mánadagur 17. oktober 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
2
58
43
15
4
2 KÍF
3
82
69
13
4
3 VÍF
2
47
43
4
4
4 Team Klaksvík
3
70
70
0
3
5 StÍF
3
74
84
-10
2
6 H71
4
100
111
-11
2
7 Kyndil
3
56
67
-11
1
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
4
137
84
53
8
2 Kyndil
3
74
73
1
3
3 Stjørnan
3
77
71
6
2
4 VB
1
21
20
1
2
5 VÍF
2
45
60
-15
1
6 Tjaldur
2
43
65
-22
0
7 StÍF
1
13
37
-24
0
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
3
3
0
9
0
9
6
2 Fleyr
3
3
0
9
1
8
6
3 SÍ
3
2
1
7
3
4
4
4 ÍF
3
2
1
6
5
1
4
5 Ternan
3
1
2
3
6
-3
2
6 Dráttur
3
1
2
4
8
-4
2
7 TB
3
0
3
3
9
-6
0
8 KÍF
3
0
3
0
9
-9
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
2
1
1
5
4
1
2
2 Mjølnir
2
1
1
4
3
1
2
3 ÍF
1
1
0
3
2
1
2
4 Fleyr
2
1
1
4
4
0
2
5 TB
1
0
1
0
3
-3
0
Hilmar Jan Hansen
Hjá kvinnunum eru tað FM-
finalistarnir frá farna kappingarári,
ið eru komnir best frá byrjan, tí
bæði Mjølnir og Fleyr hava seks
stig í part. Mjølnir vann í vikuni
á heimavølli á Ternuni og nú um
vikuskiftið á útivølli á ÍF, í báðum
førum 3-0, so tað sær út til at koyra
væl hjá meistarunum.
Harðasta kappingin er frá Fleyr,
sum í gjár vann 3-1 á kvinnunum úr
Sørvági, ið annars plaga at roynast
væl í síðsta enda. Sum er, eru
finalistarnir í fjør best koyrandi, og
í løtuni eru SÍ og ÍF tvey stig aftan
fyri hini bæði.
Ikki er óhugandi, at kappingin
kann fara í tvey, har tað verða hesi
fýra nevndu, ið koma at liggja í
ovaru helvt, meðan restin fer at
dragna. Enn eiga TB og KÍF fyrstu
stigini á, og Ternan og Dráttur hava
bara fingið tvey stig higartil.
Enn
er
kortini
stutt
tíð
farin, so nógv kann henda, men
ábendingarnar vísa helst longu
nú, hvussu hetta kappingarárið í
kvinnuflogbólti kann fara at hátta
sær.
Fleiri um boðið
Hjá monnunum tykjast fleiri vera
um boðið, tí stigatalvan fortelur,
at fýra av teimum fimm liðunum í
bestu mansdeildini hava tvey stig í
part, meðan bara TB stendur eftir
við enn ongum stigi. Hinvegin er
ÍF so tað einasta av liðunum, ið
enn ikki hevur tapt nakran dyst,
tí fuglfirðingar hava tvey stig fyri
bara ein dyst, meðan SÍ, Mjølnir og
Fleyr hava spælt tveir.
Heldur tað fram sum nú, at ÍF
klárar sítt og sær hini liðini vinna
á hvørjum øðrum, kann eisini
kappingin hjá monnunum gerast
meinlík
undanfarnu
kapping.
Spurningurin er tó, um tað ber
til at siga tað so einfalt, tí einasti
dysturin hjá ÍF higartil var ein
fimmsettari í Sørvági ímóti SÍ, so
kanska er alt ein javnari trunki, enn
tað plagdi at vera.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
16/10 Mjølnir-TB 3-0 (25-20, 25-15, 25-11)
16/10 Fleyr-SÍ 1-3 (20-25, 25-22, 12-25, 19-25)
12/10 Mjølnir-Ternan 3-0 (25-9, 25-19, 25-14)
15/10 ÍF-Mjølnir 0-3 (12-25, 16-25, 9-25)
15/10 Dráttur-TB 3-2 (18-25, 17-25, 25-13, 25-21, 15-12)
16/10 KÍF-Ternan 0-3 (15-25, 7-25, 10-25)
16/10 Fleyr-SÍ 3-1 (21-25, 25-18, 25-18, 25-13)
Hilmar Jan Hansen
Tá
klaksvíkingar
síðsta
vetur
brádliga eitt kvøldið vunnu á H71,
bleiv tann søgan sligin stórt upp
– eisini á hesum síðum. Tað var
eisini serliga stuttligt, tí hetta var
einasti sigurin hjá Team Klaksvík
alt kappingarárið!
Nú er eitt nýtt kappingarár í
gongd í Atlantic Airways-kappingini,
men nú er tað eingin longur, ið sær
góð úrslit hjá Team Klaksvík sum
tær stóru sensatiónirnar. Hetta,
tí talan er um eitt lið, ið sjónliga
er blivið sterkari og hevur fingið
meira skipaðar umstøður, eitt nú
við Claus Rasmussen sum venjara.
Fyrsta
dystin
tapti
Team
Klaksvík á Skála, har StÍF vann
við fýra málum, men so vunnu
klaksvíkingarnir á – enn eina ferð
– hoyvíkingum, áðrenn teir í gjár
vóru í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn,
har tað eydnaðist teimum at fáa
javnleik, 22-22 ímóti Kyndli.
Í hinum dystinum hetta umfarið,
sum var leygardagin í Hoyvík, vann
H71 33-29 á StÍF, og var hetta fyrsti
sigurin hjá hoyvíkingum.
Neistin koyrir á
Í
Sunset-kappingini
hjá
kvinnum er eingin yvir ella við
síðuna
av
Neistanum,
sum
í
gjár var í Vestmanna og vann
enn ein ruddiligan sigur. VÍF-
kvinnurnar kundu einki gera við
føroyameistararnar, sum vunnu
við fimtan málum, 40-25.
Hin dysturin, sum var í høllini á
Hálsi í Havn, snúði seg meira um,
hvussu liðini bæði skuldu roknast
í mun til restina, tí hann var
millum kvinnurnar hjá Kyndli og
Tjaldri. Kyndil kann arga tey betri,
meðan Tjaldur er viknað nógv, men
kortini gjørdist talan um ein ikki
so ójavnan dyst, ið Kyndil vann við
fimm málum, 30-25. Toppskjúttin
hjá Tjaldri, Adina Petrea, skoraði
heili 17 mál!
hilmarjan@sosialurin.fo
Flogbóltur Hóast bara fáir dystir enn eru spældir í Eik-
ligunum hjá kvinnum og monnum í flogbólti, eru ikki
stórvegis ábendingar um nakra óvæntaða gongd
Líkist sær sjálvum
Klaksvíkingar stóra framgongd
Hondbóltur Team Klaksvík, sum síðsta vetur bara vann
ein dyst, hevur nú longu fingið trý stig fyri tríggjar teir fyrstu
dystirnar og kann ikki longur roknast sum »prügelknabe«