ágóða av sparingunum, fáa vit betri og bíligari rakstur. Hetta kann fremjast sum eina íløgu­­konto, har partur av spardu upp­ hæddini verður góð­skrivað stovninum og kann sparast upp til kom­andi árini, uttan at samlaða játtanin til stovnin verður skerd tað eyka komandi árið. Hetta førir við sær, at útreiðslur til teldur, húsa­um­støður, útgerð og annað kann fíggjast uttan eykaútreiðslur ella eykajáttan frá løgtinginum. Hesi eru bert nøkur fá hugskot til tey átøk ið krevjast fyri at fáa okkum ein bíligari, effektivari og meiri atkomiliga almenna umsiting, ið kemur at tæna borgarunum betri, men uttan at leggja eyka byrðar á einstaklingin ella vinnur okkara. Alt átøk, ið eg vil virka fyri at seta í verk, tykkum at frama. Latið okkum saman skapa eitt land, har samfelags­trivn­ aðurin verður settur í hásæti. Veljið Fólkaflokkin á løgtings­ valinum tann 29 oktober. Almennu útreiðslurnar mugu tálmast Jógvan Thomsen valevni Fólkafloksins LØGtingsvalið 2011 Tann aldursbólkurin, sum mest er í pengaligum fá­ tækra­váða er tey ið eru 67 ár og eldri. Stívliga 14 pro­sent av teimum hava minni javn­ virðisinntøku enn markið fyri fátækra­váða, og tað er munandi meira enn hinir aldursbólkarnir. Ikki tespiligur lestnaður at lesa á heimasíðuni hjá hag­ stovuni. 14% av pen­sionist­ unum í Føroyum í fátakra­ vága! Ein sera óvirðilig støða fyri okkum sum land! Tey eldru, sum hava lagt lunnar undir okkara væl­ ferð, og goldið sín skatt fáa nú ikki endarnar at røkka saman. Við skattinum hava tey goldið forút fyri góðum tænastum, og tey mugu nú ásanna, at sum ikki einaferð tá ið goldið er forút, er vøran ikki fullfíggja, tá ið alt kemur til alt. Tað má gerast bíligari at liva og virka í Føroyum eins og pensiónsskipanin má dag­førast. Vit mugur tora at leggja langtíðarætlanir á pensiónsøkinum, soleiðis at fólk yvir eitt longri tíðarskeið kunnu leggja sær ellisárini fíggjarliga tilrættis. Fleiri av teimum sum eru pensionistar í dag hava ikki havt møguleika ella umstøður at uppspart sær stórar pensiónir, og hava einans fólkapensiónina og samhaldsfasta at liva av. Bæði land, fagfeløg, part­ arnir á arbeiðsmarkn­aði­ num, og tann einstaki hava eina uppgávur at loysa her. Tjóðveldi mælir til at príseftirlit verður skipað, hetta sum partur av at fáa kostn­aðarstøðið niður. Somu­leiðis eiga vit at keypa vørur úr fleiri og bíligari marknaðum. Afturat hesum krevst ein pensión sum hevur eitt ávist minstamark so fólk ikki liva i fátakravága. Til seinast eigur eisini at vera møguligt hjá teimum sum orka og vilja, at vera longri á arnbeiðsmarknaðinum. Hinvegin mugu skipanir vera, sum hjálpa teimum sum av einhvørjari orsøk megna hetta. Eitt annað sum eisini kann ávirka fíggjarliga er um pensionistan skulu hava heilivág. Við Heilsutrygd er tann broyting komin, at stuðul til heilivág einans verður latin til bíligasta slag av heilivági (fyri hvønn bólkin sær) Hetta merkir at um tú ikki tolir bíligu sløgini, so mást tú sjálvur gjalda tín heilivág, og tað kann blíva dyrt. Bústaðarmøguleikarnar eiga at vera meiri fjøl­tátt­ aðir, soleiðis at pen­sionistar ikki noyðast at sita í dyrum húsum. Vón­andi kann skipan­ in við Húsaláns­grunni­num hjálpa til við hesum. Trupulleikin er sera saman­settur og krevur loysnir á nógvum økjum. Umráð­andi er at vera í dialog við eldra­feløg, fagfeløg og polit­iska myndugleikan, og í felag finna fram til hvat er skilabest. Eitt er víst, verandi gongd kann ikki standa við. Sirið Stenberg valevni Tjóðveldis LØGtingsvalið 2011 Væntandi eldra­ politikkur