mánadagur 17. oktober 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Finnur Justinussen hevur ikki
máltevið av tilvild. Pápin, Símun
Petur Justinussen gjørdist topp
skjútti í bestu mansdeildini fýra
ferðir, og nú skal nógv til, um ikki
Finnur Justinussen vinnur sítt
næsta heiti sum toppskjútti í voda
fonedeildini, og tá er ungi mál
revurin bert 22 ára gamal, og eigur
hann nógv mál, og nógv skot í sær.
Ungi gøtumaðurin hevur longu
skotið 20 mál í bestu hetta kapp
ingarárið. Av grundum, sum vit ikki
kenna, so hevur hetta enn ikki vig
að so tungt í landsliðsúttøkuni hjá
Brian Kerr.
Mál beinavegin
Tað var ikki meir enn ein minuttur
farin av dystinum millum Víking
og ÍF, so hevði Finnur funnið mál
meskarnar. Finnur kundi fingið
sítt hattrick longu í fyrra hálvleiki,
men tað var ikki fyrr enn aftaná
steðgin, at hann aftur fekk gongd
í málskjótingina. Triðja málið var
ein sonn perla, har tann ungi mál
revurin tamdi bóltin, og meddaði
bóltin upp í samankomingina.
Tey, ið ganga trúliga til fótbólt í
Sarpugerði siga, at talan er um
eitt av teimum bestu málunum, ið
eru skotin í Sarpugerði í ár. Smáar
10 minuttir undan leikloki legði
Finnur upp til fjórða málið, sum Kaj
Leo í Bartalsstovu bleiv noteraður
fyri.
Fult ímóti ÍF
Víkingar fingu fult ímóti ÍF í ár.
Talan gjørdist um 1-0 og 4-0 sigrar
á heimavølli í Sarpugerði, og ein
2-1 sigur í Fløtugerði í Fuglafirði.
Orsøkin til, at Víkingar ikki end
aðu ovari skulu heldur finnast í
úrtøkuni hjá liðnum ímóti B36 og
EB/Streymi. Víkingur fekk bert eitt
stig ímóti B36, og fýra stig ímóti EB/
Streymi. Tó er talan um framburð,
um vit meta við 2010, tá fekk
Víkingur einki heiðursmerki, og
slapp ikki út í Europa. Nú hava teir
bronsu, og Europa Cup luttøku, og
Finnur kann vinna gylta skógvin.
ÍF hevur í stóran manglað ein mál
skjútta í ár, og tí kunnu teir ikki
fegnast á sama hátt, sum í fjør.
heris@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
– Vit hava havt eitt øgiliga gott
kappingarar, tí vit standa sum
steypavinnarar og hava havt
tveir europeiskar javnleikir,
har tað var øgiliga tætt við,
at vit komu víðari. Sjálvandi
eitt ávíst vónbrot við bara at
vinna silvur, men eg haldi, at
vit kunnu ikki siga, at vit ikki
eru nøgdir við árið.
Tað
sigur
venjarin
hjá
EB/Streymi, Heðin Askham,
eftir 1-0 heimasigurin á B71 í
gjár, sum kom til høldar við
einum sjálvmáli miðskeiðis í
seinna hálvleiki, tá Alex José
dos Santos legði innfyri úr
vinstru síðu. Bólturin kom at
liggja millum málmannin og
málstrikuna, og Símun Rógvi
Hansen var óheppin at koyra
bóltin í egið mál.
Hetta var hæddarpunktið
í einum dysti, ið annars ikki
hevði tað stóra upp á seg. Í
øllum førum var venjarin hjá
EB/Streymi einki serliga væl
nøgdur, tí hann helt hetta vera
ringasta dystin hjá EB/Streymi
í ár.
– Eg eri vísur í, at dysturin
mikudagin sat í beinunum. Vit
sóu eisini, at HB tapti stórt, við
somu dystarskrá sum vit. Um
HB nú flutti niður av hesum,
so hevði tað verið ófyrigeviligt
av kappingarleiðsluni, og tað
ber ikki til, at øll liðini ikki
spæla allar dystirnar í senn, tá
kappingin er komin so langt,
sigur Heðin Askham, sum
ikki hevur tikið nakra støðu
til, hvussu verður víðari við
fótbóltinum hjá honum.
– Eg havi ikki tikið nakra
støðu til framtíðina, men tað er
eingin loyna, at eg kundi hugsað
mær at farið úr fótbóltinum í
eina tíð, tí hann fer við øgiliga
nógvari tíð. Um tað so merkir,
at
eg
fullkomuliga
leggi
venjaragerningin
frá
mær
ella ikki, fáa vit at síggja, tí í
fótbólti skalt tú ongantíð siga
ongantíð.
Aftur til dystin við Margáir
í gjár, so sæst næstan aftur á
hagtølunum, hvat var betra
liðið, tí umframt at Andrezej
Kazimierz
Bednarz
við
dystarlok fekk reyða kortið fyri
at fella Brian Olsen, fekk B71
heili seks gul kort, harav Allan
G. Tungá fekk tvey og bleiv
útvístur í yvirtíðini. Hinvegin
fekk EB/Streymur einki kort,
men einasta málið…
hilmarjan@sosialurin.fo
EB/Streymur - B71 1-0 (0-0)
Víkingur - ÍF 4-0 (1-0)
Bóltar:
Sigraðu
við sjálv
máli
Vodafonedeildin Venjarin
hjá EB/Streymi heldur ikki, at
sundalagsmenn kunnu vera ónøgdir
við árið, hóast tað nú ikki rakk til
meira enn silvur í landskappingini
Finnur og
Víkingur fingu
hattrick ímóti ÍF
Vodafonedeildin Víkingur hevur vunnið allar tríggjar
dystirnar ímóti grannunum ímóti ÍF í landskappingini í ár.
Finnur Justinussen er nú ógvuliga nær við at eiga eitt par
av gullskóm, sum besti málskjútti í vodafonedeildini
Mynd: Álvur Haraldsen