mánadagur 17. oktober 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Jóhan Christiansen
borgarstjóri
Tað er ikki sørt undirhaldandi
at lesa hvussu borgarstjórin í
Tórshavn, dragar og snarar tí
undirritaði skrivaði í greinini
”Lat okkum skatta alt Føroya
fólk til Havnar, ella?”
Talan er um ”spunadugna
skap” á høgum støði. Tað krev
ur ein stóran spunasmið til
at draga tí eg skrivai til tað,
borgarstjórin í Havn hevur
vent tað til. Nevnuliga: Eitt
grovt og ódámlig álop á tey
alment løntu. Tey hava onki
við sakina at gera. Vit tosaðu
um almennar lønir, og ikki
starvsfólk. Ivast lesarin, so
er at lesa greinina aftur!
Fyri stutt at endurgeva
tað, sum stóð í greinini, so
vísti eg á, hví man ikki skal
fara eftir einstøkum privat
um vinnugreinum, tá tala er
um útjavning. Antil má talan
vera um alla vinnu, ella onga.
Mín niðurstøða er, at tað er
best at halda alla vinnu uttan
fyri einari útjavningarskipan.
Lat ongan iva vera um tað.
Skal man hóast alt nýta vinn
una sum grundarlag, so er neyð
ugt at tala er um alla vinnu, og
ikki bert einstakar greinar. Skal
ein útjavningarskipan vera lív
laga, so er neyðugt at inntøku
grundarlagið er støðugt. Og tað
er tað tá talan er um almennar
lønir. Umframt tað, so vísti eg
á, at tað var ikki rættvíst, at tær
kommunur sum hava skapt
vinnukarmar fyri nógvar milli
ónir krónir skuldu straffast
fyri tað.
Men lat okkum hyggja
eitt sindur eftir tí, sum Heðin
Mortensen skrivar.
Onkur ella okkrut
má javnast
Nú var tað ikki undirritaði
sum hevur sett hetta á dags
skrá, men flokkurin hjá Heðini
Mortensen. Eg loyvdi mær at
koma við einum uppskotið
til, hvussu peningur til eina
útjavningarskipan kann fáast
til vega. Onki um hvussu hon
skal deilast útaftur o.s.fr.
Restina undir hesari yvir
skriftini hjá Heðin Mortensen
er ikki á einum støði, sum eg
vil gera viðmerkingar til.
Annars vil eg ásanna, at
tað hevði verið sera áhugavert
at hoyrt eitt boð uppá, hvar
penganir til eina møguliga út
javningarskipan kundu komi
frá, sbrt. borgarstjóranum í
Tórshavnar kommunun.
Ódámlig framferð
”Fyri tað fyrsta er talgrundar
lagið í útrokingunum hjá
Jóhan Skeivt. Í øðrum lagi er
hetta ádámligt framferð ímóti
einum bólki av starvsfólkum
í samfelagnum”. (sitat enda
Heðin Mortensen)
Vit nýta jú sama talgrund
arlag, so eg dugi ikki at skilja
hví mítt er skeiv, og ikki
tað hjá Heðini Mortensen.
Munurin er einans tann, at
Heðin Mortensen hevur deilt
almennu lønirnar sundir, so
vit onnur síggja hvussu tær
góðu 2 mia. kr. í almennum
lønum eru deildar millum
starvsbólkar.
Eg vísti á, at av hesum 2
mia. kr. á fíggjarlógini hjá
landinum, blíva 60 % skatt
aðar í Tórshavnar komm
unu. Tað búgva áleið 40 %
av Føroya fólki í Havn. Við
øðrum orðum, so blíva 20
% ov nógv av almennum
lønum skattaðar í Havn, og
sum kundu verið nýttar til
inntøkugrundarlag í einari
møguligar útjavningarskipan
(tølini eru avrundaði).
Javna kommunuskattin
Tað skrivaði eg ikki, og tað
meini eg heldur ikki man
skal gera. Eg kom við einum
uppskotið til, hvussu man
kann seta krónur á hesi 20%
av ovurumboðan av almenn
um lønum í Tórshavn. Nevnu
liga við at nýta meðal skatta
prosenti fyri alt landið, og
falda tað við 20 % av teimum
almennum lønunum.
Annars kann eg upplýsa
lesaranum, at hvørki barna
frádrátturin ella botnfrá
drátturin
er
tengdur
at
skattaprosentinum, men av
íbúgvum. Umframt tað, so
kann upplýsast, at botnfrá
drátturin er tann sami fyri
allar kommunur í landinum,
og
barnafrádrátturin
hjá
kommununum, er ásettur av
avvarðandi kommunustýrið.
Íløgur í karmar
Nú var tað ikki fyrst og frems
Eysturkommuna undirritaði
hugsaði um, tá talan var
um íløgur í karmar. Men all
ar kommunur sum heild,
herundir eisini Tórshavnar
kommuna.
Tað er rætt at í Eystur
kommun búgva dugnalig
sjóvfólk. Tað er eisini rætt, at
fleiri av hesum sjóvfólkum
vinna
nógvan
pening.
Hetta er at frøðast um, og
er teimum væl uppiborði.
Tað skal tó eisini vera sagt,
at ein stórur partur av
mannskapinum umborð á
teimum skipum tilhoyrandi
Eysturkommunu, eru búsit
andi í øðrum kommunun.
Til alla lukku hevur tað
gingið væl í m.a. uppisjóvar
vinnuni í nøkur ár. Tí hevur
tað eisini verið møguligt hjá
teimum, at goldið væl aftur
til Føroya land gjøgnum m.a.
partafelagsskatt. Eg skrivið
Føroya land, tí sum Heðin
Mortensen eisini veit, so fellur
70% av partafelagsskattinum
í landskassan, og 30% í
kommunukassan.
Samlaði partafelagsskatt
urin, tað er fyri alla vinnu
í Eysturkommunu, síðani
kommunan var stovnsett, til
og við ætlani fyri 2011 hevur
verið góðar 10 mió.
Uml. kr. 3,33 mió. kr. í meðal
um árið er eitt gott íkast til
kommunukassan í Eystur
kommunu, men ikki nógv til
eina útjavningar skipan. Tað
var tað eg skrivaði.
Ódámlig framferð móti
einum samfelagsbólki
Tað krevur eitt gott hugflog
til at draga tað eg skrivaði til
eitt álop á almenn starvsfólk.
Ikki við einum orði vera
tey umrødd í mínari grein.
Tað var sum sagt almennar
lønir eg tosaði um, og ikki
starvsfólk.
Er nøkur framferð ódám
lig, so haldi eg tað er fram
ferðarhátturin hjá borgar
stjóranum í Havn. Fyrst
leggur hann undirritaða und
ir at fremja álop á almenn
starvsfólk, síðani gerð hann
hesi starvsfólk til offur. Haldi
teimum er betri uppiborði.
Skatta fólk út á bygd
ella av landinum
Hetta má sigast at vera
undrunarsamt, nú mítt upp
skot til at útjavna almennar
lønir skal vera orsøkin til at
ov fá fólk flyta aftur til landið.
Dugi ikki at síggja hvussu
hesi
bæði
viðurskiftini
hanga saman. Serstakuliga
eisini tí, at Heðin Mortensen
gloymir, at tað eisini er ein
stórur partur av ungfólkið
frá
øðrum
kommunum
enn Tórshavn, sum flyta av
landinum.
Hetta
prógvar
bert, at tað mangan er torført
hjá politikkarum í Havn at
síggja útum bøgarðanar.
Kom við einum kon
struktivum uppskotið
Heðin Mortensen
Hetta er tað undirritaði hevði
ynskt at svarið hjá Heðini
Mortensen gav eitt boð uppá.
Einans við nøkrum fáum orð
um, sosum at útjavning skal
síggjast í einari nógv breiðari
heild, fáa vit innlit í hugs
unarháttin hjá borgarstjór
anum í størstu kommununi
í landinum.
Eg fari at loyva mær
at spyrja beinleiðis, hvat
tilmælið hjá Heðini Morten
sen er, tá vit tosa um fígging
av einari møguligari útjavn
ingarskipan.
Tað er ikki neyðugt at
koma við longum frágreið
ingum um ymiskar útreiðslur,
tær ymisku kommunurnar
hava o.s.fr. fyri at finna ein
loysn, at rinda peningin
útaftur til tær ymisku komm
unurnar. Lat okkum taka tað
kjakið seinni.
Lat okkum bert fáa eitt
innlit í, hvussu borgarstjórin
í
størstu
kommununi
í
landinum kundi hugsa sær
vit fíggjaðu eina møguliga
útjavningarskipan.
Hvørja grein sipar tú til
Heðin Mortensen?
Frelstur við trúgv. Gerning
ar hava einki upp á seg.
Soleiðis
kann
tað
eisini sigast. Og soleiðis
verður tað eisini sagt.
Fyri fáum árum síðani
segði sokallaður kristin
í SVF, tá hann royndi
at greina innihaldið av
frammanfyristandandi,
at Hitler kann vera frelst
ur, um hann trúi, meðan
Móðir Teresa møguliga
er havna í Helviti, um
hon ikki hevur trú.
Soleiðis kunnu gern
ingar verða tileinkis
gjørdir, hóast Kristi læra
sigur aðra søgu t.d. um
at elska næstan... ella
eg bankaði upp á..... eg
var sjúkur.... hin skuldar
bundni tænarin... trúgv
uttan gerningar er sum
likam uttan sál, deyð....
trøini skulu kennast av
fruktunum - bert fyri
at nevna nøkur dømi, ið
fella mær í hug, meðan
eg siti og skrivi.
So lætt skuldi verið
at funnið út av, at
fruktirnar hjá Hitleri og
Móðir Teresu høvdu sín
uppruna í hvør sínum
ríki. Trøini skulu kennast
av fruktunum.....
Men hví skrivi eg um
hetta? Jú, bæði tí, at tað
er sera viðkomandi fyri
okkum í tí dagliga, men
eisini tí, at tað er val um
knappar tríggjar vikur.
Og vit hava gjøgnum
árini sæð og kunnu fram
vegis síggja, at mong av
teimum høgraradikalu,
eisini eru tey, ið halda
fast um, at góðir gerning
ar onki hava upp á seg.
Teirra
niðurstøða
er, at er Gott mit unz,
so kunnu tey liva og
láta, sum tey vilja, og
so kunnu tey fremja lóg
gávuna eftir matthæus
effektini: at geva teim
um, ið frammanundan
hava, í ríkiligt mát, og at
taka frá teimum, ið ann
ars onki hava at lata av.
Við tílíkari heildar
fatan er lætt at skilja, at
hesu uttan trupulleikar
kunnu velja bæði hálv-
og heilkriminellar til at
stjórna landinum, og at
hesir - saman við teim
um - somuleiðis fegin
stuðla teimum vælbjarg
aðu móti teimum minni
mentu og annars fátøku,
og enntá kunnu finna
upp á at gera korini hjá
hesum síðstnevndu enn
verri - fyri at lívga um
hjá hinum fyrstnevndu.
Somuleiðis halda tey
hondina yvir teimum
vælbjargaðu, tá hesir
á ymsar hættir sleppa
sær undan at vera við
til at bera samfelagsins
byrðar, og hetta næstan
óansæð mátan, ið nýttur
verður fyri at sleppa
undan. Kikarin verður
settur fyri blinda eyga.
At tey eru ósolidarisk
og fremja ein fíggjarligan
kúgandi
politik
er
bert fylgja av teirra til
einkisgeran av góðum
gerningum.
Tí tá næstakærleiks
boðið er strikað í ein
egoistiskan og ein virðis
leysan part, sum annars
verður gjørdur um til
menniskjansligan egin
kærleika, ið síðani verður
settur í hásætið við gull
krúnu á til tilbiðjunnar,
tá er vandi á ferð, ser
liga fyri tey smáu í sam
felagnum, sum vit ann
ars í takklæti fyri lív
og heilsu, mat og klæðir,
tak yvir høvdu og mangt
mangt annað, eru sett til
at varða av.
Vónandi fær greinin
onkran til at teinkja seg
um einaferð aftrat.
So er málið nátt.
Dagfinnur Danbjørg
Gott mit unz -
ella at vera sær
sjálvum nokk