mánadagur 17. oktober 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
vit eru føroy
Hilmar Jan Hansen
– Hetta er ein super uppliving fyri
spælarar, venjarar, nevnd og felagið
sum heild. Tað er eitt sterkt felag
upp á allar mátar, sum hevur vunnið
hetta
meistaraheitið,
staðfestir
kanska týdningarmesti spælarin
av øllum á liðnum hjá B36, Jákup á
Borg.
– Tað hevur verið eitt sindur
strævið, men vit hava verið nummar
eitt tað allarmesta av árinum. Onkrir
dystir hava verið strævnari enn
aðrir, men vit hava verið stabilir og
hava staðið saman sum ein eind, og
tað hevur gjørt, at vit nú standa sum
føroyameistarar.
Jákup á Borg sigur, at málið alla
tíðina hevur verið, at B36 skuldi vinna
gull, og hann rósar venjarunum fyri,
at teir frá fyrstu løtu hava sagt, at
teir trúðu uppá, at liðið kundi fara
allan vegin:
– At so eingin annar trúði upp á
tað, hevur so bara tikið eitt sindur
av trýstinum á okkum, sigur B36-
framherjin, sum í gjár vann sítt
fimta meistaraheiti tilsamans í bestu
mansdeildini – og heldur tað vera
minst líka stuttligt hvørja ferð.
–
Kanska
er
tað
uppaftur
stuttligari hesa ferð, tí eg eri komin
eitt sindur upp í árini nú og veit ikki,
hvussu nógv er eftir í hesum bein
unum.
Staðið saman
sum ein eind
– Hetta hevur verið ein long kapp
ing, har vit hava verið á odda megin
partin av tíðini. Tað bleiv ikki roknað
so nógv við okkum, tá tað byrjaði,
og kanska vit heldur ikki sjálvir
roknaðu við, at tað skuldi ganga so
væl, staðfesti annar av B36-venjar
unum, John Petersen, eftir avgerandi
sigurin í Runavík í gjár.
– Vit vóru eitt av liðunum, sum
vóru eitt gott boð upp á ein FM-
vinnara, og eg haldi, at vit í nógvum
av dystunum hava víst, at vit hava
havt gott fótbóltsspæl. Talan hevur
verið um góðar spælarar, góðar ein
staklingar og eitt gott konsept, so eg
haldi, at vit eru verdigir vinnarar.
John Petersen, ið saman við
Mikkjal Thomassen nú kemur upp
í eksklusiva klubban, ið telur teir, ið
bæði sum spælarar og venjarar hava
vunnið føroyameistaraheitið, heldur
talan hava verið um eina nokk so
javna innanhýsis kapping í ár.
– Vit vunnið ein og tapt tveir
ímóti EB/Streymi og vunnið tveir
og ein javnan ímóti Víkingi. Men
hinvegin hava vit so dugað betur at
fingið fulla úrtøku burtur úr hinum
dystunum. Trý tey fremstu hava
dominerað tað nógva av kappingini,
men tá avtornaði, rukku vit longst,
staðfestir fegni vinnaravenjarin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Dugað betur
at fáa fult