mánadagur 17. oktober 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
07 Vestur - B68 0-1 (0-1)
Triði superveteranurin
Øssur Hansen var í gjár í 71 minuttir á vinstra vongverja á besta B68 liðnum. Øssur
er 40 ár. Sambært b68.fo er Øssur triði spælarin omanfyri tey fjøruti, sum hevur verið
á besta B68 liðnum seinastu árini. Hinir eru Aksel Højgaard og Kjartan Nesá.
Clayton suverenur
Clayton Soares hevur verið mest eyðsýndi spælarin. Hann hevur verið
við í øllum landskappingardystunum uttan einum, og hann hevur staðið
fyri trettan av teimum 28 málunum, sum 07 Vestur hevur skorað.
Toftamenn
lættir um
hjartað
vodafonedeildin At tað eydnaðist at skora beinanvegin bar við sær, at tað bar til
hjá B68 – við 40 ára gamla Øssuri Hansen á vinsta vongverja – at binda um og at bíða
eftir heimaliðnum, sum ikki megnaði at vísa tyng og brodd í álopspartinum
Jóannes Hansen
Trúføstu
viðhaldsfólkini
hjá
B68 vóru ikki so fá, sum vóru
eygnavitni við vøllin á Dunga
sandi í Sørvági, tá ið tað eydnaðist
teirra liðið við 1-0 sigri at tryggja
sær pláss í femstu røð næsta
kappingarár.
B68 sigurin bar við sær, at
tað, sum leingi hevur ligið í kort
unum, nú er ástøðiligur veruleiki:
07 Vestur skal næsta ár spæla í
næstbestu deildini. Harvið var
steðgurin hesa ferð í fremstu røð
bara eitt ár.
Tað var nóg mikið hjá tofta
monnum at vinna eitt stig fyri at
tryggja sær plássið í bestu deild
ini. Stóri pinnur hevði bara verið
eina ferð runt, tá ið fyritreytirnar
gjørdust uppaftur betur.
Eftir uppspæl í vinstru og
innlegg frá Kristiani Anton
Andreasen royndi Remi Lang
gaard ímóti málinum. Bólturin
varð blokeraður, og so var Oddur
Højgaard, sum oftast hevur verið
í verjuni í ár, og sum í dag var
fremsti maður, fyrstur á retur
bóltinum og setti bóltin inn um
Hans Jørgensen.
At B68 var komið framum
hevði ávirkan á dystargongdina.
– Vit løgdu okkum eftir
tryggu loysnini. Vit bundu um
í verjupartinum, vit lógu nokk
so aftarlaga, og so royndu vit
við longum sendingum fram til
teir fremstu. Talan var ikki um
vakrasta avrikið í ár, men tað bar
trý stig við sær, og tað var tað,
sum vit fóru vestur fyri at vinna.
So hetta var, sum tað skuldi
verða, staðfesti B68 miðvallarin
og
liðformaðurin
Jann
Ingi
Petersen eftir dystarlok.
07 Vestur hevði bóltin størsta
partin av tíðini. Spælið var ikki
serliga væl skipað, men heima
liðið spældi seg til onkrar stórar
møguleikar. Tann størsta hevði
toppskjúttin
Clayton
Soares
í 2. hálvleiki, men úr góðari
støðu setti hann bóltin skeivu
megin stólpan aftan fyri Tórð
Thomsen.
– Nú er stóra trýstið, sum sein
astu nógvu vikurnar hevur verið
á okkum, farið, og tað kennist
sum stórur lætti, staðfesti B68
liðformaðurin, sum sigur seg
gleða seg til leygardagin, tá ið EB/
Streymur fer at vitja á Svanga
skarði:
– Tað rokna vit við verður
ein undirhaldandi dystur. Tað er
greitt, at teir í Sundalagnum hava
vunnið silvurmerkini, og tað
er greitt, at vit ikki flyta niður,
staðfesti Jann Ingi Petersen.
Øssur við aftur
At toftamenn hava havt nógvar
skaðar at dragast við, og at
Jónleif Højgaard, sum higartil
í ár hevur verið fastur fúsur á
miðvallarplássinum í høgru, var
leikbannaður, bar fleiri umskip
ingar við sær.
Saman við Jann Inga Petersen
var Christian Stokholm, sum
higartil hevur verið miðverji, á
sentrala miðvøllinum. Super
veteranurin, 40 ára gamli Øssur
Hansen, sum í fjør bað farvæl
við fótbólt á hægsta støði, og
sum síðani í summar hevur verið
hjálparvenjari hjá Bill Jacobsen,
var hesa ferð á vinstra vong
verja.
Tá ið Eiler Rasmussen hevði
bríkslað fyri síðstu ferð, var
stórur fagnaður í reyðu leguni,
meðan tað tóktist sum um, at
veruleikin, at tað ikki verður
sunnudagsfótbóltur í Vágum
næsta ár, ikki kom so óvæntað.
joannes@sosialurin.fo
Bóltar:
Mynd: Snorri Brend