mánadagur 17. oktober 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hann í telefonini í morgun.
- Beint í løtuni er trupult
at siga, hvussu vit kunnu
loysa hetta mál, og júst nær
tað verður loyst, endurtekur
Mourits Mohr.
Á skipasmiðjuni Mest ar
beiða í løtuni millum 110 og
120 mans.
Meðan
ísfiskatrolarin,
Vestmenningur, sum par
trolar saman við Fram, bíðar
eftir makkaranum, liggur
hann við bryggju í Kollafirði.
Hanus reiðari
Sosialurin royndi í morgun
at fáa eina viðmerking frá
Hanusi Hansen, reiðara á
Fram og Vestmenningi, men
á skrivstovuni hjá JFK-Troli
varð upplýst, at reiðarin
verður ikki at hitta fyrr enn
seinnapartin í dag.
Fram og Vestmenningur
eru fyrrverandi Stígarklettur
og Hádegisklettur, sum eru
bygdir á Tórshavnar Skipa
smiðju í 1988. Seinni eru teir
eisini longdir á somu skipa
smiðju.
vilmund@sosialurin.fo
Fram er eitt stórt
skip, men eigur ikki
at vera ov stórur til
bedingina
MOURITS MOHR
beint í løtuni er trupult at siga,
hvussu vit kunnu loysa hetta mál, og
júst nær tað verður loyst
MOURITS MOHR
700 TONS STÁL
Fram skuldi á beding at gera okkurt smávegis, tá vognurin partvís fór av skinnaranum.
Skipið vigar eini 700 tons, og tí er tað ikki bara sum at siga tað at loysa henda trupulleika
Fakta
Skip: Fram/ Vestmenningur
Smíðiár: 1988
Longd: 44,39 metrar
Breidd: 8,50 metrar
Reiðari: Hanus Hansen, JFK-Trol
Vilmund Jacobsen
At
ísfiskatrolarin
Fram
stendur
fastur
á bedingsvogninum á
skipasmiðjuni á Skála,
kundi havt við sær, at
skipini, sum standa uppi
á bedingini, Bakur og
Stelkur, missa fiskitíð, tí
tey ikki sleppa av aftur,
fyrr enn Fram er leysur.
Men Sosialurin hev
ur skilt, at Bakur og
Stelkur eru ikki lidnir á
bedingini enn, og tí høv
du teir ikki komið av
aftur enn kortini.
Hetta hava vit tó ikki
fingið váttað í morgun,
tí eingin, sum hevur
við skipini at gera, er at
hitta.
Stjórin í Faroe Origin,
sum eitt nú eigur Bak og
Stelk, svarar ikki, og tað
ger Ingi Hansen, sum
eisini hevur við skipini
at gera, heldur ikki.
Stutt fyri middag í
dag royndu vit eisini at
fáa fatur á Christoffi
Lützen,
bedingsmeist
ara, men telefonin hjá
honum svaraði heldur
ikki.
Tá vit høvdu skipa
smiðjustjóran, Mourits
Mohr, í telefonini í morg
un, skiltist, at fundar
virksemi var á Skála um
viðurskiftini.
Heldur ikki Hanus
Hansen, reiðari á Fram
og Vestmenningi, var at
hitta á JFK-Troli í morg
un, og tí er tað okkara
meting, at allir part
ar, sum eru partur av
støðuni á bedingini á
Skála, hava sitið á fundi
í morgun.
vilmund@sosialurin.fo
Eru ikki
klárir enn
Í morgun hevur ikki eydnast
at fáa fatur á nøkrum, sum
hevur við ísfiskatrolararnar,
Bak og Stelk, at gera. Men,
sum skilst, eru skipini ikki
liðug á bedingini enn
Vilmund Jacobsen
Bedingin á Skála er
rættiliga nýggj. Gomlu
skinnararnir lógu meira
at kalla niður á botnin,
meðan nýggju skinn
ararnir, sum eisini gan
ga heilt út á 17 metra
dýpi, liggja á betongi.
Tá bedingin varð tikin í
nýtslu fyri nøkrum ár
um síðan, var okkurt
smávegis
at
justera,
men sagt varð, at eingir
stórvegis
trupulleikar
vóru. Mett varð, at hetta
er ein nútímans beding,
sum kann brúkast langt
inn í framtíðina. Gamla
bedingin
var
vorðin
vánalig, og valið stóð
ímillum at pjøssa meira
upp á hana – ella at
byggja eina nýggja bed
ing.
- Nýggja bedingin
er fult automatiserað,
og nú kann øll upptøka
og sjóseting av skipum
stýrast frá einum pulti,
varð sagt, tá bedingin
varð tikin í nýtslu.
Tað var J & K Peter
sen, sum stóð fyri øllum
lendis-og betongarbeið
num, bæði á landi og úti
í sjónum.
Nýggj beding