Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Millum tey mongu, ið fagnaðu B36 við Løkin í gjár, var formaðurin í felagnum, Sámal Ímundarson, ið gleðiliga viðgekk, at hetta var ein av teimum lættari døgunum sum formaður. – Ja, í dag er tað stuttligt, sjálvt um tað eisini kann vera strævið viðhvørt. Og eg má viðganga, at eg havi onkuntíð hugsað, at tað hevði verið nakað heilt annað, um vit lógu í hinum endanum, sigur hann. – Men at standa sum føroya­meistari í dag er ein fantastisk kensla og ein fantastiskur lætti, tí vit hava ligið á odda síðani fimta umfar. Tað í sær sjálvum, at vit hava verið á odda 22 umfør á rað, hevur lagt eitt trýst á alla tíðina, og tað krevur sínar menn at klára tað trýstið. B36-formaðurin er sjálvandi væl nøgdur við kappingarárið 2011, har felagið eisini hevur vunnið meira enn bara tað eina meistara­heitið: – Vit verða líka væl fyri næsta ár, hóast okkurt fráfall er vegna skúla. Eg vænti sama liðið, um­framt at vit skulu fáa sett teir ungu menninar við og fáa teir at hyggja fram ímóti Voda­fone­deild­ini. Vit blivu jú meistarar í dreingja­ deildini eisini, sigur Sámal Ímundarson, ið altíð hevur eitt fast pláss við vøllin, tá dystur er: – Ja, mær dámar best at standa aftanfyri, har sum vit eiga at skora. Tað er eitt pláss, eg altíð havi havt. hilmarjan@sosialurin.fo Fegin for- maður Savnsmynd: Álvur Haraldsen Svimjing Hilmar Jan Hansen Fyrr plagdu teir at tosa um uppvísningsróður, tá onkur bátur stóð seg serstakliga væl í kappróðri og lá langt framman fyri hinar. Í gjár kundi helst sigast, at tað var uppvísningssvimjing, ið Pál Joensen vísti í 25 metra hylinum í Stockholm, tá hann á 1500 metra teininum í frísvimjing vant burtur úr mótstøðumonnunum. Heili 14 sekund vóru niður til nummar tvey, sum var Stefan Sorak úr Serbia, og 21 sekund niður til nummar trý, sum var Marcos Oliveira úr Brasil. Pál Joensen svam teinin við tíðini 14:52.00, ið eingin av hinum fekk gjørt nakað við, og at enda gjørdist tað so mikið sannførandi, at allir hinir blivu yvirhálaðir við tveimum hyljalongdum, uttan Sorak á silvurplássinum. Hóast sannførandi sigurin, so var tíðin kanska ikki fult so góð, sum Pál og venjari hansara, Jón Bjarnason, kundu hugsað sær, tí sum skilst, høvdu teir hugsað sær eina tíð, sum var nærri 14:40.00 ella har á leið. Men tað tekur einki frá sigrinum! Bronsa leygardagin Sum ikki eina ferð, var úrtøkan hjá Páli góð frá hesi ferðini í svenska høvuðsstaðnum, tí umframt gullið á 1500 metrum, vann hann leygar­dagin bronsu á 400 metra tein­inum í frísvimjing, har talan hinvegin var um eina sera javna og tætta kapping. Nokk so skjótt var greitt, at Paul Biedermann úr Týsklandi fór at vera tann drúgvasti, eftir at hann legði hart út, men so var hørð kapping millum næstu tríggjar svimjarar, sum vóru Pál, Stefan Sorak og Zhongchao Zhang úr Kina. Her vann Biedermann við tíðini 3:43.45, síðani vann Stefan Sorak silvur við 3:45.09 og Pál bronsu við 3:45.50. Umframt Pál Joensen, vóru eisini fýra aðrir svimjarar við, men hvørki Magnus Jákupsson, Birita Debes, Óli Mortensen ella Guðrun Mortensen komu so langt, at tey kundu kappast um heiðursmerki. Sambært svimjing.com vóru onkrar tíðir vóru heilt góðar, upp í móti bestu úrslitum, meðan aðrar so aftur vóru í so langt burturi frá teirra metum. hilmarjan@sosialurin.fo Pál í stórum stíli Eingin av hinum svimjarunum var í nánd av Páli Joensen í gjár, tá hann svam 1500 metra frísvjimjing á World Cup-stevnuni í Stockholm. Og á 400 metra teininum vann hann leygardagin bronsu