mánadagur 17. oktober 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
NSÍ - B36 1-2 (0-1)
Spælt hvønn minutt
Á nýklakta meistaraliðnum hjá B36 er bara ein spælari, sum hevur spælt allar
landskappingardystirnar á tamb higartil, og tað er 31 ára gamli málverjin,
Meinhardt Joensen, sum hevur spælt tilsamans 2.340 Vodafone-minuttir.
Nýtt met í stigum
B36 er føroyameistari í Vodafonedeildini við í minsta lagi 64 stigum, sum er
tað mesta higartil. Gamla metið frá 2007, átti NSÍ við 61 stigum. Enn er eitt
umfar eftir, so B36 kann betra nýggja metið við einum ella trimum stigum.
B er fyri
besta
spælið
vodafonedeildin Umstøðurnar
í vindi og regni við Løkin vóru
kanska ikki tær bestu, men báðir
partar kýttu seg, og at enda var
tað B36, ið fór við sigrinum og tí
eisini føroyameistaraheitinum
Hilmar Jan Hansen
Hóast beinleiðis tápuligar illgit
ingar í útvarpinum hjá Kring
varpinum
fríggjadagin,
lyftu
bæði NSÍ og B36 seg upp um sleyg
og slatur í bestu senditíð, tá liðini
spældu í Runavík seinnapartin í
gjár.
Vindurin hevði alla tíðina
sína ávirkan á spælið, og tá NSÍ
fekk sítt mál til 1-1, bleiv tað
skorað í grovasta ælinum, sum
hevur verið í alt ár. Men hóast
umstøðurnar ikki vóru til polerað
spæl og smartar smálutir, strídd
ust bæði lið fyri sakini, so dyst
urin livdi til tað síðsta og var
púra opin.
NSÍ kom kanska betur frá
byrjan við vindinum undan,
men allíkavæl var tað B36, sum
var á odda 1-0 í steðginum. Sum
ikki eina ferð, hendi hetta eftir
eitt fríspark frá Súna Olsen, sum
Símun Joensen skallaði í kassan
til 1-0.
Málið var kanska eitt sindur
ímóti gongdini í spælinum – og í
øllum førum ímóti vindinum!
NSÍ var sera mær við at
javna beint eftir B36-málið, tá
Meinhardt Joensen fyrst bjarg
aði skoti frá Christian Høgna
Jacobsen og síðani frá Heðini á
Lakjuni. Men B36 átti so hálv
leiksleiðsluna.
Lukasz avgjørdi
Eftir steðgin vóru fleiri møgu
leikar enn áðrenn, og sum heild
kom eisini meira lív í dystin.
Kortini var eitt korter farið av
seinna hálvleiki, áðrenn útjavn
andi málið kom.
Brádliga brast eitt øgiligt æl
á, og meðan tey flestu royndu
at kroka sum frægast, fekk NSÍ
hornaspark í vinstru síðu, sum
Jann Martin Mortensen fekk
innfyri í tveimum atløgum, og
seinnu ferðina var Klæmint A.
Olsen leysur við fremru stong
og javnaði til 1-1. Eitt mál, ið tey
fægstu mundu síggja, tí tey flestu
hugsaðu meira um at finna sær
lívd.
Málið kløkkaði gestirnar eitt
sindur, men spakuliga javnaði
dysturin seg aftur, men tað var
ikki fyrr enn 10 minuttir fyri tíð,
at avgerðin fall.
Heini í Skorini hevði ein
hepnan fót fram til Lukasz
Cieslewicz, ið bjóðaði NSÍ-verjuni
av. Komin næstan til baklinjuna
smekkaði hann til, og við eitt
sindur av hepni eydnaðist at fáa
bóltin millum beinini á einum
NSÍ-ara og avrættaðan av einum
øðrum, so Andras Gango ongan
kjans hevði, men mátti síggja
bóltin fara inn um seg.
Frøin á B36-arunum bæði á
vøllinum og uttanfyri var øgilig,
og tað sást á øllum brøgdum,
at hetta mundi fara at gerast
avgerðin, tí eftir hetta ansaði
B36 sera væl eftir, so hóast NSÍ
royndi at koma afturíaftur, var
einki at koma eftir.
Besta liðið
Verður hugt aftur á kappingarárið,
ið næstan er liðugt, man vera lítið
at ivast í, at B36 hevur roynst væl
og stendur sum rætti vinnarin av
Vodafonedeildini 2011. Talan er
eisini um eitt kollektiv, ið hevur
riggað øgiliga væl, og tí fór B36
eisini allan vegin.
Heilt afturi frá málinum og
fram í spíssin hevur B36 verið
væl mannað, og ein partur av
tí hepni, ið altíð fylgir teimum
bestu, hevur kanska eisini verið
í parti við B36, sum onkursvegna
er sloppið undan teimum nógvu
skaðunum og karantenunum.
Samansetingin
í
venjara
toyminum sær eisini út til at
hava riggað øgiliga væl, so B36 í
ár hevur fingið tað besta burtur
úr tí, Mikkjal Thomassen og John
Petersen hava at geva – hvør sín
um lagi, tí heilt líkir kunnu teir
ikki sigast at vera.
Ikki minst hevur tað eisini
verið eitt bragd, at B36 hevur
sett nýtt met í stigum, tí so mikið
hørð hevur kappingin verið mill
um tey fremstu, at hetta ikki
skuldi verið lættasta árið at tikið
metið hjá NSÍ frá 2007, sum var 61
stig. B36 hevur longu nú 64 stig
og kann enntá fara upp á 67!
Nú kappingin næstan er
komin á mál, mugu vit bara øll
boyggja okkum fyri teimum
bestu og ásanna, at nakað er um
tað, at B er fyri besta spælið!
Tillukku, B36!
hilmarjan@sosialurin.fo
Bóltar:
Lukasz Cieslewicz
hevur júst skorað
avgerandi FM-málið
Myndir: Álvur Haraldsen