mánadagur 17. oktober 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað sær ikki út av nógvum
hjá tí, sum sær hesar mynd
irnar av bedingini á Skála.
At síggja til er hetta ein van
lig sjón hjá teimum, sum
búgva á vesturarminum á
Skálafjørðinum – ella teim
um, sum ferðast um hesar
leiðir. Uppi á bedingini stan
da Bakur og Stelkur, og á
vogninum í sjóvarmálanum
stendur Fram, sum annars
partrolar saman við Vest
menningi.
Men tað, sum her er hent,
er ein stórur trupulleiki, sum
eftir øllum at døma ikki kann
loysast í eini handavend.
Vognurin,
sum
Fram
stendur á, er partvís farin av
skinnaranum og kann hvørki
dragast upp ella niður. Tískil
sleppur Fram, sum annars
skuldi á beding at gera
okkurt smávegis, ongan veg,
og tað sleppa Bakur og Stelk
ur, sum standa uppi á bed
ingini, heldur ikki.
Eitt skip sum Fram vig
ar eini 700 tons, og tað er
sjálvandi ikki bara sum at
siga tað at fáa skipið av aft
ur vogninum, tá vognur
og skip standa soleiðis í
sjóvarmálanum, sum mynd
irnar til hesa greinina vísa.
Veit ikki
Mourits Mohr, stjóri á skipa
smiðjuni Mest, sum eisini
eigur bedingina á Skála, sig
ur við Sosialin í morgun, at
óhappið hendi í síðstu viku.
- Hendingin fór fram,
tá vit skuldu taka ísfiska
trolaran Fram upp á bed
ingina. Vognurin, sum skip
ið stendur í, fór partvís av
skinnaranum, og síðan hava
vit arbeitt við, hvussu mál
ið kann loysast. Enn er ikki
greitt, hvørji ráð eru til at
taka, og vit arbeiða fram
vegis við, hvussu málið kann
loysast.
Skipasmiðjustjórin sigur
seg í løtuni heldur ikki duga
at meta um, hvussu langa tíð
tað fer at taka, til Fram – og
soleiðis eisini Bakur og Stelk
ur – sleppa av aftur beding
ini.
Ymiskt hevur ljóðað um,
hvussu skipasmiðjan kann
loysa hesar trupulleikar, og
eitt nú hevur onkur nevnt, at
neyðugt er við stórum flóti
krana úr útlandinum.
Tá vit spyrja Mourits
Mohr, um hetta kanska verð
ur loysnin, endurtekur hann,
at teir arbeiða við at loysa
málið og kunnu í løtuni ikki
siga, hvør loysnin verður – ei
heldur, nær væntast kann,
at Fram fæst úr aftur vogni
num aftur.
Hugsandi er, at ein stórur
trupulleiki er, at vognur og
skip standa í sjóvarmálanum,
og tí er rættiliga nógv vekt á
vogninum.
Ikki ov tungur
Mourits Mohr sigur, at nýgg
ja bedingin á Skála, sum bara
er nøkur fá ára gomul, eigur
at kunna taka skip upp sum
viga upp til 1200 tons, og tí
skuldi bedingin væl og virði
liga kunnað tikið Fram upp,
sum helst vigar eini 700 tons.
- Fram er eitt stórt skip,
men eigur ikki at vera ov
stórur til bedingina, leggur
hann aftrat.
Skipasmiðjustjórin, sum
hevur verið burturstaddur,
síðan hendingin á Skála fór
fram, var júst aftur komin og
staddur á Skála, tá vit høvdu
Ísfiskatrolarin Fram, sum vigar eini 700 tons,
stendur á vogninum og sleppur ongan veg, og
uppi á bedingini standa ísfiskatrolararnir, Bakur
og Stelkur, sum ikki sleppa av bedingini. Stjórin
í skipasmiðjuni Mest, Mourits Mohr, dugir ikki
í løtuni at siga, hvussu málið kann loysast
700 tons av stáli
føst á bedingini
Gongur ikki sum á skinnarum á Skála:
FASTUR
Myndin av bedingini á
Skála sær ikki øðrvísi
út enn so mangan áður,
men tað, sum ikki sæst á
myndini, er, at vognurin,
sum ísfiskatrolarin Fram
stendur í, er partvís
farin av skinnaranum