Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Søguligur sigur At tað enn eina ferð eydnaðist KÍ at fara úr Gundadali við fullari úrtøku eftir uppgerð ímóti HB var søguligt. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at KÍ hevur vunnið tveir landskappingardystir í einum ári á útivølli ímóti HB. Lægri úrtøku enn nakrantíð áður HB hevur ongantíð áður verið í nánd av at hava so lítla úrtøku eftir 26 umfør, sum úrtøkan er undan síðsta umfari í ár. Higartil hevur HB savnað 26 stig í 26 dystum. Tað eru 38 stig færri enn B36, sum HB skal spæla ímóti leygardagin. Pílarnir vísa hvønn sín vegin vodafonedeildin Meðan klaksvíkingarnir enn eina ferð fóru fegnir úr Gundadali, so var lítið hjá teimum í HB at fegnast um, hóast tað varð endaliga staðfest, at atgongumerkini nú eru tryggjað til framhaldandi luttøku í fremstu røð Jóannes Hansen Vit vóru vánaligir, og klaks­ víkingarnir vóru óvæntað væl skipaðir og góðir. Tað var staðfestingin hjá tveimum teirra, sum síðani summar­frítíðina hava verið fastir menn á fremsta HB liðnum. Miðverjin Rógvi Holm og Teitur Gestson ásannaðu, at trýstið hevur verið ógvuliga stórt tær seinastu vikurnar: – Vit kunnu bara staðfesta, at hetta var ikki gott hjá okkum, og vit fegnast um, at B68 ornaði tingini fyri okkum í Sørvági, staðfestu teir báðir. Stutta útgávan av HB søguni var júst tann, sum teir báðir ungu HB spælararnir høvdu skorið út í papp. Í reyða og svarta skýlinum hevur tað mangan verið rómur og nógv at fegnast um hesa árs­ins tíðina, men í gjár var tað soleiðis, sum tað hevur verið nógv tann størsta partin av kapp­ingarárinum. Eina løtu í 1. hálv­leiki sást ein farri av vilja og saman­hangandi spæli, men so varð tað svart í svart, og soleiðis sum tað tørnaði út í 2. hálvleiki, er einki annað at gera hjá teimum í HB, enn at leggja lok á, bretta upp um armar leygardagin, tá ið teir fyri fyrstu ferð í langa tíð kunnu spæla uttan ótta fyri niður­flyting, og tá ið teir hava møguleika at syrgja fyri at pynta upp á vánaligasta HB kapp­ingarárið í mong, mong ár. Vilji og hugflog Hóast klaksvíkingar fyri aðru ferð í ár fóru úr Gundadali við fullari úrtøku eftir at hava spælt ímóti HB, so var avrikið í 1. hálv­ leiki einki at reypa av. KÍ liðið var einki frægari enn HB, sum kanska hevði bóltin meiri enn gestirnir. Tað gekk illa at raka hvønn annan. Spælararnir fluttu seg illa, sjálvsálitið var lítið, og mál­ møguleikarnir vóru fáir. Kristoffur Jakobsen setti hol á við langskoti. Bólturin kitlaði Philip Djordjevic, sum var rættu­ liga eyðsýndur, og harvið var Teitur Gestson snýttur. Eftir mistak millum vong­ verjan í vinstru og KÍ málverjan spurdist góður møguleiki til HB, sum Kristin R. Mouritsen takkaði fyri, og so var javnt og púra opið undan 2. hálvleiki. Eftir steðgin var eingin ivi: Tað hekk nógv betri saman hjá teimum bláu, sum vóru meiri nærlagdir í taklingunum, sum vunnu flestu returbóltarnar, sum fluttu seg betri fyri hvørjum øðr­ um, og sum harvið vunnu yvir­ skotið, sum skal til fyri at vísa gott fótbóltsspæl. – Vit kendu okkum væl, nú óttin fyri niðurflytingini var burt­ur. Tá ið vit komu framum tíðliga í 2. hálvleiki, hekk tað heilt væl saman, og vit kundu havt skorað fleiri mál og harvið vunnið meiri enn 3-1. Vit høvdu risa stórar málmøguleikar, sum áttu at borið við sær sigur upp á 5-1 ella 6-1, staðfestu miðverjin Høgni Madsen og liðformaðurin og miðvallarin Hjalgrím Elttør. Saman við hinum klaksvíkingunum fegnaðust teir báðir um, at tað nú er púra greitt, at KÍ hevur vunnið fimta plássið, sum ber við sær, at tað næsta ár verða fjúrtan lands­ kapp­ingardystir í Klaksvík og trettan á útivølli. Tá ið ein tími var farin, varð dysturin avgjørdur. Tá skoraði KÍ tvær ferðir eftir trimum min­ uttum. Kristoffur Jakobsen var enn eina ferð upp á spæl, og liðformaðurin Hjalgrím Elttør setti flott punktum fyri KÍ fagn­ aðinum í Gundadali. – Vit fegnast eisini um, at fleiri av ungu spælarunum rættu­liga eru komnir fyri seg, og vit gleða okkum til nýggja kapp­ingarárið, staðfestu Høgni Madsen og Hjalgrím Elttør, og serliga avrikið í 2. hálvleiki var orsøk hjá teimum báðum at líta fram til næsta kappingarár. Í bygdaskýlinum var lagið, sum rímuligt er, heilt gott. Í norð­ ara skýlinum hinu megin vøllin tømdist rættuliga skjótt, og tað skal nógv síggja øðrvísi út um eitt hálvt ár, enn tað gjørdi í gjár, um tað skal eydnast HB at lyfta seg úr botninum og hagar, sum HB plagar at kappast. Pílarnir vístu stutt sag hvønn sín vegin! HB - KÍ 1-3 (1-1) Bóltar: