Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-10-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Anfield Tað skuldi verða eitt brak av ein­um dysti, tá Manchester United leyg­ ar­dagin vitjaði í Liverpool. Mill­ um sín hava tey vunnið 37 ensk meistara­heitið, átta Champions League og eru tey mest vinnandið feløg­ini í Onglandi. Umframt tað, so hevur Manchester United víst frá­líkt spælt og fingið sína bestu byrj­an upp a eitt Premier League kapp­ing­ar, meðan Liverpool hevur gjørt stór framstig seinasta árið við nýgg­ju amerikansku eigarunum. Tað merkist eisini rundan um An­field, at hetta er serlig hending í kappingarárinum. Fyri uttan van­ ligu viðhaldsfólkini, so er eisini ein innrás av kendu fólkum úr Liverpool, fótbóltsheiminum og heiminum. Millum annað er kurva­ bólt­s­stjørnan, LeBron James, kom­ in allan vegin úr Amerkia at hyggja. Hann hevur keypt nøkur partabrøv í Liverpool. Einki brak Stutt undan dystarbyrjan er fram­ vegis einki, ið bendir á, at dysturin verð­ur ein av teimum minni hend­ ingar­ríku. Sjáldan hevur “You’ll Nev­er Walk Alone” verið sungin so hart sum hendan dagin, meðan Man­chester United viðhaldsfólkini av øllum hjartanum royna at for­ telja heimaáskoðarunum hvør er meist­ari fyri 19. ferð. Tá leikararnir koma inn gerst skjótt greitt, at her verður ikki talan um fýrverk og ballónir. Liver­ pool hevur Daniel Agger a bonki­ num og spælir bara við tí eina framherjanum. Uppaftur verju­ kend er uppstillingin hjá Sir Alex Fergu­son. Hvørki Wayne Rooney, Nani, Javier Hernandez ella Valen­ cia eru at finna millum teir fyrstu elli­vu. Hinvegin er Danny Welbeck einsa­mallur framherji, meðan verju­leikarin, Phil Jones, er at finna á miðvøllinum. Hóast dysturin er intensur, so er hann illa spældur. Aftaná eitt korter ella so fellur stemningurin eisini. Fyri uttan eina møguleikanum hjá Luis Suarez, sum Liverpool fram­herj­in brennur, so er einki at skriva heim um fyrr enn um miðjan seinna hálvleik. Liðskiparin traðkar til Um miðjan seinna hálvleik fær Liverpool eitt bíligt fríspark, tá Charlie Adam fer umkoll. Liverpool við­halds­fólkini vilja hava Rio Ferdi­ nand útvístan fyri frísparkið. Man­ chest­er United verjuleikarin hevur longu eitt gult kort undan hend­ ingini. Frísparkinum tekur afturvendi Steven Gerrard sær av. Liverpool lið­skiparin er ikki byrjaður in­ ni síða­ni seinasta kappingar­ár. Fram­ma­n­fyri The Kop svíkur hann ikki og skorar beinleiðis upp á frísparkið, sum smoyggj­ur sær gjøg­num múrin hjá Man­chest­er Uni­ted. - Eg royndi at skjóta bóltin upp um múrin, men hesa ferð varð eg hepp­in, segði Liverpool liðskiparin eftir dystin. Plan B Áðrenn Manchester United hevur giv­ið bóltin upp aftur, so eru bæði Nani og Wayne Rooney komnir á vøllin. Løtu seinni kemur eisini Javier Hernandez á vøllin og so hev­ur Sir Alex Ferguson fimm fram­rættaðar leikarar á vøllinum. Løn­in kemur tíggju minuttir fyri tíð, tá Javier Hernandez stútar bólt­ in í málið eftir horna. Restina av dystinum er Liver­ pool omaná og tvær ferðir stór­ bjarg­ar David De Gea í Manchester United málinum. Dysturin endar við einum javnleiki og tað kennist onkurs­vegna sum eitt anti klimax til ein dyst, sum tað hevur verið lagt so nógv upp til. Føroyingar á Anfield Millum teir yvir 45.000 áskoð­ar­ar­ nar á Anfield leygardagin eru eisini yvir hundrað føroyigar. 96 eru komnir við einum ferðalagið bein­ leiðis úr Føroyum, meðan nakrir aðrir eisini eru komnir í minni bólk­um. Tey sóu ein dyst, ið ikki heilt livdi upp til heitið sum størsti dyst­ urin í enskum fótbólti, men sein­ asti hálvi tímin varð spennandi og hendingaríkur. Ferðalagið við teim­um 96 føroyinginum verður í Liverpool til komandi sunnudag og verða á Anfield tá Liverpool leyg­ar­dagin tekur ímóti Norwich. Í gjár sluppu nøkur av teimum at heilsa upp á fyrrverandi Liverpool venj­ar­an, Rafael Benitez, og í dag skulu tey á rundferð á Anfield har fyrr­verandi Liverpool miðvallarin, danin Jan Mølby, fer at greiða frá. trondur@sosialurin.fo Premier league Luis Suarez ákærdur fyri rasismu Franski vinstri bakkurin hjá Manchester United hevur eftir dystin ákært Liverpool framherjan fyri koma við rasistiskum viðmerkingum í dystinum. Luis Suarez avsannar. Frísparks hagtøl Seinastu trý fríspørkini, ið Liverpool hevur skorað upp á beinleiðis eru øll komin ímóti Manchester United. (Twitter: Optajoe) Fótbóltur Tað vóru yvir 100 føroyingar á Anfield til dystin millum Liverpool og Manchester United um vikuskiftið. Sir Alex Ferguson kallar dystin tann størsta dystin av øllum, men tá saman umkom, so livdi dystinum ikki upp til heitið Føroysk innrás á Anfield Manchester City hevur skorað 27 mál í átta teium fyrstu umførinum. Tað er saman við Arsenal frá 2009/10 met fyri flest mál átta fyrstu dystirnar í Premier League. (Twitter: Optajoe)