mánadagur 17. oktober 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Guðrun
Henrysdóttir
er
20 ár og búsitandi í Havn.
Hon vaks upp í Fuglafirði,
har hon í eitt tíðarskeið, frá
hon var uml. 7 ár til 11 ár,
var fyri kynsligum ágangi. Í
2003, tá Guðrun var um 13 ár,
fortaldi hon fyri familjuni,
at ein nærum gerandisligur
húsgestur hjá familjuni í
fleiri førum hevði gjørt seg
inn á seg.
Verða slept
upp á fjall
Guðrun leggur út við at
greiða frá um tíðina, eftir hon
hevði fortalt familjuni, at hon
hevði verið fyri kynsligum
ágangi. Frá familju og vinum
fekk hon góða hjálp og kennir
seg hepna í so máta. At nakað
er galið við skipanini, dylur
hon ikki fyri. Har hendi lítið
og einki av sær sjálvum.
Guðrun fortelur, at hon
tosaði við heilsusjúkrasystur
á skúlanum, og at Barna
verndin síðani kom upp í
málið. Barnaverndin vísti
henni síðani til felagsskapin
KRIS, og letur Guðrun væl at
hjálpini, sum tey veittu. KRIS
hevði ikki ráð at bjóða veru
liga viðgerð, og tískil varð
Guðrun víst til sálarfrøðing.
Guðrun
royndi
fleiri
sálarfrøðingar, men helt ikki,
at tað hjálpti nóg væl. Hon
vildi heldur ynskt, at hon
kundi gingið til psykoterapi,
men fekk at vita, at tað kundi
hon ikki, uttan so hon sjálv
kom at gjalda fyri viðgerðina.
Guðrun valdi tó hendan
leistin hóast alt, og hevur
síðani kent, at viðgerðin er
meira viðkomandi fyri seg og
hjálpir væl. Men tað er ikki
bíligt – 700 kr. hvørja ferð, og
hon hugleiðir um, at tað helst
ikki eru øll, sum hava ráð til
slíka viðgerð.
Tað er tí í flestu førum
tilvildin, sum avger, hvørja
hjálp ein fær. Guðrun vísir
á, at í sínum føri kendi hon
tað, sum var hon slept upp
á fjall. Hon spyr eftir einari
fastari mannagongd – at ávís
tól og hjól fara í gongd av sær
sjálvum, tá slíkt kemur fram
í ljósið.
Manglandi opinleiki
og ov fá tilboð
Tá spurd um, hvat hon heldur
kundi verið gjørt betur í
Føroyum, vísir Guðrun á,
at tað manglar opinleiki og
kjak um hesi viðurskifti. Tað
mesta verður tagt burtur, og í
nógvum førum vilja fólk ikki
práta um tað, av tí at viður
skiftini mangan eru so smá.
Guðrun fýlist eisini á, at
hjálpin als ikki er nøktandi.
Hon heldur, at hetta kundi
verið bøtt um munandi,
hevði ein havt fleiri viðgerð
artilboð. Hon heldur at skip
anin sum heild er ov trek og
tung at fáast við, somuleiðis
sum tilboðini als ikki eru
nøktandi.
Hon vildi eisini, at revsi
lógin fyri kynsligan ágang
varð herd munandi, soleiðis
at tað í størri mun kundi
hómast ein farri av rættvísi,
tá dómur fellur í slíkum
málum.
At enda sigur hon seg
sakna ein sjálvhjálparbólk,
sum er sjónligur í almenna
rúminum. Ein slíkur kundi
hjálpt væl við at skipa fyri
tiltøkum, har fleiri kundu
komið saman og deilt sínar
søgur. Men hon sær lítið og
einki til tað, eins og hon als
ikki hómar nakran politiskan
áhuga at koma hesum trupul
leikanum til lívs.
Hvat halda vit skal til
fyri at broyta nakað?
Sosialistisk Ung meina fyrst
og fremst, at ein noyðist at
tryggja, at tað eru nakrar
fastar mannagongdir, sum
fara í gongd av sær sjálvum,
tá mál um kynsligan ágang
koma fram. Ov lítið gjørt fyri
at tryggja, at fólk kemur í
rætta og viðkomandi viðgerð
so skjótt sum gjørligt! Her
eigur talan at vera um tilboð,
sum koma til tann, sum hevur
verið fyri kynsligum ágangi,
heldur enn at hesin noyðist
at uppsøkja hesi sjálvur.
Politiski myndugleikin eigur
at taka trupulleikan upp og
áseta stovnum kring landið
at hava nakrar fastar manna
gongdir fyri at tryggja, at
fólk fær so góða hjálp sum
møguligt, og at tilvildin ikki
ræður.
Sjálvandi skal ein sjálvur
hava møguleika at avgera,
um ein vil hava viðgerð frá
sálarfrøðingi ella frá eitt
nú psykoterapeuti. Tað skal
vera møguligt at fáa váttan
til bæði, soleiðis at fólk sjálvi
kunnu velja tann leistin, sum
riggar best til teirra støðu
og tørv. At onkur noyðist at
gjalda fyri nøktandi viðgerð,
eftir at hava verið fyri slíkum
órætti, hoyrir snøgt sagt
ongastaðni heima!
Revsilógin fyri kynsligan
ágang varð herd í 2009,
men vit halda framvegis, at
revsingin skal verða harðari.
Serliga tá vit í miðlum frætta,
at kynsligur ágangur er van
ligari í Føroyum enn í øðr
um londum. 21. mars visti
Sandoyar Portalurin at siga,
at ein kanning, sum varð
gjørd í 8. flokkunum kring
landið fyri 5 árum síðani,
avdúkaði, at meira enn 5%
av føroyskum børnum hava
verið fyri kynsligum ágangi.
Mann kann ímynda sær, at
talið er væl hægri, tí talan er
um eina kanning við spurnar
bløðum.
Landsins myndugleikar
skulu leggja meira fyri at
basa trupulleikanum. Felags
skapir sum t.d. KRIS, og aðrir,
eiga at fáa so mikið av fíggjar
ligum stuðli, at tey kunnu
bjóða viðgerð til tey, sum
hava tørv á tí.
Samanumtikið skulu við
gerðartilboðini og manna
gongdirnar
endurskoðast
gjølla, soleiðis at vit tryggja,
at øll hava rætt til tey somu
tilboðini, samstundis sum
atlit verður tikið til tørvin
hjá einstaklinginum. Hetta
má byrja við, at vit tora at
taka hendan trupulleikan
upp
og
spyrja
okkum
sjálvi, hvat vit kunnu gera
betur. Og hetta skal gerast í
skúlum, í almenna rúminum
og ikki minst hjá politiska
myndugleikanum.
Vit skulu vera líka glað og
ikki líkaglað!
Í fimta og seinasta parti
vísa
vit
á
umstøðurnar
hjá einum samkyndum í
Føroyum.
Sosialistisk Ung
(4/5) Eru vit líka glað ella
líkaglað? – kynsligur ágangur
Sosialistisk Ung vilja vera røddin hjá minnilutabólkum í Føroyum.
Teimum, ið vit meina ikki hava eins góð rættindi, sum meirlutin
í samfelagnum. Tí spyrja vit við hesi greinarøð ”Hvør ert tú?”
”Hvussu hevur tú tað í Føroyum?” og ”Hvat skal til fyri at tú
trívist í landinum?” Í fjórða parti vilja vit vísa á umstøðurnar
hjá einum, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi í Føroyum
Búskaparvøkstur
er
svarið. Men hvussu vit
fáa ein gagnligan bú
skaparvøkstur,
er
ilt
at fáa eyga á. Tað mest
ítøkiliga er at, statir
nir pumpa pengar inn
í
bankakervið,
sam
stundis sum teir seta
almenn arbeiði ígongd.
Í Danmark tosar nýggja
stjórnin um at sparka
búskapin í gongd, við at
framskunda íløgurnar.
Mær tykir, at politikk
arar - og fólk flest - ikki
tora at tosa um størstu
orsøkina til kreppuna,
nevniliga
minkandi
kappingarføri,
saman
við øktum krøvum um
materiellar ágóðar og
njótilsi. Eg kann ikki
lata vera við at spyrja,
hvussu vesturheimurin
kann halda fram við at
vera ríkur, við at keypa
vørur úr Kina, India osfr.
Hvaðani fáa vesturlend
ingar pengar at keypa
fyri, tá allar vørur verða
framleiddar
uttanfyri
vesturheimin? Tað má
vera við láni. Men lán
skullu rindast aftur, og
hvar fáa vit pengar frá
til at rinda lánini aftur?
Hetta fær meg at
seta
spurningin,
um
allur búskaparvøkstur
er gagnligur. Um t.d.
allir føroyingar læna
hundraðtúsund krónir,
og fara út at keypa
kinesiskar vørur, so fáa
vit
búskaparvøkstur,
men er tað gagnligt
fyri okkum? Tá pengar
nir eru brúktir, og alt
virksemi, sum stóðst
av teimum steðga, hvat
gera vit so? Ùt at læna
meira pengar? Hetta ber
ikki til. Sjón gongur fyri
søgn. Statsleiðarar siga
bart út, at teir (statirnir)
ikki hava fleiri pengar,
og serfrøðingar (sum
kanska hava verið við til
at skapt støðuna vit eru
í) boða frá kreppu, størri
enn vit tora at hugsa.
Skullu vit bjarga tí
”vesturlendsku siðmenn
ingini”, so haldi eg ikki,
vit sleppa undan at gera
tað sum ongin torir at
siga, nevniliga lækka
lønirnar og arbeiða meir
ella effektivari ella bæði
tvey. Hetta loysir ikki
trupuleikarnar beinan
vegin, ja, fer í fyrstu
syftu at gera kreppuna
størri. Men í longdini fer
vesturheimurin
aftur
at framleiða sínar egnu
vørur, og tað er einasti
vegur um vit ynskja at
vera ”rík”. Alternativið
er óhugnaligt.
Dómadagsprædika
hugsar onkur. Ja kanska,
men ikki av tí kristiliga
slagnum har allur heim
urin gongur til grundar,
nei, eg hugsi bert um tað
”vesturlendsku, kristnu,
humanistisku,
demo
kratisku” siðmenningin.
Kristoffur D. Olsen
Er búskapar
vøkstur altíð
gagnligur?
Nú vesturheimurin
er í álvarsamari
búskaparkreppu verður
sjálvandi dúgliga tosað
um, hvat gerast skal