mánadagur 17. oktober 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Semja er um, at mest loyvda
veiðan eftir norðhavssild í
2012 verður 833.000 tons. Tað
skrivar Andras Kristiansen
úr Fiskimálaráðnum, sum
hevur verið til samráðingar
í London.
Talan er um eina niður
gongd í mun til undanfarna
ár, tá heildarkvotan varð
ásett til 988.000 tons. Til
gongdin til stovnin hevur
svikið seinastu árini. Altjóða
havrannsóknarstovnurin
vísir tí á, at hóast stovnurin
verður væl umsitin, er met
ingin, at niðurgongdin heldur
fram komandi ár.
Semjan um heildarkvotu
na byggir á eina avtalu frá
2007 millum strandarlondini
um langtíðarumsiting av
fiskiskapinum eftir norð
havssild. Hendan avtalan he
vur m.a. ein veiðisetning og
ásetir eitt fast býti av heild
arkvotu millum londini. Av
talan umfatar eisini atgongd
at fiska hvør hjá øðrum.
Føroyski parturin av heild
arkvotuni er 5,16%. Føroyska
kvotan av norðhavssild í 2012
verður tí 42.983 tons. Føroyar
hava sambært avtaluni møg
uleika fyri at fiska part av
føroysku kvotuni í norskum
sjógvi.
Á felagsfundinum undir
samráðingunum
gjørdu
Føroyar vart við, at Føroyar
halda ikki, at núverandi býtið
av heildarkvotuni svarar til
útbreiðsluna av norðhavssild
í Norðuratlantshavinum, og
at tørvur er á at endurskoða
avtaluna. Í hesum sambandi
boðaðu Føroyar frá, at Før
oyar fara at taka stig til at
viðgera málið saman við hin
um strandarlondunum.
sildaveiða
Á felagsfundinum undir samráðingunum gjørdu Føroyar vart við, at Føroyar halda
ikki, at núverandi býtið av heildarkvotuni svarar til útbreiðsluna av norðhavssild
í Norðuratlantshavinum, og at tørvur er á at endurskoða avtaluna
Skjóting
Regin Enghamar úr Byrsumúla skeyt
best, hann skeyt 142 dúgvur
Regin
skeyt best
Ferða
vinnu
felagð
ársað
alfund
Smæran - ein sólskinssøga í Klaksvík
Semja um fiskiskapin
eftir norðhavssild
fiskivinna Strandarlondini Føroyar, Ísland, ES, Noreg
og Russland hava i dag, 14. oktober 2011, undirskrivað
avtalu um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2012
skjóting Triðja og seinasta
umfar av Jógvan Weihe Grand
Prix kappingini í Trap varð skot
ið á breytini hjá Byrsumúla í
Sandvíkum leygardagin
Venjingarstøðin hjá Klaks
víkar Kommunu og Nær
verkinum, sum læt upp í
desember 2010, er sera væl
umtókt og eftirspurd og
talið av teimum, sum venja,
økist skjótt
Tað
sigur
Klaksvíkar
kommuna í tíðindaskrivi.
– Smæran - Ven og Virka
– er venjingarhøli hjá Klaks
víkar kommunu og Nær
verkinum, sum er innrættað
í hølunum undir Sambýli
num á Heygnum. Smæran
liggur við Kjalarveg 48.
Sagt verður, at økister
apeutarnir brúka hølini til
tey, sum eru brúkarar av
Heimatænastuni í Norð
oyggjum, meðan Klaksvík
ar Kvøldskúli brúkar hølini
til venjing av pensionistum
úr 67 árum og eldri, og her
er eftirspurningurin sera
stórur.
– Endamálið við tiltøku
num í Smæruni er, at eldri
borgarar kunnu betra ella
varðveita
møguleikarnar
fyri at liva eitt so virkið og
sjálvstøðugt lív, sum gjørligt,
eins og endamálið er at
fremja góða heilsustøðu og
at fyribyrgja afturgongd í
førleikastøðuni.
Á heimasíðuni hjá Klaks
víkar kommunu verður sagt,
at Smæran – Ven og Virka -
longu er ein sólskinssøga,
hóast hon ikki enn hevur
fylt ár.
Ársaðalfundurin
hjá
Ferðavinnufelagnum
verður fríggjadagin 28.
oktober 2011 kl. 14.00 á
Hotel Hafnia
Aftaná sjálvan að
alfundin uml. kl 16.45,
verður kjak um kon
kret mál hjá Ferðavinn
ufelagnum at taka sær
av. M. a. verður kjak og
setan av bólki, sum skal
vegleiða Landsverk í
sambandi við skelting
av vegum og støðum
til útlendsk ferðafólk.
Eisini kjak og setan
av bólki, sum skal tosa
við SSL um rutuplan
legging og koyring hjá
Strandferðsluni í m.a.
vikuskiftum.
Uml kl. 17.30 verð
ur upplegg frá nýggja
leiðaranum á Kunn
ingarstovuni í Tórs
havn, Theresu Kreutz
mann. Theresa fer at
draga paralellir ímill
um føroyska og grøn
lendska ferðavinnu og
útgreina hvussu tann
grønlendska
ferða
vinnan er sett saman
og um leikluturin hjá
grønlendska
heima
stýrinum.
Kl. 18.00-19.00 bjóðar
Ferðavinnufelagið til
smáprát & drinks.
Kl. 19.00 verður døg
urði, sum tey luttak
andi sjálvi gjalda fyri.
Jákup Sverri Kass er
formaður í Ferðavinnu
felagnum.
Kappingin hevur verið skipað
sum tríggjar sjálvstøðugar
kappingar, har skotið var
eftir 75 dúgvum hvønn dag
in. Vinnarin er tann, sum
hevur fingið flestar dúgvur
tilsamans allar dagarnar.
Tilsamans 17 skjúttar tóku
lut í kappingini, harav fýra
teirra luttóku í øllum trimum
kappingunum. Onkrir nýggir
skjúttar hava eisini verið við
í hesum kappingunum.
Undan seinasta kapping
ardegnum var serliga spenn
ingur um, hvørjir skuldu
enda nr. 1, 2 og 3.
Veteranarnir Esmar Andr
easen og Regin Enghamar úr
Byrsumúla lógu rættiliga
javnir - Esmar hevði 95
dúgvur og Regin 91, meðan
Ragnar við Streym úr Sunda
Byrsufelag lá á 3. plássi við 88
dúgvum. Kappingin var so
statt púra opin undan triðja
degnum.
Longu í fyrsta umfarinum
seinasta dagin megnaði Regin
at koma ájavnt við Esmar, og
spenningurin helt sær líka til
kappingin var liðug.
Endaliga úrslitið í toppi
num gjørdist:
1. Regin Enghamar, Byrsu
múli 142 dúgvur
2. Esmar Andreasen, Byrs
umúli 140 dúgvur
3. Ragnar við Streym,
Sunda Byrsufelag 134 dúgv
ur
4. Dorian Petersen, Byrsu
múli
Vinnarin fekk eitt ferða
steyp og eitt steyp til ognar
umframt ein vinning frá
Jógvan Weihe.
Kappingin verður aftur
komandi ár.