mánadagur 17. oktober 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 17. oktober 2011 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvør ár verða gott og væl 600 føringar bodnir vælkomnir til
lívið.
Samstundis verða umleið fimmti árliga, tað svarar til tveir
skúlaflokkar, noktaðir at gerast borgarar í okra vakra landi
– tey enda sum fosturtøkur.
Hví hetta órættvísi, hvat hava hesi gjørt.
Tey hava einki skeivt gjørt, vóru bert so óheppin at verða
gitin av foreldrum, sum ikki mettu seg før fyri at bera barn sítt í heim.
Men hví veitir man so ikki hesum foreldrum ta hjálpina, teimum tørvar – at kunna taka
sær av sínum nýfødda?
Hendan spurning lova vit í Miðflokkinum at royna at fáa svaraðan, so foreldrini fáa
neyðugu hjálpina, og rætturin til lív verður tryggjaður øllum børnum.
Tí umbønin um fosturtøku er jú eitt neyðarróp, sum má svarast. Ikki við fosturtøku, men
við einum greiðum: vælkomin til lívið, vælkomin til Føroyar!
p.s. Og meðan hesi fimmti árliga fáa noktað atgongd til lívið, gremja frøðingar og
politikkarar seg um manglandi fólkavøkstur!
Skulu Føroyar vera eitt paradís fyri tey, sum ikki
trúgva upp á paradís?
Skulu Føroyar verja mannarættindi teirra, sum bara
virða síni egnu mannarættindi og ikki annara?
Skulu Føroyar verja persónliga frælsi teirra, sum ikki
virða persónliga frælsið hjá grannanum?
Skulu Føroyar vraka søguna og dýrabæru virðini, sum
góvu okkum góða samfelagið?
Skulu Føroyar seta til síðis barnarættindi til fyrimuns
fyri rættindi teirra vaksnu?
Skulu Føroyar krevja, at børnini bera seg at sum
vaksin, tá tey vaksnu bera seg at sum børn?
Skulu Føroyar vísa tolsemi móti teimum ikki
tolsomu?
Hvørji hava tørv á verju, tey veiku ella tey sterku?
Hvørji eiga mannarættindi, tey veiku ella tey sterku?
•
•
•
•
•
•
•
•
•
Jenis av Rana
løgtingsvalevni
fyri Miðflokkin
LØGtingsvalið 2011
Vælkomin til
lívið, vælkomin
til Føroyar!
Bill Justinussen
valevni Miðfloksins
LØGtingsvalið 2011
Skulu Føroyar..
Løgtingsvalið 2011
Kjak
Eitt óført rekatræ rak upp í dag: Ein heilur listaháskúli
brimborin upp á turt í valsúginum. Men, góði Jóan Pauli,
Føroya Fólkaháskúli er sjálvsognarstovnur við tí, sum tí fylgir,
og endamál hansara er háskúlavirksemi. Háskúlin brúkar síni
høli til hetta virksemi og hevur kanska rúm til at hýsa einum
lítlum skeiði umframt tað. Gjøgnum heysthálvuna hevur
háskúlin vanligt háskúlaskeið, og í várhálvárinum hevur
hann eina røð av stuttum skeiðum. Øll tey evnini, sum tú
nevnir, eru evnir, sum háskúlin arbeiðir við – list, tónleikur og
annað skapandi starv. At stovna listaháskúla er eitt ódnartak,
og vilt tú leggja grundina undir Føroya listaháskúla, skal eg
taka hattin av fyri tær.
Tað er svølg
í sjónum og
nógvur reki,
men róligur,
Sámal Mattias
Turið Sigurðardóttir
formaður í stjórn Føroya
Fólkaháskúla
5 av 10
Børn, skúli og útbúgving verða raðfest soleiðis, at
børn og ung eru í einari áhaldandi menning til at
taka yvir, tá ið tann tíðin kemur.
Útbúgvingin byrjar sum ein nátúrligur partur í
barnagarðinum og heldur áfram í fólkaskúlanum
har málið er, at 90 % fáa miðnám í komandi
valskeiði. Leiðsturin er longu stungin út við
námsætlanunum.
Um eg verði valdur, vil eg arbeiða fyri, at:
• Tað ið verður spart við samanleggingum og
ratonaliseringum kemur teimum ungu til góðar.
• Har sertørvur er, verður sett inn fyrr enn nú
og samskipað.
• Serstovnar verða samskipaðir og í størri eindir.
• Barnapsykatriin fær meirjáttan. (Einasta meir
játtan, og hon skal finnast).
Heri Ólason Dam
Børn og ung
Valgreinar
Vøkstur
So javnt millum føroyingar Føroyar.