mánadagur 17. oktober 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Stríðið um at flyta upp í bestu
fótbóltsdeildina saman við FC
Suðuroy hevur leingi staðið millum
TB og AB, og eftir at næstsíðsta
umfar er av, er støðan tann sama.
27. og síðsta umfar verður tíðliga
seinnapartin leygardagin, og tá eigur
spurningurin um uppflytingina
at verða avgreiddur. Men tað er
ikki víst, at tað leygardagin verður
greitt, um tað verður AB ella TB,
sum skal flyta upp saman við FC
Suðuroy.
Tað valdast um, hvussu tað
verður við viðgerðini av kæruni.
Í triði síðsta umfari tapti TB 2-1 í
Gundadali ímóti HB, og støðan er
sett upp út frá, at tað var HB, sum
vann øll stigini. TB hevur kært, tí
tvøramenn halda, at tríggir spælarar
vóru á HB liðnum, sum ikki høvdu
loyvi at spæla við næstbesta liðnum
so seint á árinum.
Tað verður roknað við, at komið
verður til eina niðurstøðu í hesi
vikuni, og tá verða fyritreytirnar
undan finaluumfarinum greiðar.
Um eingin avgerð verður tikin
í hesi vikuni, so verður tað sera
óheppið fyri allar partar at bíða
eftir endaligu avgerðini um, hvør
skal flyta upp, og kanska eisini eftir
avgerðini um, hvør skal flyta niður.
Sambært støðutalvuni er FC
Hoyvík flutt niður undan síðsta
umfari. Stigamunurin fram til HB
er eftir 26 umfør fýra stig. Men
um HB verður dømt at tapa ímóti
TB, so verður HB bara eitt stig
frammanfyri FC Hoyvík undan
síðsta umfari, og so er møguleiki
fyri, at FC Hoyvík skal sleppa
undan niðurflytingini, og at HB
skal flyta niður.
Í síðsta umfari, sum verður
leygardagin klokkan 13, sær skráin
soleiðis út: FC Suðuroy-07Vestur,
AB-FC Hoyvík, NSÍ-Skála, HB-
Víkingur og EB/Streymur-TB.
Lítil ivi man vera um, at AB fer at
vinna fulla úrtøku ímóti FC Hoyvík,
sum tískil flytir niður uttan mun til,
hvussu úrslitið av kæruni hjá TB
verður.
Um TB fær viðhald í kæruni, so
bendir alt á, at tað verða tvøramenn,
sium fara at flyta upp. Annars
verður tað AB.
Leygardagin var AB í Leirvík,
har vindurin darvaði nógv. Tað
var málleyst eftir 1. hálvleik, men
í 2. hálvleiki eydnaðist tað AB at
vinna 3-1. Milan Kuljic skoraði tvey
tey fyrstu málini fyri AB. Tað er
merkisvert, at Milan hevur skorað
20 mál og er næstbesti málskjútti í
næstbestu deildini.
Eisini í Hvalba, har TB hevði
vijtan av teimum næstbestu hjá
NSÍ, darvaði vindurin í 2. hálvleiki.
Heimaliðið var greitt omaná, og
TB vann 5-2 eftir hálvleiksstøðuna
3-1. U-21 landsliðsspælarin Gilli
Sørensen skoraði tvey tey fyrstu
málini fyri TB, sum síðstu løtuna
var undirmannað, tí Aron Sørensen
var vístur av vøllinum.
FC Suðuroy var á Skála, har
heimliðið legði seg á odda tíðliga í 1.
hálvleiki. Suðuroyingarnir svaraðu
aftur í 1. hálvleiki, og eftir hvíldina
skoraði FC Suðuroy tvær ferðir og
vann tískil 3-1. Toppskjúttin John T.
Poulsen, sum nú er komin upp á 23
mál, skoraði tvær ferðir.
At HB vann í Vágum samstundis
sum FC Hoyvík tapti á heimavølli
ímóti EB/Streymi, sum við sigrinum
slapp heilt leyst úr botninum, ber
við sær, at HB er omanfyri strikuna.
So fæst at síggja, hvussu tað verður
við kæruni, og um HB á heimavølli
megnar at gera nakað við Víking.
joannes@sosialurin.fo
Bíðað verður eftir
skrivaraborðinum
1. deild menn
Fótbóltur Um tað skal verða AB ella TB, sum saman við FC Suðuroy skal flyta
upp í bestu deildina, verður ikki greitt fyrr enn í fyrsta lagi leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen