mánadagur 17. oktober 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
yameistarar!
Heini í Skorini telist millum fleiri
spælarar hjá B36, sum hava tikið seg
nógv fram og gingið undan í einum
longum kappingarári, og hann var
eisini øgiliga fegin, tá alt var liðugt
við Løkin í Runavík í gjár:
– Hetta er fyrst og fremst ein
ófatiligur lætti, tí avgjørdu vit tað
ikki í dag, so var alt opið í einari
grannauppgerð í Havn. Vit dúkkaðu
eitt sindur í seinna hálvleiki, tá teir
javnaðu, men so fekk Lukasz lyft
okkum uppaftur. Eg haldi ikki, at
vit fingu gummibein, men meira
tað, at tað altíð er torført at spæla
í Runavík, segði Heini við einum
stórum smíli um alt andlitið.
– Ikki ein sál í hesum landinum
hevði spátt, at B36 skuldi fara allan
vegin og gerast meistari, umframt
at seta met í stigum, heili 64 higartil,
við møguleika fyri at fáa trý aftrat.
Heini í Skorini heldur tað vera
torført at seta orð á, hvat hevur
gjørt B36 betri enn hini liðini í ár,
men heldur tað allíkavæl hava verið
í teimum ófatiliga tøttu dystunum,
at avgerðin er fallin til fyrimuns
fyri B36:
– Vit taptu tveir dystir ímóti EB/
Streymi, uttan at vera verri, men
so hava vit vunnið fleiri dystir, tá
vit kanska ikki hava spælt so væl.
Men fram alt, so hava vit havt
nakrar einstaklingar á liðnum, eina
organisatión, eina konditión og ein
stríðsvilja, sum hevur gjørt munin,
tá vit annars ikki hava spælt so væl,
og tí standa vit sum meistarar nú.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eingin hevði
spátt hetta
Myndir: Álvur Haraldsen
Ein av yngru spælarunum á B36-
liðnum, ið veruliga hevur spælt
væl og kanska verið besti miðverji í
føroysku kappingini, hevur verið 21
ára gamli Odmar Færø. Hann verður
ikki við næstu árini, tí hann er farin
til Skotlands at lesa, so hjá honum
ráddi veruliga um at njóta dagin og
løtuna í gjár:
– Eg skal longu avstað í morgin, so
eg feiri hetta í kvøld og hyggi so fram
til HB-dystin, har vit skulu royna at
økja stigini, segði hann í kuldanum
eftir dystin ímóti NSÍ.
– Tað kennist rættiliga løgið at
standa sum meistari nú, tí fyri tveim
um árum síðani stríddust vit um
niðurflyting og í fjør riggaði einki.
Í ár er tað so komið púra óvæntað,
tí vit tosaðu slett ikki um meistara
heiti, men kanska topp fýra, tá alt
byrjaði, sigur Odmar Færø, ið nú fer
at taka ein langan steðg frá B36.
– Ja, eg eri farin til Aberdeen at
lesa og skal gera tað næstu fýra árini.
So ta tíðina eri eg nokk ikki við, men
aftan á tað vóni eg, at eg kann venda
aftur til B36. Men eg fari at halda
meg í gongd upp á onkran máta í
Aberdeen, so eg kanska framvegis
kann vera inni í landsliðshitanum,
sigur hann.
Heim eftir
gullinum